Latið útróðarmenn veiða útróðrarfiskin

- Teir gomlu søgdu, at fært tú bæði stóran og smáan fisk, er hetta eitt gott tekin. Í løtuni fæst toskur í øllum støddum, men nøgdirnar eru ikki so stórar. Teir gomlu søgdu eisini, at toskurin tók ikki botnin aftur, fyrr enn tað fór at myrkja, sigur Rúni Poulsen, útróðarmaður

Umborð

 

Útróðrarbáturin Tóra í Nólsoy loysti klokkan um 07.30-tíðina mikumorgunin. Kósin varð sett á leiðirnar vestur úr Trøllhøvda. Tveir mans á bátinum, Rúni Poulsen og Marnar á Skúr. Teir høvdu 25 stampar við.

Seint mikukvøldið ringdu vit til Rúna, sum eigur bátin saman við bróðuri sínum, Bárði.

- Rúni er ikki komin til hús enn, men teir eru komnir aftur at landi. Eg kann biðja hann ringja, sigur Ivy, sum býr saman við útróðrarmanninum.

Tey hava bygt nýggj hús í Nólsoy.

Løtu seinni ringir Rúni.

- Veiðan er stívliga 3.000 pund, 400 pund toskur, restin er hýsa og góður hvítingur.

Hetta er fyrsti túrurin, Tóra er á hvítingi í ár.

Prísirnir fyri hvíting eru skiftandi.

- 10 krónur fyri kilo er hampiligt, hitt dugir ikki.

Útróðrarmaðurin er nøgdur við hendan túrin, men misjavnt er, hvussu gongur.

- Vit vóru ein annan túr vestur úr Nípubakkanum herfyri, settu og drógu 30 stampar á 70-80 favna dýpi. Veiðan var vánalig. Tað nógva var bara skrambul.

Bummtúrur.

Men tað var ikki av ongum, at teir enn einaferð vildu royna leiðina úr Nípubakkanum. Ein túr fyri nøkrum árum síðan fingu teir nógvan kalva á hesi leið, men tað hevur ongantíð eydnast aftur.

Tóra hevur annars fingið fleiri fittar kalvaspraggur og onkran hampiligan kalva ymsastaðni í summar.

- Ein dagin herfyri fingu vit 8, ein annan dagin 12. Tað kvinkar um prísin. Eg haldi, at tað hevur verið heldur meira av kalva seinastu trý árini.

Brøðurnir keyptu útróðrarbátin 12. mars ár 2000, ein AWI 33, sum teir seinnu longdu upp í 38 føtur.

- Vit fingu okkum eisini slengrikjølar. Haraftrat hava vit fingið okkum eina presending í øðrum borðinum. Nú er onnur bátssíðan meira at kalla innilokað.

Leingjanin og slengrikjølarnir broyttu bátin nógv.

- Presendingin ger stóran mun, tá veðrið er illfýsið. Hon er eisini góð móti rulli, tí hon stabiliserar bátin.

Rúni sigur, at bert í tveimum førum er hon kanska ein lítil vansi. Tað er, tá lagt verður at – ella lagt verður frá landi í vindi, og tá ið drigið verður undan; tá hevur báturin hug at fella í annað borðið. Fyrimunirnir eru tó nógv fleiri enn vansarnir.

Tað man vera á fáum útróðrarbátum, at menn skiftast um at verða umborð og í landi, men hesa skipan hava brøðurnir umborð á Tóru.

- Tríggir mans eru knýttir at bátinum, tveir umborð og ein í landi. Eg og Bárður skiftast um at verða umborð. Tann, sum ikki er við, skipar fyri í skúrinum. Vanliga er annar umborð nakrar fylgjandi dagar í senn.

Hevur tað gingið trupult hjá øðrum, kann vera skilagott at lata hin sleppa framat.

- Tú kanst eisini koyra troyttur, tá tað gongur minni væl, og tá kann vera skilagott at skifta. Ofta gerst tú tvørur, tá tú gerst troyttur, sigur hann.

Rúni Poulsen fór ungur til skips. Hann byrjaði í 8. flokki í Havn eftir loknan barnaskúla í Nólsoy, men gekk bara til jólar.

- Sjógvurin dró. Pápi førdi Kapilsund, sum var ein “skittari”, og eg vildi sleppa til skips.

Hann var við Kapilsund, til hann fór í smiðjulæru á Tórshavnar Skipasmiðju sum knappliga 19 ára gamal. Hin 1. november í 1986 var hann liðugur at læra.

- Eg tímdi ikki at læra meira, men vildi sleppa útaftur at fiska.

Rúni var við rækjutrolaranum Ran frá tí, at Agga í Garðastovu og Johan Godtfred keyptu skipið, til hann í 1994 fór til Danmarkar at royna eydnuna.

- Eg var fyrst við einum báti, sum trolaði eftir ymiskum fiskasløgum og hummara, men tey nógvu árini – seks í tali – var eg við 20-tonsaranum Søren Kanne úr Grenaa. Hetta vóru góð ár, har vit tjentu væl. Trolbáturin hevði loyvi at fiska alt árið og øll fiskasløg. Vit royndu við troli og seldu veiðina á fiskamarknaðum – alt eftir á hvørjum leiðum, vit royndu. Onkuntíð seldu vit til ávísar keyparar.

Rúni sigur, at um veturin royndu teir mest í Kattegat, og tá summarið byrjaði at koma, fóru teir norðureftir móti Oslofjørðinum. Síðan fóru teir runt um Skagen og í vesturhavið á leiðirnar úti fyri Esbjerg. Út á heystið fóru teir so innaftur í Kattegat.

- Vit veiddu øll møgulig fiskasløg, eins og hummarið var ein týðandi partur av veiðini.

Tveir og tríggir mans vóru við Søren Kanne í senn, og hvør túrur vardi í mesta lagi einar fimm dagar. Tá var báturin sum oftast fullur.

Vit spurdu eisini Rúna, hvat honum dámar lívið sum útróðrarmaður, nú hann og bróðurin hava róð út á egnum kjøli í nøkur ár.

- Hetta líkist faktist eitt sindur tí, eg gjørdi í Danmark, hóast Søren Kanne var trolbátur. Púra erligt! Eg tími einki annað enn at rógva út. Hetta verður helst tað, fyribils. Lívið sum útróðrarmaður kann vera strævið, ikki minst ein slíkan vetur sum seinasta, tá veðrið royndist bedrøviligt.

Rúna dámar lítið, nú róð verður uppundir, at útróðrarbátar við línu kanska skulu út um 3 fjórðingar, tí toskurin skal vera so illa fyri.

- Eg og bróður munnu teljast millum yngstu útróðrarmenn í dag, og sum árini ganga, fara nógvir at fella frá. Tí síggi eg ikki vinnuliga útróðurin sum tann stóra trupulleikan. Heldur áttu myndugleikarnir at skert tann partin av útróðrarflotanum, sum verður rikin av monnum, ið hava annað arbeiði.

Hann ivast onga løtu í, at menn, sum hava góðar skipskjansir og leggja seg heima at rógva út í síni frítíð eins og fólk í almennum størvum, fiska í minsta lagi helmingin av teirri veiði, sum tikin verður á innastu leiðunum.

- Tað er so galið, at vit, sum rógva út alt árið, tíma slett ikki á Norðhavið um várarnar longur, tí har eru í stóran mun menn, sum leggja seg heima at rógva út og vænta sær góðan fong upp á lutfalsliga stutta tíð. Hetta er órógvandi.

Hann heldur, at menn, sum ikki eru fulltíðar útróðrarmenn, áttu at fingið eina lutfalsliga lítla kvotu, sum teir kundu selt.

Spurdur, hvussu hann heldur útlitini vera við toskinum, vísir Rúni til tað, sum teir gomlu plagdu at siga. Teir hildu nevniliga, at fært tú bæði stóran og smáan fisk í senn, er hetta eitt gott tekin.

- Í løtuni fæst toskur í øllum støddum, men nøgdirnar eru ikki so stórar. Hetta er ring fiskitíð við línu. Teir gomlu søgdu eisini, at toskurin tók ikki botnin aftur, fyrr enn tað fór at myrkja, sigur Rúni Poulsen, útróðarmaður.