Arne Treholt hevur viðurkent, at hann hevði loyniligar fundir við umboð fyri Sovjettsamveldið, og at hann gav teimum onkur skjøl, men hann noktar fyri, at nakað av tí, sum hann hevur gjørt, kann kallast [...] løgreglan, sum fylgdu við hesum fundum, sá, at ongar upplýsingar, sum kundu skaða trygdina hjá ríkinum, lætnar víðari til hesar diplomatar, sigur Arne Treholt. - Tí haldi eg framvegis, at tað, sum eg varð [...] ørindum. Tá var hann varauttanríkisráðharri í Noregi. - Eg haldi, at tað var í 1977, at eg skuldi til Føroya í sambandi við at arbeitt var við at fáa 200 fjórðinga sjómark. Men eg kom ongantíð so langt, tí tað
Kortini syngja tit sum sagt á føroyskum? Ja, eg haldi tað liggur væl fyri at syngja á føroyskum. Tað hendir seg mær enn so, at okkurt er, sum mær ikki dámar so væl at syngja, men tá er tað sum oftast sjangran [...] oftast eri glaðast fyri er, um tað eydnast mær at fáa sagt tað, eg vil siga so einfalt sum gjørligt. Tað er málið. Eg haldi sjálvur, eg onkuntíð havi hug at gerast í so svulstigur. Tað má eg ansa eftir. [...] Vestmenn? ? Tað er fyrst og fremst at geva fólki góðan undirhaldstónleik, at tey fáa eitt upplivilsi. Tað nýtist ikki at hanga so nógv við. Men sjálvandi gerst tú glaður, um onkur sangur stendur eftir, og verður
eru har, so sum familja. Eg haldi, at alt er eitt sindur tilvildariligt. Hvat heldur tú? OMR: Eg havi fingið ein møguleika at siga okkurt sum longu er sagt fyrr, bara á ein annan hátt. TD: Er ikki alt [...] hárið.) TD: Endamálið hjá mær er ikki at moralisera, men at vísa á eina søgu og á persónarnar í søguni, og hvat teir fara ígjøgnum. At vísa á ta broyting, sum ger at menniskju ikki altíð eru tey somu. OMR: [...] haldi, at tað er ein máti at finna seg sjálvan. Eg kann ikki gera við, at eg fái eitt hugskot – tá ið eldur kemur í búkin á mær. Eg má fylgja tí. Eg geri tað, sum gevur mær eld í búkin. Eg dugi ikki at keða
var sannførd um, at øll onnur fóru at halda, at tað var mín skuld. At eg var orsøkin til, at Per gjørdi tað, greiðir Erla frá. Kaldur og ólekkur Erla sá ikki Per, fyrr enn hon skuldi siga farvæl við hann [...] Erla byrjaði at hoyra søgur, sum vóru farnar at ganga. Ein var, at Erla skuldi vera við barn. Ein onnur var, at Per hevði tikið sítt lív, tí Erla hevði gjørt tað liðugt. Eg hoyrdi enntá, at vit skuldu havt [...] avgerðina hjá honum hóast alt. Eg veit, at hann hevði nógvar og tungar trupulleikar at dragast við, men eg helt, at hann var ræðuliga sjálvsøkin at taka lívið av sær uttan at hugsa um, hvat vit avvarðandi standa
leikarar sum Kristian á Lakjuni og John Ryan givnir av ávum, sum ikki hava nakað at gera við tað, sum fyriferst á vøllinum. - Omaná alt hetta, men kanska samanhangandi við tí fyrstnevnda, vil eg siga, at leikararnir [...] síðani, at B36 hevur staðið seg somikið væl. - Tað, sum harmar meg, er at tey, sum stýra felagnum, takka fyri hetta við at hála meg í rættin. Tað má so vera teirra stílur, og annars ætli eg mær ikki at gera [...] viðvíkjandi. - Heldur ikki dugi eg at skilja, at FSF ikki roynir at gera størri nýtslu av teimum útlendsku venjarum, sum eru í landinum. Eg hevði t.d. sjálvur vónað, at sloppið at vant onkran av yngru árgangunum
tað vóru mong, sum ivaðust í, hvussu skilagott tað var at keypa Smyril. ?Tað vóru nógv sum hildu, at tað var tann reini, blanki ørskapur at keypa eina flatbotnaða ferju, sum var smíða til at sigla á donskum [...] eina bilinum, sum stóð á dekkinum, og hann fyltist við sjógvi. ? Býttir, sum vit vóru, fóru Frederik Højsted og eg út á dekkið at royna at bjarga, tí sum eftir var av flamingoplátum. ? Fyri at bjarga mátti [...] var ikki sørt at bangilsi var farið at breiða seg í teimum, sum bíðaðu á tvørakei, tí Smyril kom ikki fram. Og aftaná tann túrin vóru tað summi ferðafólk, sum vóru við, sum svóru uppá, at Smyril mundi gingið
má sleppa at siga, at samkynd eiga at drepast: men hann eigur ikki fáa loyvi til at standa uttanfyri húsini hjá forkvinnuni í Friðarboganum og spyrja eftir hansara homofobisku kórdreingjum um at drepa hana [...] trongskygdum og øðrum víðgongdum fingið at vita, at eg burdi "skamma meg". Hetta, tí at eg ? við at arbeiða ímóti homofobi ? virki fyri rættindi teirra samkyndu; tí at eg javnseti mannalív sosum álvarsliga [...] Mikronesia heldur enn at bjarga og betra lívið hjá túsundtals av medmenniskjum; tí at eg finnist at føroyskum prestum fyri at vera alt annað enn samfelagsliga nærlagd-ir og fyri at vera ópolitiskir og,
drekkur, so vita vit, at hon setir djúp spor í børn, sum vaksa upp undir slíkum umstøðum. Vit síggja ofta, at onkur verður fráhaldsfólk burturav, meðan onnur fara at drekka. Ringt at fóta sær Umstøðurnar [...] Gáttin er høg at koma upp um, tí tað er so eyðmýkjandi at ásanna, at ein ikki megnar at umsita rúsdrekka, bæði fyri sær sjálvum og øðrum. Fáa tey eina góða móttøka, fer hon heilt inn at sálini og tey minnast [...] Eg eri ikki tann sum skal døma ella fordøma. Tey eru nógv, sum duga at drekka við máta, og tað skulu tey hava loyvi til. Ikki fyrr enn tað er líka vanligt at sita við eini sodavatn sum við eini øl ella
sigur, at fyri at kunna staðfesta nakað við vissu, so er neyðugt at gera fleiri kanningar yvir eitt áramál. Hann heldur ikki, at talan er um eitt tilvildarliga høgt tal av ungum í Føroyum, sum siga seg hava [...] alarmerandi. ? Tað er ikki óvanligt, at ungfólk hava destruktivar tankar um seg sjálvi. At tey spekulera nógv, og at tey av og á gerast so mótfallin, at tey hugsa, at tey tað sama kundu verið deyð, greiðir [...] teimum, sum siga seg hava roynt at tikið lívið av sær, er heili 12%, kann August staðfesta, at talan ikki er um nakran ávísan vandabólk av ungum. Tað eru ung úr øllum stættum, sum fjala seg handan høgu
i um at gerast rithøvundur. Stóran part av tíðini føli eg meg sum ein lunda, sum fer skvatlandi eftir aldunum og roynir at koma sær at flog. So knappliga er hon har, kenslan av at flugva og av at kenna [...] mamma Kára fer út at arbeiða hálva tíð, og pápin vinnur so væl, at tey kunnu flyta í nýggj hús í Hoyvík Eg havi leingið havt hug at siga søguna um 60ara ættarliðið, sum var jú tað fyrsta, sum veruliga hevði [...] r ikki sum so ein partur av søguni um Kára. Og tó Lisbeth er skjót at staðfesta, at tað neyvan slepst undan, at onkur útgáva av postkolonialum hugburði sníkir seg inn í sjónarhornið við tað, at hon er