Athena kann søkka í Runavík

Um midnáttarleitið í kvøld gjørdist nógvur aktivitetur aftur niðri á oljubryggjuni hjá Runavíkar havn, har Athena liggur. Fleiri bilar hjá Skálafjarðar Sløkkiliði og øðrum sløkkiliðum í Eysturoy, fleiri sløkkiliðsfólk og løgregla vóru soleiðis um midnáttarleitið savnaði niðri á bryggjuni. Portalurin hevur júst verið framvið og hevur spurt Sunleiv Højgaard, átaksleiðara hjá Skálafjarðar Sløkkiliði, hvat tað er, sum gongur fyri seg á bryggjuni í nátt.

- Vit fingu eina fráboðan um, at fólk høvdu sæð royk koma úr skipinum aftur. Vit gjørdu eina rutinukanning og fingu staðfest, at eitt sindur av royki sást aftur koma úr skipinum. Undir kanningini staðfestu vit eisini, at Athena nú stendur meiri upp úr sjónum framman, enn skipið hevur gjørt. Tá vit so kannaðu skipið aftan eisini, fingu vit staðfest, at Athena helst hevur tikið nakað av sjógvi inni.

Sunleiv Højgaard sigur, at Skálafjarðar Sløkkilið gjørdi skjótt av og bað Brimil koma inn aftur á Skálafjørðin, eins og viðkomandi myndugleikar fingu fráboðan um broyttu umstøðurnar. Vit høvdu frammanundan riggað ein leytara upp á skipið. Tað er nakað av amoniakkroyki í erva á skipinum, og tí mugu vit hava roykkavarar til uppgávuna.

- Vit hava tett tey ymisku holini ella úttøkini, sum ganga út úr skipinum, tí vit vita jú ikki, hvussu tað sær út innanfyri. Brimil hevur havt froskmenn niðri at hyggja eftir botnventilum. Nú ætla vit at royna at pumpa sjógvi úr skipinum.

Sunleiv Højgaard sigur, at einir 15-20 mans eru við í átakinum í nátt.

- Um eina løtu fara pumpurnar í gongd, og so fáa vit at síggja, hvussu er. Skipið er stórt, og tí er tað ikki løtuverk at pumpa, um tað skuldi verið.

Sleppa tit heilt niður í skipið eftir sjógvi?

- Nei, vit sleppa ikki so væl niður, og tað er kanska einar sjey metrar hjá pumpunum at pumpa sjógvin upp. Vit hava nakrar trýstpumpur, og tær orka at pumpa. Meiningin er at byrja upp á hetta arbeiði nú, og so fáa vit at síggja, hvussu langt tað røkkur.

Vita tit í løtuni, hvussu djúpt afturendin á skipinum stingur nú í mun til frammanundan?

- Ja, tað vísir seg, at afturendin nú stingur ein ella hálvan annan metur djúpri enn áður.

Er nakar vandi fyri, at skipið tekur í botn sum nú er?

- Jú, har er ikki so ógvuliga langt eftir niður á botn. Men vit hava nú bundið skipið ovarlaga, so tað ikki skal detta út frá bryggjuni, um tað skuldi hent, at tað tók í botn.

Er nakar vandi fyri, at Athena søkkur við oljubryggjuna?

- Ja, nú noyðist eg helst at vanda mær um orðini, men um skipið tekur sjógv inn, er ein reellur vandi fyri tí ? ja! Men her er ikki so djúpt, so skipið hevði kanska ikki farið so langt, um so var.

Veitst tú, um skipið lekur?

- Nei, tað veit eg ikki í løtuni, sigur Sunleiv Højgaard, átaksleiðari hjá Skálafjarðar Sløkkiliði við Portalin í nátt.