Óli Jacobsen, felagsformaður
Illgrunasom valskipan
Mítt mótvalevni liggur nú inni við mínari uppstilling og sær, hvørjir stillararnir eru. Eg havi fingið váttað móttøkuna, men havi ikki fingið váttað, um uppstillingin er í lagi, men tað fari eg at krevja, áðrenn freistin er úti.
Hetta svarar til, at var løgtingsval, so skuldu allir teir politisku flokkarnir latið sínar listar inn til tann eina, lat okkum siga Miðflokkin til góðkenningar. Ein løgin mannagongd. Eg meti tað sera óheppið, at mítt mótvalevni skal kenna mínar stillarar, sum ongin annar kennir uttan sóknarformaðurin her í økinum.
Tað er tankavekjandi, at longu nú hevur ein manning (mínir stillarar) fingið ábreiðslu frá sínum reiðara fyri at hava skotið eitt annað valevni upp enn Óla. Hvør hevur likið? Og hví man hesin reiðarin hava áhuga í at hava Óla sitandi?
Eg føli meg eisini sera ótryggan við, at tað er umsitingin hjá mínum mótvalevni, sum ger vallistan, t.v.s. avger, hvør sleppur at velja og sendir atkvøðuseðlarnar út. Alt hetta átti grannskoðarin hjá F.F. at tikið sær av, sjálvandi.
Felagsins lógir eru frá 1980. Formaður tá var Óli Jacobsen, sum sjálvandi var arkitektur fyri hesi ivasomu valskipan, sum avgjørt gevur sitandi formanni stórar fyrimunir.
Hetta eru ikki einastu fyrimunir, sitandi formaður hevur. Onkran annan ódemokratiskan fyrimun hevur hann tiltuskað sær, men tað vendi eg aftur til, tá eg fortelji frá vitjanini, eg hevði hjá honum, og eg als ikki var vælkomin.
Allar felagsins lógir skulu endavendast eftir vaktarskiftið.
Í okkara verð er tað grundleggjandi, at eingin ivi skal vera um, at eitt val gongur fyri seg á ein rættan hátt. Tískil er tað eisini eitt álvarsmál at leggja nakran sum helst undir nakran form fyri "illgrunasama valskipan".
Men hinvegin kann sigast, at kann tað ikki undirbyggjast, skuldi hetta verið eitt álvarsmál fyri tann, sum setur fram slíkar skuldsetingar.
Hjá okkum er nóg mikið at vísa til fakts í málinum, sum vísa, at tað er ikki minsta grundarlag fyri hesum illgitingum.
Tað er avdúkandi fyri innlitið hjá Dan R Petersen í hetta mál, at hann nevnir bert viðtøkurnar hjá FF frá 1980 í síni illgiting móti sitandi formanni.
Tað minsta innlit í felagsviðurskifti vísir, at eitt felag, sum er stovnað í 1911 hevur havt viðtøkur undan 1980. Uttan at hava sammett viðtøkurnar undan og eftir formansskiftið í 1971, ber als ikki til at gera nakra niðurstøðu um avleiðingarnar av verandi viðtøkum. Men her er ikki minsta kanning gjørd. Ein slík vildi eisini oyðilagt niðurstøðuna.
Men henda sammeting skal verða gjørd her:
Viðtøkur felagsins frá 1.januar 1939.
Her skal tilskilast, at valskipanin hevur verið galdandi síðan 1931.
Til felagsformansval hevur hvør sýsla rætt til at stilla upp ein mann.
Tá uppstillað er til felagsformansval, senda sýsluformenninir óupphaldiliga til skrivstovu felagsins skrivligt skjal, sum týðiliga vísir, hvør ið uppstillaður er í sýsluni.
Valið fer fram á tann hátt, at hvør limur fær ein stemmuseðil, har nøvnini á teimum uppstillaðu eru prentaði. Hann setur so kross við navnið á tí manni hann velir og undirskrivar seðilin við sínum fulla navni og bústaði….
Sóknarformenninir við tiltaksmonnum stjórna øllum valum. Tá atkvøðugreiðslan er liðug í sóknini sendir sóknarformaðurin óupphaldiliga…seðlarnar innaftur til skrivstovu felagsins.
Atkvøðisgreiðslan kann ikki standa uppá meira enn 48 tímar í hvørji sókn, og seðlarnir mugu vera komnir aftur á skrivstovu felagsins innan 30.dagin eftir, at teir eru útsendir til sóknarformannin.
Við …. felagsformansval skal atkvøðugreiðslan vera skrivlig og opinber.
Her síggja vit í fyrsta lagi, at í 75 ár hevur mannagongdin við uppstilling verið tann, at fráboðan um valevni hevur verið send skrivstovu FFs. Øll hesi árini er tað neyvan komið fyri, at ivamál hevur verið sett um hetta hvørki frá taparum ella vinnarum. Tað er í hvussu er ikki komið fyri seinastu 40 árini.
Tað kann nevnast, at t.d. Starvsmannafelagið, sum hevur líknandi mannagongd við uppstilling sum FF, hevur somu skipan sum vit á hesum økinum. Nevniliga at uppstilling verður fráboðað felagnum. Tískil er einki grundarlag fyri at leggja sitandi formann undir at hava "uppfunnið" hesa mannagongdina.
Viðtøkur felagsins frá 1980.
Viðtøkurnar frá 1939 eru broyttar í 1973 eftir at sitandi formaður varð valdur. Í 1980 varð samtykt eitt ískoyti um sjómannadeild.
Nýggju reglurnar fyri val eru hesar:
Uppstilling og val
Við val av felags- og sýsluformonnum hevur hvør sókn rætt til at stilla upp ein mann.
Við val av felagsformanni hava eisini limirnir á teim skipum, sum eru burtur, tá uppstillingin fer fram, rætt til at stilla upp ein mann. Maður er uppstillaður sum felagsformansevni, um 5 sóknir/skipsmanningar skjóta hann upp.
Valini eru loynilig og fara fram eftir reglum, sum felagsstjórnin ásetur. Skipast skal so fyri, at limir, sum eru burtur, meðan valið fer fram, skulu hava høvi at greiða atkvøðu.
Atkvøðuseðlar verða sendir til grannskoðara felagsins, sum telur atkvøðurnar upp.
Tað er rætt, at sitandi formaður var arkitekturin aftanfyri hesar nýggju reglur. Endamálið var fyrst og fremst at fáa greiðar reglur og síðan at fáa reglur, har fiskimenn kundu fáa betri møguleikar bæði at stilla upp og velja
Broytingarnar í mun til undanfarnu viðtøkur vóru hesar:
Manningar á skipum fingu møguleika at stilla upp. Frammanundan vóru tað bert sóknir og sýslur.
Meðan atkvøðuseðlarnir fyrr skuldu sendast til skrivstovu FFs, skulu teir nú sendast til grannskoðara felagsins, og valini skuldu eru duld, har tey fyrr ikki vóru tað.
Tað er beinleiðis ásett, at menn, sum eru burtur, skulu hava høvi at velja, og tí er freistin at velja longd eina 1 mánað frá 1. januar til 1. februar.
Niðurstøða: Veruleikin er tann mótsetti av tí Dan R Petersen førir fram.
Valið verður annars avgreitt eftir reglugerð, sum er samtykt av felagsstjórn felagsins, og tað verður skipað í neyvum samstarvi við grannskoðara felagsins.
Vit halda tað ikki vera neyðugt at koma inn á øll tey dømi, har Dan R Petersen roynir at skapa iva um valið. Tað er óneyðugt at vísa til meira enn hesa reglu í greinini:
Felagsins lógir eru frá 1980. Formaður tá var Óli Jacobsen, sum sjálvandi var arkitektur fyri hesi ivasomu valskipan, sum avgjørt gevur sitandi formanni stórar fyrimunir.
Tað er hervið dokumenterað, at hetta er ikki bert beinleiðis ósatt. Sannleikin er tann beint mótsatti. Tað er júst takkað verið viðtøkubroytingum í skeiðnum hjá verandi formanni, at Dan R Petersen kann stilla upp til felagsformansvalið í ár.
Sannleikavirðið í hansara grein er sum heild tað sama sum í hesum døminum.
Tórshavn, 3.desember 2006.
FØROYA FISKIMANNAFELAG