B36 styrkir nú um hópin við donskum áleypara. Talan er um 19 ára gamla Mahmud Suleyman, sum í fleiri ár hevur verið ein profilur í sterku ungdómsrøðini hjá Brøndby, men sum gjørdist akkurát ov stuttur til veruligan yrkissáttmála við danska stórfelagið.
Í B36 vilja tey ikki gera viðmerkingar til tíðindini, men sum skilst, so eru allir smálutir greiddir, og tí verður sáttmálin undirskrivaður innan heilt stutta tíð – og allar helst longu í dag. Tað er í øllum førum greitt, at Lukasz cieslewicz og Jonas Flindt Rasmussen koma aftur til Føroya mánadagin í komandi viku. Og helst verður nýggi áleyparin við í ferðalagnum, sum tá kemur til landið.
Ebbe Kristinn til AB
Fyrr í summar skrivaði Sosialurin, at Ebbe Kristinn Thomsen (myndin) var á veg til AB. Heimasíðan hjá AB hevur nú váttað tíðindini. 23-ára gamli Ebbe Kristinn hevur seinastu trý árini spælt við B71, men velur nú at skifta til 1.deildarfelagið á Argjum.
? Eg kenni teir flestu spælararnar hjá AB, og næstan allir eru javngamlir. Her eru eisini fleiri spælarar í hópinum enn hjá B71, og tá verður tað meira áhugavert at venja, sigur Ebbe Kristinn við heimasíðuna hjá AB.
Ein av orsøkunum til skiftið er, at Ebbe Kristinn er í starvi í Havn.
? Dagarnir blivu øgiliga langir, so tað verður gott at kunna koma fyrr til hús aftaná venjing. Tað er ein av orsøkunum til, at eg ynskti at spæla her í høvuðsstaðnum, sigur Ebbe Kristin víðari.
Formaðurin í FC Argjum, Sjúrður Olsen, sigur við heimasíðuna, at teir longu við ársbyrjan royndu at knýta Ebba Kristinn at felagnum.
Bárður Olsen í klemmu
Sosialurin hevur fyrr skrivað, at Bárður Olsen eisini er á veg til AB. Sum skilst er tað EB/Streymur, ið ikki vil leystlata miðvallarin, sum í fjør spældi við B36. Keldur vilja verða við, at tað eru fíggjarligar orsøkir, ið gera at Báður Olsen ikki fær loyvi at skifta.
Hallur og Gilli av landinum aftur
Bæði Hallur Hansson og Gilli Sørensen, sum báðir umboðaðu Aberdeen seinasta kappingarár, hava verið heima um summarið. Tað tykist tó greitt, at báðir fáa møguleikan at royna seg uttanlands aftur komandi ár. Báðir hava eisini verið darvaðir av skaðum, meðan teir hava verið heima.
Gunnar og Jóan Símun í Onglandi
Bæði Gunnar Nielsen og Jóan Símun Edmundsson eru farin aftur til Onglands. Gunnar Nielsen er framvegis skaddur í knænum og er tí til uppvenjingar. Jóan Símun Edmundsson longdi sáttmálan við Newcastle við einum ári í fjør. Hann er tí aftur í Newcastle, har hann ger seg kláran til enn eitt kappingarár í Norðuronglandi.
ÍF styrkur skaddur
Øssur Dalbúð skuldi koma heim at styrkja um álopspartin hjá ÍF. Men longu eftir eitt korter í fyrstu venjingini, meiddi Øssur fótin so illa, at hann ikki verður tøkur í minst seks vikur. Sum skilst, so hevur hann brotið eitt bein í fótinum.
trondur@sosialurin.fo