Vit mugu finna
eina breiða semju!
Hetta tykist fyri mong vera tað mest avgerandi, nú samráðingarnar við stjórnina nærkast. Hvørja ferð málið verður umrøtt alment, ljóðar hetta sama: Breið semja, breið semja, breið semja.
Tað, ?breið semja? merkir í hesum sambandi, er, at samgongan og Javnaðarflokkurin semjast um eitt samráðingarrit. (Sambandsflokkurin liggur helst ov langt frá hinum til, at ein semja er møgulig).
Tað er sjálvandi ógvuliga gott at breiðar politiskar semjur verða gjørdar ? ikki minst í einum so týðandi spurningi. Men tann semjan, sum vit longu hava, er í veruleikanum rættiliga breið. Fýra av seks flokkum og 19 av 32 tingmonnum standa saman um hana. Hetta er ikki so lítið. Tað hevur ongantíð áður hevur verið ein so breið semja um tann ríkisrættarliga spurningin á tingi.
Innihaldið
má koma fyrst
Men menn vilja altso hava semjuna at gerast enn breiðari við at fáa Javnaðarflokkin uppí. Og tað er púra rætt. Jú breiðari semjan er, jú sterkari standa vit. Tí eigur tað sjálvsagt at roynast.
Men at fáa Javnaðarflokkin við má ikki gerast høvuðsendamálið í teimum fyrireikingum, sum nú standa fyri.
Tað, hetta skal snúgva seg um, má fyrst og fremst vera innihaldið í teirri semjuni, sum gjørd verður. Fæst eingin semja við Javnaðarflokkin um eitt skilagott innihald, so er betri at eingin semja verður gjørd við hann.
Og innihaldið í tí, sum Javnaðarflokkurin higartil hevur boðað frá, er tíverri alt annað enn skilagott.
Flokkurin sigur, at Løgtingið skal hava ?evsta lóggávuvald? í Føroyum. At Føroyar skulu vera eitt ?sjálvstøðugt land?, sum skal samstarva við Danmark ?á jøvnum føti?. Hetta samsvarar alt við ætlan samgongunnar.
Men samstundis hevur flokkurin aftur og aftur boðað frá, at einhvør semja skal miða ímóti, at Føroyar verða verandi undir teirri donsku grundlógini. Tað er eitt ?ófrávíkiligt krav? at vit ikki skulu hava egna grundlóg og at vit ikki skulu hava fullveldi yvir okkara landi.
Við hesum í huga er ilt at síggja, hvar partarnir kunnu møtast. Tí samgongan kann aldrin ganga við til, at Føroyar verða verandi undir donsku grundlógini. Tað hevði tikið grundarlagið undan øllum tí, sum hon hevur sagt og gjørt líka síðani valið. Tað hevði eisini gingið beint ímóti teimum lyftum, samgonguflokkarnir vunnu valið uppá.
Fundamentalistisk støða
At Javnaðarflokkurin sigur seg vilja stovnseta eitt sjálvstøðugt føroyskt land undir teirri donsku grundlógini vísir fyrst og fremst, at flokkurin ikki arbeiðir ábyrgdarfult í hesum máli. Henda ósamanhangandi og sjálvmótsigandi politiska agitatión hevur ikki uppiborið meiri umtalu. Tí flokkurin hevur framvegis ikki greitt frá, hvussu hetta skal setast í verk. Tað eru bert innantómir og populistiskir pástandir. Teir kunnu ikki vera grundarlag undir okkara landi í komandi øld.
Og hvørjar grundgevingar hevur flokkurin? Hví verður tað so ræðuligt um Føroyar fáa egna grundlóg?
Fyri mær at síggja er hetta einki uttan tað gamla svarta afturhaldið, sum vit hava upplivað gjøgnum søguna. Afturhaldið helt tað jú eisini vera ræðuligt at einahandilin varð avtikin. At føroyskt mál fekk fremsta rætt í landinum. At vit fingu egið flagg. At Løgtingið fekk lóggávuvald. Og so framvegis og so framvegis. Afturhaldið hevur altíð ræðst fyri, at vit fingu nakað, sum var okkara egna. Nú er tað so grundlógin, sum er tann stóra grýlan.
Samanumtikið er at siga, at støða Javnaðarfloksins í hesum máli er bæði ólogisk, ósamanhangandi, sjálvmótsigandi og fullkomiliga fundamentalistisk. Hon kann ikki undir nøkrum umstøðum verða grundarlag undir so týðandi samráðingum sum teimum, ið nú standa fyri.
At geva stjórnini buktina og báðar endarnar
Hvat hevði hent um tað ?treytaleysa kravið? hjá Javnaðarflokkinum varð gingið á møti?
Fyri tað fyrsta høvdu vit ikki kunnað fingið evsta vald í okkara landi. Fullveldið yvir oyggjunum hevði framhaldandi verið í Keypmannahavn.
Fyri tað annað hevði ikki borið til at fingið eina skipan við greiðum løgfrøðiligum linjum. Grundlógin ásetur, at evsta valdið í Danmark er hjá donskum myndugleikum. Skulu vit hava okkurt slag av sjálvstýri undir hesi grundlóg, má tað ? enn einaferð ? vera grundað á politiska heimildarveiting frá stjórnini.
Og tá tað er stjórnin sum skal veita okkum hesa heimild, verður samráðingarstøðan tann sama sum altíð: Landsstýrið er undir, og stjórnin er omaná. Stjórnin situr øðrumegin borið og tekur avgerðirnar, meðan landsstýrið situr hinumegin og vónar. Vónar at fáa rættindi. Vónar at fáa heimildir. Men landsstýrið kann einki krevja, tí tað er framvegis ein danskur myndugleiki í einum donskum heimastýri.
Undir hesum treytum ber ikki til at gera annað enn eina politiska avtalu, sum hevur støðið í danskari lóggávu. Donsk lóggáva verður avgerandi fyri, hvat ber til og hvat ikki ber til. Tí fer stjórnin at hava buktina og báðar endarnar. Hennara vælvild ella illvilji verður tað avgerandi.
At samráðast undir hesum treytum verður sama mannminkandi biddaragongd sum altíð.
Fullveldi er
greiðar linjur
Verður farið eftir fullveldinum er støðan ein heilt onnur. Tá fer sáttmálin ikki at hava støðið í danskari lóggávu, men í altjóðarætti. Tað verður ein sáttmáli millum tvey sjálvstøðug lond. Okkara menn fara at hava greiðar altjóðarættarligar ásetingar at halda seg til, og kunnu leggja fram greiðar ætlanir og krøv. Ongum nýtist at spyrja um krøvini samsvara við grundlógina og danska lóggávu, tí hetta verður als ikki inni í myndini.
Minkingin í blokkstuðuli, samstarv á uttanríkisøkinum, fyrisitingarligt samstarv í skiftistíðini ? hetta verða alt samráðingarspurningar. Men møguleikarnir at fáa greiðar linjur fyri samstarvinum á øllum hesum økjum eru munandi størri, um grundarlagið er, at Føroyar skulu vera eitt sjálvstøðugt land.
So leingi vit eru undir donsku grundlógini fáa vit ikki greiðar linjur, tí tá verður sjálvt grundarlagið ógreitt. Danskt og føroyskt vald verður vavt saman, og eingin veit hvør hevur ábyrgdina av hvørjum. Fylgjurnar av slíkari støðu kenna vit øll.
Tí má málið verða, at vit fara eftir tí greiða og ruddiliga: Eftir fullveldi og egnari grundlóg. Bert tað skapar møguleikar fyri einum greiðum sáttmála og greiðum og javnbjóðis samstarvi.
Ein greið semja er betri enn ein breið semja
Tað er greiður meiriluti fyri hesum sum er. 60% av tingmanningini stuðlar eini greiðari og realistiskari ætlan.
Tað hevði sjálvsagt verið ynskiligt, um semjan varð enn breiðari. Men skal ein breið semja gerast á Javnaðarfloksins grundarlag, so má tann greiða ætlanin um fullveldi og egna grundlóg sleppast. So standa vit við eini breiðari semju, men eisini eini ógreiðari og órealistiskari semju. Eini semju sum ger, at vit standa veikir undir samráðingunum. Eini semju sum ger, at landsstýrið verður ein undirskipaður danskur myndugleiki sum samráðist við tann danska statin.
Tí er tað týdningarmesta, at semjan verður greið ? ikki at hon verður breiðari enn hon longu er. Og um treytin fyri at fáa eina breiðari semju er at offra tað greiðu semjuna, so er betri at lata vera. Vil Javnaðarflokkurin ikki flyta seg, má hann standa uttanfyri. Hansara stuðul hevði sjálvandi verið góður, men hann er ikki avgerandi. Tey ríkisrættarligu viðurskiftini kunnu fáast í rættlag uttan hansara hjálp.
Hans Tausen Olsen