Rólant Waag Dam
rolant@sosialurin.fo
---------
Keypmannahavn: Árstíðini so líkt er eisini danski høvuðsstaðurin prýddur við alskyns ljósketum og jólatrøum. Men jólaprýði er langt frá tað einasta, ið fríðkar Keypmannahavn í hesum døgum.
Veðurlagsráðstevnan, COP15, hevur við sær, at Keypmannahavn ikki er til at kenna aftur.
Neonlitt Ráðhúspláss
Ráðhúsplássið, hjarta í danska høvuðsstaðnum, minnir mest av øllum um eitt slag av framtíðarbýi. Ein ovurhondsstórur globus stendur mitt á sjálvum Ráðhúsplássinum, upplýstur soleiðis, at hann er uppaftur sjónligari í myrkri enn í dagsljósi.
Globusurin er kringsettur av størri og smærri básum, hvør litríkari og umhvørvisvinarligari enn annar.
Men heilt jólaleyst og ókent er Ráðhúsplássið tó ikki heilt. Mitt undir 20 metrar høga globusinum stendur pylsuvognurin »Morfars pølser«, sum hevur góðar dagar í hesum døgum. Eina aðrastaðni stendur eisini eitt stórt jólatræ við jólaperum. Tað óvanliga við hesum træið er tó, at tað einans lýsir, tá onkur tímur at traðka á pedalurnar á súkklunum, sum standa knýttar til træið.
Bjørnin sum bráðnar
Aðrastaðni í býnum hava tey valt at varpa ljós á veðurlagsráðstevnuna – og ikki minst á veðurlagsbroytingar – á annan hátt.
Á Nytorv, sum liggur á Strøgnum miðskeiðis millum Ráðhúsplássið og Højbro plads, stendur ein ísbjørn.
Henda ísbjørn var tilevnað úr ísi. Tað er enski listamaðurin Mark Coreth, sum er maðurin aftanfyri súmbolska listaverkið. Talan var upprunaliga um 11 tons av ísi, sum Mark Coreth fríggjadagin í farnu viku byrjaði at evna til.
Síðani hevur ísbjørnin staðið á Nytorv, har hon hevur fingið loyv at bráðna. Ísbjørnin skal ímynda menniskjaskaptu veðurlagsbroytingarnar, og hesin súmbolikkur varð uppaftur sjónligari við tað, at ein og hvør slapp at leggja sína heitu hond á listaverkið, sum av tí sama bráðnaði skjótari.
Mikudagin – fimm dagar eftir, at listaverkið varð avdúkað – var bert beinagrindin av ísbjørnini eftir á Nytorv.
Longur inni á Strøgnum – við Storkaspringvatnið á Amagertorv – stendur eitt listaverk, sum mong eisini seta saman við ís. Týska Katharina Grosse hevur latið hetta listaverk av hondum. Verkið er serliga gjørt til Amagertorv, har tað stendur í stórari andsøgn í mun til alt annað á og kring torgið. Hetta skal fáa fólk at hugsa øðrvísi og í nýggjum banum. Tey eru tó mong, sum halda, at listaverkið minnir um eitt øðrvísi, dálkað ísfjall.
100 hótt støð
Veðurlagsbroytingarnar merkja eisini Kongens Nytorv, sum er karmur um eina forvitnisliga og hugtakandi framsýning um dagarnar.
Fyritøkan CO+Life sýnir fram 100 myndir av 100 støðum kring knøttin, sum øll eru í vanda fyri at verða oyðiløgd av veðurlagsbroytingunum.
CO+Life fer so langt sum at heita á fólk, um at vitja hesi støð áðrenn tey antin hvørva ella verða oyðiløgd.
Ein ræðandi tanki, sum ikki verður minni ræðandi av, at tað í roynd og veru er hugnaligt at vera gestur á framsýningini. Í so máta ber eisini til at siga, at danski høvuðsstaðurin í sær sjálvum er ein framsýning í hesum døgum. Ein framsýning, sum skal minna okkum á og gera vart við veðurlagsbroytingarnar, sum verða vendar og viðgjørdar í Bella Centrinum í útkantinum av Keypmannahavn.