Sp/f Røkt: - SEV monopol oyðileggur kappingarførið

Privata felagið sp/f Røkt fer í næstum at seta í gongd heilar tríggjar vindmyllur, sum skulu framleiða orku inn á høvuðsnetið hjá SEV. Men sp/f Røkt hevur bert møguleika fyri at selja orkuna til SEV, tí teir kunnu ikki brúka netið hjá SEV, soleiðis at teir kunnu selja til aðrar brúkarar. ? Vit hava brúk fyri einum politiskum signali fyri at tryggja javnari kapping, sigur Jóhan í Niðristovu, sum er ein av monnunum aftanfyri sp/f Røkt

Mett verður, at tað er ein lítil kollvelting innanfyri føroyska orkuvinnu, at tríggjar vindmyllur eru komnar upp at standa í Vestmanna. Hetta tí, at vindmylluorka er eitt lutfalsliga nýtt fyribrigdið í Føroyum, og tí at aðrir, kanska lættari, hættir verða nýttir til at útvinna orku, sum vindmylluorkan skal kappast ímóti.
Í fyrsta umfari er trupult at koma inn á ein markna, har til dømis vatnorka ráðar. Tí kann tað fyri mong tykjast, sum tað ikki ber til at fáa nakra veruliga vindmylluorku-vinnu upp at standa í Føroyum. Og nógv mótstøða hevur eisini verið móti ætlanini av fyrstan tíð, og tískil hevur tað verið trupult, at rokkið endaliga málinum um at fáa framleiðlsuna í gongd.
Jóhan í Niðristovu, sum er ein av monnunum aftanfyri verkætlanina, váttar fyri Sosialinum, at ávísar kreftir hava ikki júst stuðlað tiltakinum. Ì hesum sambandi sigur Johan í Niðristovu, at teir hava brúk fyri SEV, nú teir fara í holt við orkuframleiðslu. Men teir vilja nokk ikki hava nakran annan inn á marknaðin, sigur Jóhan í Niðristovu.
Teir í sp/f Røkt eru noyddir at arbeiða saman við SEV, tí teir skulu brúka netið hjá teimum. Í sp/f Røkt hava Jóhan í Niðristovu og teir gjørt avtalu við SEV um, at tann orkan, sum vindmyllurnar framleiða, skal seljast til SEV tey næstu tíggju árini.
Men tað var truplult hjá Johan í Niðristovu at fáa hesa avtaluna í lag. Áðrenn teir fóru í holt við verkætlanina, høvdu teir brúk fyri at vita, um teir kundu selja orkuna til SEV. Eg havi í hesum sambandi ofta tosað við Klæmint Weihe, men hann segði, at hetta hevði hann onki við at gera, og bað meg so tosa við stýrið, sigur Jóhan í Niðristovu um royndirnar at fáa avtalu í lag.
Johan í Niðristovu samráddist síðani við stýrið í SEV og fekk at enda eina samstarvsavtalu í lag. Avtalan snýr seg í høvuðsheitum um, at sp/f Røkt framleiðir orku inn á høvuðsnetið hjá SEV. Tað vil siga, at sp/f Røkt selir orku til SEV til ein fastsettan prís.

Òjøvn kapping
Men trupulleikin við hesum er, at sp/f Røkt ikki kann veita orku beinleiðis út til brúkararnar, tí sp/f Røkt kann ikki brúka netið hjá SEV til hetta endmálið. Tað vil við øðrum orðum siga, at sp/f Røkt hevur bert ein keypara av síni orku, og tað er kappingarneytin SEV. Hinvegin hevur almenna felagið SEV atgongd til allar brúkararnar í Føroyum, og er hetta ein greiður fyrimunur hjá teimum, tí teir eru einasta felag á marknaðinum, júst tí sp/f Røkt ikki hevur møguleika at selja til nakran annan enn SEV.
Tískil er støðan hon, at privata felagið sp/f Røkt kappast ímóti einari monopol-fyritøku, og eru tað ongar lógir á økinum, sum beina fyri hesum ójavnanum.
Jóhan í Niðristovu sigur, at endamálið hjá teimum sjálvsagt er at koma inn á netið, so teir sjálvir kunnu velja, hvørjum teir selja orkuna. Tað er nevniliga soleiðis, at um ein fyritøka bert hevur ein keypara av síni vøru, og um fyritøkan hevur fyri neyðini at selja vøruna til henda keypara, so kann keyparin í veruleikanum sjálvur áseta prísin.
Hevur ein hinvegin fleiri keyparar, so gerst kappingin javnari á økinum, tí sum er, kann SEV velja at áseta ein órímiligan prís fyri orkuna, soleiðis at sp/f Røkt ikki gerst kappingarført.
Klæmint Weihe úr SEV varð ikki at hitta áðrenn evstamark, men Poul Arni Jacobsen, formaður í SEV-stýrinum, sigur, at tað hevði verið púra órealistiskt at givið sp/f Røkt ein órímiliga lágan prís fyri orkuna. Vit skulu minnast til, at vit hava gjørt eina samstarvsavtalu, har báðir partar fáa ágóðan av samstarvinum, sigur Poul Arni Jacobsen, formaður í SEV-stýrinum. Poul Arni leggur aftrat, at verkætlanin hevði jú ikki blivið til nakað, um teir ikki vístu ein ávísan samstarvsvilja.
- Vit spyrja okkum sjálvar, hvat fáa vit burturúr hesum her, og niðurstøðan er hon, at tað loysir seg at keypa orku frá sp/f Røkt fyri 40 oyru fyri hvønn kilowatttíma, sigur Poul Arni Jacobsen. Hann sigur eisini, at umframt orkuna, so fáa teir eisini ymisk hagtøl frá vindmyllunum, sum kunnu brúkast í framtíðini í sambandi við vindmylluarbeiði.
Men Poul Arni Jacobsen leggur dent á, at vit kunnu ikki hava ov nógvar vindmyllur í Føroyum. Okkara net hevur ikki so stóran kapasitet, og tískil kunnu vit ikki knýta ov nógvar vindmyllur í netið, sigur Poul Arni, og leggur aftrat, at vindmylluorka er ein óstøðug orkukelda. Vit hava brúk fyri álítandi orku, og tað kunnu vindmyllurnar ikki tryggja, og tískil mugu vit gagnnýta hinar orkukeldurnar, sigur Poul Arni Jacobsen, formaður í SEV-stýrinum.
- Tú mást altíð hava ein motor í reserva í eini vindmyllu, tí um myllan steðgar, so má hon fáast í gongd aftur við motori, staðfestir Poul Arni Jacobsen. Niðurstøðan hjá Poul Arna Jacobsen er tískil, at vit kunnu ikki bert dúva upp á vindmyllur. Tað er ómøguligt, sigur ein greiður formaður í SEV-stýrinum.

Brúk fyri politiskum signali
Men hetta hevur ikki forðað Jóhan í Niðristovu og sp/f Røkt at gjørt stórar íløgur í vindmyllurnar. Jóhan í Niðristovu sigur, at teir trúgva upp á hesa verkætlanina, men at tað er brúk fyri einum greiðum politiskum signali.
Bjarni Djurholm, sum umsat orkumál, tá sp/f Røkt byrjaði at arbeiða við verkætlanini, sigur, at vinnumálaráðið stuðlar alternativari orku, og at hann vildi arbeiða fyri at ávirka politisku skipanina til tess at tryggja betri umstøður. Bjarni Djurholm sigur eisini, at tá orkumál fóru yvir til Eyðun Elttør, so vóru greið signal um, at hetta er vert at arbeiða við.
- Eg ætlaði, áðrenn málið varð givið Eyðuni Elttør, at arbeiða fyri einari líknandi skipan, sum man hevur á teleøkinum, har fjarskiftisskipanin virkar. Tað vil siga, at man á orkuøkinum fekk eina sokallaða el-skiftislóg, sum tryggjar, at aðrir operatørar kunnu koma inn á netið og veita orkutænastur, sigur Bjarni Djurholm, landsstýrismaður í vinnumálum, sum altso ikki umsitur orkumál longur.
Jóhan í Niðristovu sigur í hesum sambandi, at tað er vónin, at politiska skipanin fer at taka hetta til eftirtektar og slóðað fyri, at javnari kapping verður á økinum. Og eftir øllum at døma liggur væl fyri hjá sp/f Røkt, tí eftir altjóða mátistokki, so liggja teir heilt væl fyri. Væntandi fara vit at veita 3 % av samlaðu orkunýtsluni, og er hetta á hædd við til dømis Týskland, sigur eina vónríkur Jóhan í Niðristovu.