Tað ringasta er at øll tiga

- Tað sum fer fram í løtuni, er ódámligt tí hetta kann enda við, at vit verða trælir í egnum land, heldur Johan Dahl í Sambandsflokkinum


Hol í lógini
 
- Hetta er ein stórur trupulleiki og hetta er ein trupulleiki, sum eg haldi, at vit eiga at taka upp í samgonguni.
Johan Dahl, løgtingsmaður fyri sambandsflokkin, heldur, at tað, sum fer fram í fiskivinnuni í løtuni, er ikki í lagi.
Í Sosialinum í gjár vísir stjórin á Fiskirannsóknarstovuni, Hjalti í Jákupsstovu, á teir risastóru handlarnir, sum eru gjørdir í fiskivinnuni seinastu tíðina. Hann sipar til tað, sum eru komið fram í seinastuni, um, at skip, kvotur og fiskiloyvi, sum reiðarar hava fingið frá tí almenna fyri einki, nú verða seld við stórum vinningi, sum reiðarar síðani stinga í lumman-púra skattafrítt.
Í summum førum er talan um vinning upp á 100-300 milliónir, sigur stjórin á Fiskirannsóknarstovuni.
Og hann sigur, at ein annar trupulleiki er, at tey feløg, sum keypa hesi skipini og kvoturnar, eru heilt, ella fyri ein stóran part, íslendskt, norsk ogn.
- Men nú eru tað fyri tað mesta norðmenn og íslendingar talan er um, so so verður onki sagt. Men mær lysti at vita, hvat vit høvdu sagt, vóru tað danir ístaðin, leggur hann afturat.
 
Tað ringasta er at øll tiga
Hjalti í Jákupsstovu heldur sum støðan er nú, er tað heilt burturvið at kalla fiskiríkidømið fyri ogn Føroya Fólks, soleiðis sum tað beinleiðis stendur í lógini um vinnuligan fiskiskap.
Og Johan Dahl, løgtingsmaður úr sambandsflokkinum, er ikki ósamdur.
- Tað, sum fer fram nú, er ikki í lagi.
- Men tað ringasta er, at øll tiga og at ongin tekur hetta upp til viðgerðar, heldur hann.
Hann leggur stóran dent á, at hann finst ikki at teimum, sum keypa og selja kvotur og fiskiloyvi, tí tað hava tey fullan rætt til.
Hann er hevur heldur onki ímóti, at útlendingar gera íløgur í Føroyum.
Men hann heldur, at teir, sum hava ein stóran trupulleika í hesum sambandi, eru politikararnir.
Tí heldur hann, at hetta er ein spurningur, sum samgongan eigur at taka upp.
- Tað er sera ódámligt, at vit hava eina fiskidagaskipan, sum hevur so nógv hol og ivasamar definitónir um veiðitrýst, uppmátingar, osfr.  at hon avlagar flotan frá útróðrabáti til stóru skipini. Í veruleikanum er skipanin so avlagað, at endamálið við henni má sigast at vera slept, sigur hann.
- Endamálið við skipanina var, hon var sjálvregulerandi. Men tað er hon als ikki tí at hon er so avlagað seinastu árini.
Ein annar spurningur, er, hvat tað meinast við, tá ið lógin sigur, at fiskiríkidømið skuldi vera ogn Føroya Fólks?
- Antin má hendan greinin takast úr lógini ella má hann setast í verk  men tað verður ringt, fyri ikki at siga vónleyst, heldur  løgtingsmaðurin fyri sambandsflokkin.
Hann ásannar, at sjálvandi er fiskiríkidømið ogn Føroya Fólks í tann mun, at tað allarmesta av fiskinum verður lagt upp á land í Føroyum og virkaður her og soleiðis fær fólkið eisini part í ríkidøminum. Spurningurin er so um alt, sum fiskað verður, skuldi komið uppá land her ella skuldi verðið selt á føroyska uppboðssølu? Tað er eisini enn ein politiskur spurningur sum eigur at svarast, heldur hann.
- Men eg haldi ikki, at tað skal bera til, at kvotur, sum eru fingnar til vega fyri onki frá tí almenna, skulu kunna seljast víðari til feløg, sum vit vita, ikki eru føroysk, men í stóran mun útlendsk ella hava útlendskan stórkapital í rygginum.
Hann sóknast eisini eftir, at tær partaeigaraavtalur, sum eru gjørdar ímillum føroyingar og útlendingar í hesum sambandi, verða lagdar á borðið, so at vit fáa at vita, hvussu ræðið, ábyrgdin og vinningurin verða býtt ímillum partarnar. 
- Men biður tú um alment innlit, fær tú ikki hesar á borðið, men tær hevur fiskimálaráið væl í sínum sakum. Tað verður tosað so nógv um opinleika, men hvar er opinleikin í hesum sambandi? Spyr Johan Dahl.
 
Siga eitt, men gera eitt annað
Hvussu hesin spurningurin skal takast upp politiskt, dugir hann ikki at siga enn.
Men hann heldur, at politikarar mugu gera sær greitt, hvat teir vilja við lógini um vinnuligan fiskiskap.
- Halda politikarar, at tað, sum fer fram í løtuni, er í lagi, so er bara at siga tað. Men so skulu vit eisini gera okkum greitt, at prísurin fyri hetta er, at vit missa ræði á okkara vinnutólum og okkara náttúruríkidømi og verða trælir í egnum landi.
Og var tað ætlanin, at útlendingar, ígjøgnum føroyskar millummenn, fáa ávirkan, og kanska ræðið á okkara fiskiríkidømi? Spyr Johan Dahl.
- Halda politikarar ikki, at tað er í lagi, er at broyta tað. Tað er tað stutta av tí langa, sigur Johan Dahl.
- Í dag siga vit eitt, men gera nakað annað, og tað haldi at tað sømir seg fyri politiska myndugleikan, leggur hann afturat.
Tí heldur hann, at tað er neyðugt at taka alla skipanina upp til nýggja viðgerð, bæði í sambandi við uppisjóvarvinnuna og í sambandi við fiskidagaskipanina.
Hann heldur, at kanska var er tað rætta at stovna ein fiskidagabanka, har øll loyvi og fiskirættindi skulu ganga ígjøgnum.
- Tað er ikki rætt, at ávís feløg, skulu kunna fáa loyvi frá tí almenna fyri einki fyri síðani at kunna selja tey aftur og stinga vinningin skattafrítt í lumman. Tað eigur ikki at vera loyvt at selja fiskiloyvi aftur, uttan at landið fær ein part av ágóðanum, leggur hann afturat.
- Tað er ein ódámlig gongd, at feløg, sum í veruleikanum  eru útlendsk, keypa føroysku uppisjóvarvinnuna og kanska feskfiskaflotan við um stuttað tíð.
Johan Dahl heldur, at í hesum sambandi kunnu vit hyggja at íslendingum og norðmonnum, tí har har sleppa útlendingar als ikki framat, tá tað snýr seg um skip og kvotur.
Sjálvur heldur hann ikki, at tað er rætt, at tað almenna geva ávísum reiðarin so stóran fyrimun, sum teir hava fingið við at fáa loyvi og kvotur fyri onki, sum teir síðani kunnu selja.
- Tað er ikki rætt, at tað skal bera til at selja almennar kvotur og skora kassan upp á tað.
Tað minsta mátti verið, at skattur varð betaltur av vinninginum, heldur hann. Her eigur at verða gjørdur ein býtislykil um politiska ætlanin er at hendan skipan skal halda fram.
Hann er kortini ímóti, at tilfeingisgjald verður lagt á vinnuna. Men skattur eigur at verða goldin av vinninginum, heldur hann.
Hann metir eisini, at vit eru komin inn á eitt síðuspor, tá ið tað í sambandi við visjón 2015, verður nevnt, at tilfeingi og vinnutól skulu vera í størri eindum, tí tað fer at forkoma útjaðaranum í Føroyum. -  hvat verður av tí fjølbroytta flotanum spyr hann?
- Men eg skilji ikki, at teir, sum taka undir við hesi gongdini, samstundis ræðast ES verri enn nakað annað, leggur hann afturat.