Í gjár kastaði Sosialurin ljós á nýggja OECD kanning um danska fólkaskúlan, sum varð almannakunngjørd í seinastu viku. Úrslitið var, at álvarsom sjúkueyðkenni eru at hóma millum danskar fólkaskúlanæmingar á fakliga økinum, har stórur partur antin ikki dugir at lesa ella eru funktionellir analfabetar á annan hátt, tá fólkaskúlaskeið teirra er liðugt.
Føroysk kanning
Ongar slíkar kanningar eru gjørdar fyri føroyska fólkaskúlan, men av tí at vit nýta so at siga somu fólkaskúlalóg og sama leist sum danir, er áhugavert at vita, um tað stendur eins illa til í Føroyum, og um vit ikki eisini hava brúk fyri at kanna okkara fólkaskúlastøði. Næstformaðurin í Føroya Lærarafelagi, Magnus Tausen, sigur seg prinsipielt vera atfinnandi mótvegis slíkum kanningum, men samstundis mælir hann til, at vit fara undir at granska og kanna føroyska fólkaskúlan við støði í okkara egnu viðurskiftum.
- Tað er avgjørt átroðkandi við nýggjum kanningum av føroyska fólkaskúlanum, og leypandi eftirlit, evalueringar og kvalitetskanningar er nakað, vit ongantíð ov skjótt eiga at stinga út í kortið, sigur Magnus Tausen, sum dagliga starvast sum lærari í Tórshavnar Kommunuskúla. Men í sama viðfangi vísir Magnus á, at slíkar kanningar, sum OECD júst hevur framt í Danmark, eins væl kunnu vera skaðiligar, um teir ikki verða gjørdar við røttum motivum og anda.
- Slíkar kanningar, sum OECD júst hevur staðið fyri í Danmark, taka altíð støði í ávísari skipan við ávísum kriterium, og tí er ikki vist, at vit kunnu nýta somu kanning í Føroyum, sigur Magnus Tausen. Hann heldur, at føroyski politiski myndugleikin skuldi sett nevndir at endurskoða, granska og kanna fólkaskúlan, men ein fortreyt fyri hesum er felags stev og samstarv.
- Niðri hevur OECD kanningin elvt til eitt stríð millum politikarar og lærarafelagið, har kanónin serliga verður vend móti lærarafelagnum, og tá er slík kanning uttan nyttu, slær næstformaðurin í lærarafelagnum fast. Hann leggur dent á, at fortreytin fyri menning er eitt samstarv, og í Føroyum skuldi hetta verið fingið í lag millum t.d. pedagogfelagið, lærarafelagið og politiska myndugleikan. Saman skuldi átak sambært Magnus verðið framt at hyggja nærri at, hvussu vit veruliga eru fyri samanborið við umheimin á fólkaskúlaøkinum.
- Tí eftirlýsi eg, at vit ogna okkum innlit í støðið á skúlum okkara, uttan at kanónin verður vend móti nøkrum, slær Magnus Tausen fast.
Atferðartrupulleikar økjast
Lærarin í Tórshavnar Kommunuskúla metir ikki, at fakligi førleikin hjá føroyingum er eins vánaligur, sum hann sambært OECD kanningini er í Danmark. 18% av donsku fólkaskúlanæmingunum duga sambært hagtølunum ikki at lesa eftir lokið fólkaskúlaprógv, umframt at stórur partur sigst vera analfabetar, men Magnus er bjartskygdari um føroyska ungdómin.
- Hóast eingi tøl fyriliggja, eri eg vissur í, at hetta talið er minni í Føroyum, og vit hava avgjørt færri funktionellar analfabetar við loknum fólkaskúlaprógvi, sigur Magnus Tausen. Ein høvuðsorsøk til hetta er sambært Magnus, at føroyingar ikki hava eins nógvar fremmandar tilflytarar í skúlunum, sum hava verri at fóta sær fakliga, og hetta bøtir sjálvsagt um viðurskiftini.
- Hinvegin lesa føroyskir næmingar nógv minni nú enn áður, umframt at fleiri og fleiri næmingar hava grundleggjandi atferðartrupulleikar, og hetta eru álvarsamir og nýggir trupulleikar, vit við møguligari kanning og øktari gransking kundu fingið staðfest og farið í hernað ímóti, sigur næstformaðurin. Hann nevnir eitt prát, hann fyri stuttum hevði við lærara, sum byrjaði við einum 1. flokki fyri tíggju árum síðani, og sum so aftur byrjaði við einum 1. flokki fyri stuttum.
- Sambært hesum lærara er grundleggjandi atferð næminganna høvuðsmunurin í dag samanborið við fyri tíggju árum síðani, og hetta er broytt til tað verra. Umframt tað eru næmingarnir nógv verri og seinni at lesa í dag enn áður, slær Magnus fast. Hann heldur, at hetta í ein mun er orsakað av tøknifrøðiligu kollveltingini seinastu árini, samstundis sum baklandið hjá alt fleiri næmingum ikki tykist vera nøktandi. Hesar grundleggjandi sosiologisku og sálarfrøðiligu orsøkir elva til høvuðstrupulleikarnar, og hetta kann lærarafelagið sambært næstformanninum á ongan hátt ákærast fyri, sum tað t.d. verður í Danmark í hesum døgum.
- Við hesum hevur skúlin fingið álagt nógv fleiri og størri uppgávur enn áður, tí umframt at undirvísa skulu lærararnir eisini vera t.d. sálarfrøðingar, sigur Magnus. Hann saknar og mælir harðliga til, at eftirútbúgvingar til lærarar verða raðfestar, so teir kunnu endurnýggjast og fylgja við nýggju trupulleikunum í nútíðini, umframt at skúlarnir kundu veitt mæmingum við trupulleikum professionella sálarliga hjálp.
Samstarv
Donsku politikararnir hava í hesum døgum sum sagt úr at gera at finnast at danska lærarafelagnum í kjalarvørrinum av áðurnevndu kanning, men Magnus Tausen heldur, at trupulleikarnir ofta eru nógv djúpari og meiri grundleggjandi enn bert at ákæra lærararnar.
- Sum fakfelag góðtaka vit als ikki, at kanning verður gjørd, sum bert elvir til atfinningar mótvegis lærarunum, so um slík kanning verður gjørd í Føroyum, má talan vera um eitt samstarv millum ymsar bólkar heldur enn eitt álop á lærararnar, slær Magnus Tausen fast. Men hann undirstrikar samstundis, at lærararnir sjálvsagt taka ímóti atfinningum, og at teir á summum økjum kundu gjørt sítt arbeiði betri.
- Hóast ónøktandi arbeiðsumstøður skal eg tó leggja afturat, at fólkaskúlanæmingar sleppa alt ov lætt, tí vit lærarar eru mangan ov dovnir og seta ikki nóg høg krøv til næmingarnar, vísir Magnus Tausen á. Fyri veruliga at fáa greiðu á viðurskiftunum heldur Magnus tí, at kanningar skuldu verið gjørdar, so vit fáa staðfest, hvat er gott, og hvat liggur á láni.
- Á henda hátt høvdu vit ítøkiliga avdúkað trupulleikar og eginleikar í føroyska fólkaskúlanum, og er hetta tí ein avbjóðing til politiska myndugleikan at stinga út í kortið, sigur Magnus Tausen.
Hann sigur, at í løtuni fer eingin gransking fram á fólkaskúlaøkinum, og at einki innlit tí fæst um fólkaskúlaskipan okkara. Nógvir grundleggjandi spurningar um fólkaskúlan hanga í leysum lofti, og innlit er ein fortreyt fyri, at myndugleikar og fakfeløg saman seta sær nøkur mál og velja eina felags menningarleið fyri okkara næmingar.
- Er tað rætt, at vit hava 40 ára gamlar skúlar við 25 næmingum í hvørji stovu? Skulu vit leggja okkum eftir sentralari skúlastýring mótvegis lokalsamfelagsligum atlitum? Skulu vit leggja størri dent á sálarliga hjálp til næmingar? Hetta eru nakrir fáir av mongum spurningum, vit hava brúk fyri at vita, og tí mugu vit saman seta fólkaskúlan undir sjóneyku, slær Magnus Tausen at enda fast.
Sostatt er bólturin spældur yvir til Mentamálaráðið at taka nýggj initiativ at menna fólkaskúlan við nýggjum og afturvendandi kanningum, og mentamálaráðharrin úttalar seg í næstu útgávu um málið.