fer at taka undir við eini slíkari skipan. - Flotin er illa sperdur og hýruprosentið er farið niður, samstundis sum at manningin nú eisini noyðist at rinda ein part av oljuni og minstulønina. - Tað hevur [...] - Verðið eg valdur, má eg gera alt, eg kann, fyri at tosa restina av Javnaðarflokkinum til fornuft. Hendrik Old, sum nú aftur stillar upp til løgtingsval fyri Javnaðarflokkin, vil ikki undir nøkrum umstøðum [...] um arbeiðsfólkið á fiskavirkjunum. Men hann hugsar eisini um allar tær avleiddu vinnur, tað kastar av sær, at skip koma til lands at avreiða. Her er talan um smiður, elektronikmekanikarar, tey, sum selja
Finst nakað týdningarmiklari orðaskifti, enn kjakið um, hvørjar meginreglur okkara politiska skipan skal byggja á? Við hesum spurninginum í huga hava teir báðir ungu havnarmenninir, Páll Holm Johannesen [...] seinastu árini rættiliga upptikið føroyingar. Ikki minst tá eldur kom í tær politisku Føroyar orsakað av stríðnum um støðu teirra samkyndu í revsilógini. Í fleiri mánaðir kjakaðust føroyingar við lív og sál [...] bókina. Skúlarnir sakna samtíðina - Ein høvuðsmotivatión til bókina er, at vit sakna hetta slagið av bókum. Tað eru mest siðsøguligar bøkur, sum koma út í Føroyum. Alt gott um bøkur um skiparar, men hvussu
samtyktur í løgtinginum, fer at fáa breiða undirtøku í fólkinum. Løgmaður ásannar, at hetta fer at krevja av øllum pørtum gott politiskt hegni og handalag, og hann ásannar eisini, at tað verður fyrst og fremst [...] vísa, hvørjir møguleikar eru fyri eini breiðari semju. Og so er tað uppgávan hjá okkum at gera brúk av teimum. Og tað má vera út frá hesum, at víðari politiska kósin verður løgd. Nústaðani fer tann prosessin [...] formanni javnaðarfloksins viðvíkur, heldur løgmaður, at tey eru at sammeta við suverenitet. -Avleiðingin av at hava evsta vald er jú, at allur avgerðarrættur liggur hjá løgtinginum. Og tá er tað ikki ein spurningur
at framleiða olju, gjalda 2% av bruttoframleiðsluvirðinum í framleiðalugjaldi. Her verður tilfeingisrentan nevnd "royalty". Óivað eru eisini onnur dømir um almenna áseting av tilfeingisrentu. Hetta merkir [...] brúksrættin av almennum tilfeingi (Tjóðarognini), er neyðugt, at vit í framtíðini finna ein leist, sum Føroya Fólk kann taka undir við. Skal brúksrætturin til alt tilfeingi, ella partar av tí, bjóðast [...] fiskidagar, kvotur og fiskiloyvir verða handlaði. Og ikki minst haruhagarnir, sum er eitt gott dømi um sølu av tilfeingi á fría marknaðinum. Lagt kann vera tilmerkis at tað er brúksrætturin, og ikki ognarrætturin
best var, at hon varð útskrivað av barnaheiminum, tí annars kundi barnaverndin møguliga koma uppí, og so vistu vit ikki, hvat kundi henda. - Hetta var sera skilagott av Nicolinu, og var bara gott fyri [...] heldur enn eitt, sigur Tove. Tove gjørdi av at fara niður til Nyborg, har yngsta mostir hennara býr. Tað eru bara fá ár millum teirra, og eru tær tætt knýttar frá barni av. Mamma hennara búði eisini niðri. Tí [...] Tove. Hetta var ikki skemt, men ramasta álvara. Har var ein eftir!! Klokkan var farin tíggju minuttir av middegi, tá tann fyrsta varð fødd, og tað vantaði klokkuni tíggju minuttir í eitt, tá tann seinasta
Niðanfyri er nakað av tí, sum undirritaða førdi fram vegna flokkin á tingið. Skotgrøvir Tá tosið fellur inn á frískúlar, hevur tað í longri tíð verið ein viðgerð, sum er merkt av skotgrovum, har annar [...] sum tíðir líða so seta tær dynamisku bylgjurnar innaní okkum menniskju nýggj krøv. Ongin mannaskapt skipan sleppur at verða ævigt galdandi, har vilja altíð fyri summi verða karmar, sum tykjast ov trongir [...] har 24-26 næmingar sita. Skulu vit nú til at mannað frískúlaflokkar, har næmingatalið er ein helvt av tí, sum vit krevja í fólkaskúlanum, so vil næmingatalið í sær sjálvum verða eggjandi og tiltrekkjandi
arbeiða, tá tey fylla 60 ár. Tað hevur havt við sær eina rúgvu av fólki, sum gevast á arbeiðsmarknaðinum, sjálvt um tey eru arbeiðsfør, og taka sær av løttum við hampuliga góðari úrtøku. Fyri nøkrum árum síðani [...] æddina pluss kanska eitt sindur av ískoytum, fær ikki stórt meira burturúr enn ein føroyingur við somu veitingum, sjálvt um bruttoupphæddin er væl størri. Tað er tí av størsta týdningi, at skipanin við [...] Fyrst av øllum eiga umstøðurnar hjá teimum, sum áðrenn pensiónsaldur koma illa fyri, at vera nøktandi. Her er helst ikki neyðugt við so nógvum prinsipiellum broytingum, men heldur eini eftiransan av, at
ini ella viðgerðini av henni ber á brá av, at vit sambært hesa lóg skuldu havt lóggávuvald og verið á jøvnum føti við danir, sum harra Eidesgaard framførir. Fólkaflokkurin vikin av leið Lat tað her verða [...] og rætta/sanna og nøktandi mynd av teirra egnu stýrisskipan er av sera stórum týdningi fyri samfelagið. Røtt og nøktandi upplýsing um avgerandi viðurskifti, er ein av grundstuðlunum undir fólkastýrinum [...] latum okkum stutt hyggja at hesi lóg, og hvussu hon kom. Forsøgan Tá Danmark varð hersett av Týsklandi og Føroyar av Bretlandi í apríl 1940 samtykti løgtingið fyribilsstýrisskipanarlógina í mai 1940, sum
stórar partar av politisku viðgerðina, sum tað á nakran hátt ber til, og tað fær almenningurin av tí, sum verður viðgjørt í tingsalinum. ? Nú havi eg eina kenslu av, at politikarnir í navninum av ráðharrastýrinum [...] umsitingin av teimum er, soleiðis sum hon eigur at vera, men teir skulu eisini politiskt fyrireika tað, sum verður lagt fyri løgtingið at taka støðu til, og tað er í hesum, at eg havi eina kenslu av, at tað [...] hevur verið skuldsett at seta fyri seg sjálva, nú er dekkað av landsstýrismonnunum. Tað er í hvussu so er nógv, sum bendir á, at bara ein partur av íløgunum, sum standa í uppskotinum, fara at hava møguleika
FF, sum hevur eftirlit við hesi skipan. Á heimasíðuni hjá FF kemur Jan Højgaard aftur við meira av somu skuffu. Nú skal hann skaffa fiskimonnum aftur milliardir (!) av krónum, sum fiskimannafelagið hevur [...] skipið kláraði seg ikki við hesum sáttmála og fór av landinum. Vandi fyri, at tað næsta fór sama veg. Tá hevði tað verið ein spurningur um fleiri slík skip av hesum slag vórðu bygd. Tískil varð sáttmálin gjørdur [...] dagløn hjá dekkara. Hetta er nógv tann hægsta inntøkan hjá nøkrum bólki av fiskimonnum nakrantíð. Miðaldaglønin á hesum parti av flotanum var fimm daglønir hjá arbeiðara. Samstundis gevur sáttmálin møguleika