Greinarar kring allan heimin hava í longri tíð ávarað um støðuna í landinum. Hetta hava teir ikki minst gjørt, tí teir ynsktu at sleppa undan líknandi støðu her, eins og tað kundi havt útviklað seg til í t.d. Írlandi og Portugal.
Teir mest dapurtskygdu meta støðuna her eins álvarsama og hana, sum hendi tá amerikanski íløgubankin Lehman Brothers fór í sor fyri trimum árum síðani. Onkur teirra heldur enntá uppá, at kreppan í Grikkalandi kann í ringasta føri gerast verri enn kreppan sum rakar heimin nú og sum eisini vit í Føroyum merkja avleiðingarnar av. Í gjáramorgunin frættist tó, at týskir bankar og tryggingarfeløg hava gjørt eina avtalu um gjaldsskáa mótvegis kreppurakta landinum.
Tann stóri spurningurin er sjálvandi, hví hetta søguliga landið, sum er knýtt at euro-samstarvinum, er komið í hesa støðuna? Og ein annar, eins viðkomandi spurningur: Hvat hevur ES gjørt fyri at forða hesum? Og kann ein læra nakað av hesum?
Ábyrgdin fyri støðuni liggur fyrst og fremst í Grikklandi, men ES hevur eisini eina medábyrgd í hesum sambandi. Ein má í hesum sambandi fara 30 ár aftur í tíðina, tá landið kom við í ES, helst ov illa fyrireikað og óbúgvið til ein slíkan limaskap. Endamálið var uttan iva at betra um fíggjarligu støðuna, og helst menna landið enn meiri. Í dag kann ein helst kjakast um og ivast rættiliga nógv í, hvussu hetta hevur eydnast.
Tá so Grikkaland fyri 10 árum síðani kom við í euro-samstarvið átti onkur ávaringarklokka ringt, vilja serfrøðingar vera við. Við hesi avgerðini fingu grikkar samstundis eitt fíggjarligt trúvirði, sum als ikki helt í longdini, og bert gjørdi skriðuna enn størri. Nú er hon farin á rull, og spurningurin er bert, hvønn skaða hon ger í Grikkalandi og umheiminum.
Tað sum kanska er enn meiri álvarsamt er, at kreppan her kann raka restina av heiminum, bæði tey sum eru við í euro-samstarvinum og annars allan heimsbúskapin. Hóast hvørki Føroyar ella Danmark eru við í hesum samstarvi, kann støðan í Grikkalandi gerast steinur oman á byrðu hjá okkum, sum - í øllum førum - royna at byrgja upp fyri, soleiðis at avleiðingarnar av kreppuni ikki skulu gerast ov stórar.
Hinvegin so ber væl til at tosa seg saman til eina loysn. Hetta varð prógvað í 2008, tá altjóða samfelagið fyri einaferð skuld tosaði saman, soleiðis at forðaði fyri at altjóða fíggjarskipanin datt fullkomuliga sundur.
Vónandi kunnu heimsins leiðarar enn einaferð seta seg yvirav hvørjum øðrum og finna fram til eina semju, nú ið grikska tjóðartingið hevur samtykt eina spariætlan fyri milliardir krónur. Her kann bara spyrjast gott burturúr.
Tað er tungt at vera europeari og føroyingur í dag. Vit vilja helst sleppa undan enn einum fíggjarligum bakkasti. Tosað hevur verið um føroyskan limaskap í ES. Kanska kann dømið úr stóra Grikkalandi fáa okkum úr lítlu Føroyum at hugsa okkum væl um og verða væl fyrireikað, tá og um ein møguligur ES-limaskapur kemur uppá tal. Tað er jú framvegis so, at tað er ikki alt gull ið glitrar.