U21 fyri næstsíðstu ferð

Á miðdegi fór føroyska U21-landsliðið á vøllin í Riga í Lettlandi í ársins næstsíðsta dysti. – Lettar hava tveir av sínum bestu sitandi uttanfyri, men framvegis er talan um ein torføran dyst, sigur annar venjarin, Bill McLeod Jacobsen

Føroyska U21-landsliðið fór av landinum sunnukvøldið og hevur í lettiska høvuðsstaðnum, Riga, fingið fyrireikað seg til dystin í dag í allarbestu umstøðum. Bústaðurin er eitt gott gistingarhús og mánadagin sluppu spælararnir at royna nakað so forkunnugt, sum at venja í einari innandurahøll.
Fyrrapartin í gjár var so venjing á stadion, har vøllurin ikki heilt livdi upp til tað, sum vanligt er, tí hann var sera vánaligur. Hartil er eisini kalt í Riga, heilt niður ímóti frostmarkinum, tá vindur er. Men tað er kanska frægari enn hitin, ið ofta kann darva, tá útidystir verða spældir.
– Vit hava havt fínar umstøður í allar mátar og hava fingið fyrireikað okkum so væl, sum tað ber okkum til. Spælararnir hava fingið at vitað, hvør skal byrja inni og hvør skal vera uttanfyri, og eg haldi, at allir eru sera spentir upp á uppgávuna, sigur Bill McLeod Jacobsen, sum saman við Heðini Askham hevur ábyrgdina av U21-landsliðnum.
Føroyska liðið í dag er mannað soleiðis, at Jóan Pauli Dahl Jakobsen er í málinum, og frá høgru til vinstru manna Jóhan Troest Davidsen, Rógvi Holm, Dánjal Davidsen og Pól Jóhannus Justinussen verjuna. Á miðvøllinum eru frá høgru til vinstru Jóan Símun Edmundsson, Róaldur Jacobsen, Kristoffur Jakobsen og Rógvi Poulsen. Framman fyri teir er liðformaðurin, Christian Restorff Mouritsen, og einsamallur í álopinum er Øssur Dalbúð.

Lettar øðrvísi álop
Bogi Løkin, ið hevur drúgvar A-landsliðsroyndir, er ikki við í dag, tí hann hevur ein liðbandsskaða í knænum at dragast við, men væntandi verður hann klárur til dystin ímóti Andorra leygardagin, tá kanska aðrir á hart- og vælarbeiðandi miðvøllinum eru heldur moyrir.
Tá Føroyar í september tóku ímóti Lettlandi í Havn, gjørdist talan um ein 1-3 ósigur. Longu í fyrsta minutti fingu lettar mál, og teir vóru á odda 2-0, áðrenn Rógvi Poulsen sjey minuttir fyri hálvleik minkaði um munin. Gleðin var tó stokkut, tí fáar minuttir seinni høvdu lettar fingið triðja málið, og í seinna hálvleiki kom so einki mál aftrat.
– Lettar hava til henda dystin tveir av sínum bestu spælarum sitandi uttanfyri, Edgars Gauracs og Artjoms Rudnevs, so teirra álop er so í øllum førum ikki tað sama. Gauracs skoraði øll trý málini í Føroyum og er toppskjútti í kappingini, so tað er gott at sleppa undan honum, sigur Bill, ið tó væntar ein torføran dyst.
– Vit kanna okkum ikki bitan, fyrr enn hann er svølgdur, men vit vilja royna at fáa stig burturúr. Og fáa vit møguleikan at vinna dystin, so fara vit sjálvandi eftir tí møguleikanum.
Undan dystinum eru Føroyar næstaftast í okkara EM-undankappingarbólki við fýra stigum, og næsta mótstøðuliðið, Andorra, sum Føroyar skulu spæla ímóti leygardagin klokkan 13, føroyska tíð, hevur enn einki stig fingið.
Eftir dystin í dag verður so bíðað til tíðliga í morginári, áðrenn flogið verður til Keypmannahavnar, haðani leiðin seinnapartin gongur til Barcelona. Síðani bíðar ein bussferð í tríggjar tímar eftir spælarunum, áðrenn teir eru frammi í Andorra.