Immateriellar vinnur loysnin

- Vit síggja allastaðni uttan um okkum í heiminum, at tann størsta búskaparvøksturin finna vit í vinnum, sum eru meiri immateriellar, og sum byggja á kreativitet, ið byggja á skapandi førleikar, ið byggja á mentan, ið byggja á samskifti, á digitalisering á vitan og á gransking, sigur Helena Dam á Neystabø

Mentamálaráðið hevur eisini átt sín leiklut í vakstrarpakkanum, sum vinnumálaráðið hevur staðið fyri.
- Okkara leiklutur hevur serliga snúð seg um at vakt ans og fingið innivist fyri hugtakinum kreativar vinnur, tað vil siga vinnur, sum skapa úrslit burtur úr immateriellum virðum, sigur Helena Dam á Neystabø.
Tað er ikki fiskur ella annað ítøkiligt, sum er íkastið hjá mentamálaráðnum, men heldur mentanarlig virðir sum vinna.
- Vit síggja allastaðni uttan um okkum í heiminum, at tann størsta búskaparvøksturin finna vit í vinnum, sum eru meiri immateriellar, og sum byggja á kreativitet, ið byggja á skapandi førleikar, ið byggja á mentan, ið byggja á samskifti, á digitalisering á vitan og á gransking, sigur Helena Dam á Neystabø.
Hon heldur ikki tað ber til at skapa munandi vøkstur í Føroyum, um ikki vit hava ans fyri týdninginum av vitan og mentan, gransking og førleikamenning yvirhøvur.
- Vit mugu tora at satsa upp á, at tað eru okkara skapandi listafólk, ið eru tey, ið veruliga kunnu skapa nøkur nýggj virðir fyri Føroyar, ikki bara búskaparliga, men eisini hvat atdráttarmegini og samleikanum viðvíkur, sigur Helena Dam á Neystabø.
Hon sigur, at tað ræður um, at vit kunnu draga fólk at okkum, ikki bert okkara egna fólk, men eisini onnur.

Vitan og kreativitetur
Í vakstrarpakkanum verður umrøtt bæði útbúgving og innovatiónsmiðstøð, og tað eru økir, ið liggja undir Mentamálaráðnum.
- Tað er so avgerandi, at vit fara at hugsa hesi viðurskiftini saman, at vit ikki síggja mentan og gransking sum nakað fyri seg í einum ella øðrum fílabeinstorni, ið ikki hevur samband við veruleikan. Men heldur, at tað er sjálvt útgangsstøðið fyri allari menning og øllum vøkstri, bæði mentanarliga og búskaparpiga, sigur Helena Dam á Neystabø.
Hon heldur tað hevur týdning, at vit satsa upp á vitan og kreativitet, og at vit fáa tað inn í okkara útbúgvingarskipan. At vit draga alt tað skapandi fólkið og allar teir førleikarnar at okkum.
- Vit mugu draga allan mentanararvin, ið vit hava liggjandi, við inn í hendan vakstrarpakkan. At vit ikki bara hugsa um fiskavinnu og flakavinnu, men eisini taka við tey virðir sum gera, at tey fólk, sum í dag velja Føroyar frá, fara at velja tær til, sigur Helena Dam á Neystabø.

Grundarlagið
Men eitt er at leggja fagrar ætlanir fram, eitt annað er at føra tær út í lívið.
- Eg haldi at tað er gott, at tað fyri kanska fyrstu ferð er fingið eitt samstarv í lag millum í hesum førinum mentamálaráðið og vinnumálaráðið í einari ítøkiligari ætlan um, hvussu vit vilja skapa búskaparvøkstur, sigur Helena Dam á Neystabø.
Her er ikki bert talan um eitt ískoyti, men um sjálvt grundarlagið undir at fáa skapt búskaparvøkstur í einari viðurkenning av, at tað bert letur seg gera við at skapa førleikamenning, gransking og kreativitet.
Tí heldur hon eisini, at tað skuldu verið góð útlit fyri at hesin vakstrarpakkin fer at vinna frama tá til stykkis kemur.