Hvat gert tú fyri at halda teg sunnan?
- Eg gangi ikki so ógvuliga høgt uppí, hvat eg eti, tá hugsað verður um døgurða og nátturða.
Soleiðis sigur Jón Dahl-Olsen, ið siglur sum maskinstjóri hjá Skansi Offshore.
- Tá eg eri burtur, eti eg tað, sum kokkurin ger, og tað er sum oftast grønmeti ella ein salat aftur við døgurðanum.
Jón sigur, at hann kortini roynir at hugsa um mongdina, hann etur, men tað er viðhvørt lættari sagt enn gjørt, tá væl smakkar, sigur hann brosandi.
- Slíkt sum søtmeti royni eg at eta lítið av, og tá hann er heima, gera tey okkurt, sum børnunum dáma.
Hvønn týdning heldur tú, at rørsla hevur?
- Árið í ár byrjaði við, at eg og ein vinmaður, sum eisini siglur, settu okkum fyri at fara at renna eitt hálvmaraton í summar, og hetta eydnaðist okkum til Tórshavnar Hálvmaraton 1. juni.
Jón Dahl-Olsen vísir á, at hetta hevur veruliga sett gongd á venjingina, tí nú er renning/ venjing vorðin ein partur av gerandisdegnum.
- Umborð hava vit eitt venjingarrúm, sum verður sera nógv brúkt. Her er renniband, súkkla og rógvimaskina og ymiskt annað, sum manningin er sera røsk at brúka.
Hann sigur, at tað er undantakið á degnum, at eingin er inni í venjingarrúminum.
- Tá vit koma til bryggju, royna vit – um tað liggur fyri – at fara ein túr í land at renna.
##med2##
Hvønn týdning heldur tú, at rørsla hevur?
- Fyri meg hevur rørsla stóran týdning, tí umborð á skipi er avmarkað, hvussu nógva rørslu, tú fært gjøgnum dagin. Tað, at vit gera hetta saman, ger, at prátið ofta snýr seg um venjing, sum avgjørt hevur eina positiva ávirkan.
Hevur tú tað betur likamliga og sálarliga við at vera virkin?
- Eg vil siga, at eg havi nógv meiri orku gjøgnum dagin við at renna/venja. Eg havi ikki hugsað so nógv um tað sálarliga, men uttan iva ger tað eisini mun, sigur Jón Dahl-Olsen.
(Í VikuskiftisSosialinum hesaferð, sum fæst til keyps í blaðsølunum, seta vit fokus á heilsu)
Lesið eisini:
Renniskógvar kundu minkað nógv um heilivágin - https://www.in.fo/news-detail/einar-renniskogvar-kundu-minkad-nogv-um-heilivagin











