Tinghelludebatt
Agga Niclasen
attitude@niclasen.fsnet.co.uk
?????
Um eitt nú attitude@niclasen.fsnet.co.uk havi eg frá trongskygdum og øðrum víðgongdum fingið at vita, at eg burdi "skamma meg". Hetta, tí at eg ? við at arbeiða ímóti homofobi ? virki fyri rættindi teirra samkyndu; tí at eg javnseti mannalív sosum álvarsliga brekað børn og einstaklingar langt inni í Alzheimer við apur; tí at eg ? av samvitsku-, búskaparligum- og mentanarávum ? virki fyri at fáa fleiri ikki-føroyingar til landið; tí at eg tali fyri eini rúsevnis-løggildan, har státurin trokar av "tað privata" av narkomarknaðinum við at bjóða út rúsevnið ókeypis; tí at eg seti spurnartekin við Kyoto-sáttmálan og, yvirhøvur, hví vit sýnast nógv fúsari at spandera eina asins rúgvu av peningi uppá eina ? serliga fyri fólk, ið knossast og stríðast fyri dagligt breyð ? láturliga viðarlund í Mikronesia heldur enn at bjarga og betra lívið hjá túsundtals av medmenniskjum; tí at eg finnist at føroyskum prestum fyri at vera alt annað enn samfelagsliga nærlagd-ir og fyri at vera ópolitiskir og, tessvegna, órógvandi týdningsleysir; tí at eg finnist at Vatikaninum og átali, at Móðir Teresa ? verandi ein sadistiskur, víðgongdur kristin, ein umberari fyri nøkrum av heimsins mest avskræmiligu harðræðisstýrum og tilvitaður njótari av fíggjarsviki ? gjørdist til halgimenni og tí at eg ? við at arbeiða ímóti Stalin-um-berarum og Che-fjepparum ? virki fyri vælfyrireikaðum, altjóða-stýrdum uppíleggingum inn í harð-ræðislond sum til dømis Kekenia og Kuba við seinnameiri demokratisering.
Tó at skendskt og æruskemmandi orðalag, andveik boð um "hvør eg í veruleikanum eri, hvar eg komi frá" saman við rasistiskum, homofobiskum og líknandi, táputryggjaðum viðmerkingum verða strikað, trúgvi eg enn á rættin til fullkomiligt talufrælsi. Samsvarandi haldi eg eisini tað vera í lagi hjá Óla Breckmann í ÚF undan síðsta løtingsvali at borðreiða við rasistiskum, homofobiskum og líknandi trongskygdum úttalilsum ? eg haldi ikki at Óli Breckmann átti at verið blakaður út úr landinum fyri hetta!
Eisini hevði eg hildið tað verið í lagi hjá Yusuf al-Qaradwi ? ein ultra-íhaldssinnaður "muslimskur" klerkur búsitandi í Englandi ? at komið til Føroya og greitt frá hví hann heldur, at júst forkvinnan í Friðarboganum átti at verið førd upp á takið á Føroya Tele og, a la Fidel, skumpað út av tí... ella bara steinað til deyiðis uttanfyri flokshølini hjá Fólkaflokkinum (ímeðan gardinurnar liva).
Talufrælsið má nevniliga uppírokna frælsið at koma við barnsligum, fúlum, illa-vorðnum og andstyggiligum úttalilsum. Ella er tað púrur uppspuni ? eitt frælsi aftanfyri fongsulsmúrar. Um tú ikki verjir frælsið hjá teimum, tú roknar fyri einki, íðan, tá hevur tú heldur ikki veruligt álit og trýrt tú ikki á frælsið.
Har eru tvær orsøkir til hví talufrælsi ? og, í aðrar mátar, framsagnir av ymsum slag ? í einhvørjum frílyntum samfelagi eigur at verjast. Vesturlendsk samfeløg eru tøknisliga og intellektuelt samansett tí at tey eru grundað á meginreglurnar í upplýsingartíðini frá 18. øld. Ein av teim meira týðandi meginreglunum er at hugskot eiga verða frítt kjakað. Góð hugskot ? tey, ið fáa eitthvørt at rigga ella lýsa veruleikan nágreiniligari ? fáa undirtøku, og vánalig hugskot vera fyri ósigri, og vrakað, um grundgevingar. Nei, tað riggar ikki altíð; men breiði sannleikin í hugskotunum hevur verið sjálvt grundarlagið fyri tí menning, vit nú í longri tíð hava notið ? og sum er hví einræðissamfeløg, ið jú kúga og steðga talufrrælsi, verða verandi fangað í armóð.
Í sjálvum sær hevði tað kanska ikki verið so galið at sensurera trongskygdar meiningar, eitt fjákut hugskot ? at bannað Gerhardi Lognberg, við Ginusøgum og hvønndagsligari homofobi í huga, nakrantíð aftur at úttala seg um mentan, ið ikki uppíroknar jólamenn og postkassar. Men at taka til at múlabinda fólk, vit ikki dáma, er einki frægari enn at fylla dieselmotorin í okkara vóngóðu menning við bensini; ella taka til "positivitet" og "alternativan heilivág" so at lekja krabba, tá ið ?kemo? og geisling er einasta alternativið. Vit skapa, rætt og slætt, ein rakstrarmátt ímóti sensuri, ið verður óvanliga torførur at steðga; og frælsi, ið er óskiftiligt, gerst tá skiftiligt.
Tað, at talufrælsi við jøvnum millumbili hevur tørv á at verða vart ? oftani í samband við at menniskjaligir analfabetar sosum Jean-Marie le Pen, Móses [sic] Hansen og vísindaligi analfabeturin, Charles Windsor, av ørvitisligum felagsskapum og londum verða bodnir til onnur øki í Evropu at tala teirra søk ? vísir hvussu fátækt talufrælsi-hugtakið í grundini hevur verið sementað í hugsanarháttinum hjá okkum. Í Amerika verjir vinstrasinnaða American Civil Liberties Union í heilum grundlógartryggjaða rættin hjá neo-nasistum og øðrum fasistiskum bólkum, eisini andligum svaklingum og fidusmakarum, at tala og mótmæla; felagsskapurin skilur, at borgararættindi kunna ikki skerast í flísar og kortini standa uppi.
Við eitt nú hesum í huga ? um føroyingar vilja eitt liberalt fólkaræði, og ikki eitt státs- ella fyritøku-fólkaræði ? muga vit ?klausulera?, leggja treyt við eina komandi føroyska grundlóg, sum við ótvískiljandi orðum tryggjar talufrælsi; júst sum í Amerika og sum republikanarir í Bretlandi í løtuni virka fyri
(www.Charter88.org.uk).
Jenis av Rana og aðrir glansbílæts-fikseraðir pro-ísraelittar kundu lært av slíkari atgongu til veruligt talufrælsi sum teir leypa á føroyskar fjølmiðlar fyri at vera "pro-palestinskir" og tí ikki "óheftir" ? tað er bara tað, at uttan so tú heilhjartaður tekur undir við teirra sjúkliga sjónarmiði, verður tú markaður, ikki bara "pro-palestinskur", men "anti-ísraelitti". Og tað er júst í hesum, talufrælsi ger seg galdandi: Jenis av Rana fær loyvi at tala fyri rættleikanum í at senda eina ?nydeliga? krússararakett inn í eina 1-kamars íbúð stappað av "ósekum" børnum í gongd við at eta tomatsuppu og, muslimskum børnum líkt, smásparka hvønnannan undir borðinum... fyri síðani at fáa at vita ? av mær ? at eingin rættleiki er í slíkum. Mín rættleiki fær undirtøku, hansara verður vrakaður. Og tess skjótari hasin ?nydeligi? Gunnar Mikkelsen gevst at leita sær inn í fasistiskar bulir sum tann hjá Felagið Føroyar-Ísrael at upptraðka, skjótari doyr misplaseraða samkenslan hjá alt ov nógvum føroyingum við ísraelskan uttanríkispolitikk.
Hatta var so, sum so, hin meginregluliga grundgevingin fyri at vera ímóti sensuri. Men har er eisini ein praktisk ein: einki ger eitt hugskot meira atdráttarmikið enn at banna tað. Um vit banna Torbirni Jacobsen nakrantíð aftur at mæla orð, banna sangbólkinum Salt nakrantíð aftur at geva út fløgu og banna Peturi Jensen og bispi at gera tað, teir nú einaferð eru í holt við, verða tey øll, hvør í sínum lagi, ?kult-figurar?. Nei, so nógv tann besti mátin at skapa uppaftur størri iva um hasi við ivasomum morali og bú-nýtis-mentan, er at lata fólk hoyra tey.
Í Englandi tosa vinstra- sum høgrasinnað nú um at hindra áðurnevnda al-Qaradwi aftur at mæla orð í almennum høpi fyri at vilja oyðileggja fyrimyndarliga sambandið millum bretskar muslimar og "hini", aðrir minnilutar uppíroknaðir. Men hetta hevði ? og áðrenn tey í teim mest militantu samkomunum í Føroyum høvdu klárað at kála eina ?nydeliga? te-termokannu ? gjørt "muslimska" klerkin til hetjuoffur, ein kult-figur. Nei, lat hann tosa. Heldur kanska nakar, veruliga, av álvara ? undantakandi svaklingar í omanfyrinevndu samkomum ? at al-Qaradwi?sa hugskot, sum telja eitt inniligt hatur ímóti Pokemon "tí at Pokemon promoverar ?the unholy notion of evolution", klára at standa ímóti skynsemisligari orðgongu? Hvussu kann tann ovurhondsstóri parturin av bretskum muslimum, og onnur vaksin, vaksin upp í tøknifrøðisliga framkomnum samfeløgum, gera annað enn gnisa?
Har er annars ein ørgrynna av altjóða ? og tí ymisháttaðum ? dømum um hví veruligt talufrælsi er, ikki bara týðandi, men avgerandi fyri eitthvørt samfelag viljandi menning á øllum økjum. Undir Shah?inum bannaði iranski státurin øll týðilig tekn um islam. Avleiðingin: ?ekstremisma? vant upp á seg til islamo-fasistar um síðir tóku við landsins leiðslu. Í Turkalandi, har muslimar av øllum slag hava verið givnir munandi frælsi, hevur militant islam verið væl minni umtókt. Islamo-fasisma er eitt virus, ið veksur í eini mentan, har muslimar kenna seg jagstraðir. Lat muslimar hoyra, hvat hr. al-Qaradwi hevur at siga, og bert heilt fá fara at fylkjast um hann; banna hann, og heilt nógv fara at hava samhuga við honum. Bestu heiliráðini fyri fanatismu, líka frá islamo-fasismu til tey sjúkliga ovfarakátu í føroyskum sertrúarbólkum, er upplýsingartíðin: fræls samfeløg við víðopnari ósemju enda við færri fanatikarum, tá ið samanum kemur.
Í Føroyum, við hampuligum talufrælsi, eru ? viðgangandi ? ógvusliga nógv fólk heft at sertrúarbólkum; men hetta tilskrivi eg natúrligum tornæmi sum úrlsit av innannøring og skortandi sjálvsáliti ? óneyðugari innannøring, um bara vit opnaðu landið hjá ikki-føroyingum at ávirka okkara stirvna sosial-lív, ið einamest vendir seg til keðiligu "familjuna" ella villa og ósofistikeraða unglingin. Men takkað veri upplýsingartíðini ? og tað er nakað hjá okkum øðrum at ugga seg við ? høvdu uppaftur fleiri skrætt kristni-fasismu í seg.
Men hvar eru okkara prestar... hvar eru tit? Væl-vitandi, at fólk ikki ganga í kirkju sum fyrr ? tí eisini har eru okkara prestar nyttuleysir og óáhugaverdir! ? hví í Guds garði brúka teir ikki, ja, "Morgunlesturin" í ÚF at tosa um verulig fyribrigdi, her heima og úti í verð, sæð frá einum kristiligum ? og, sum eitt fráber, ikki kristni-fasistiskum ? sjónarhorni; hví brúka teir ikki tillutaða talufrælsið at royna at mynda, og tí betra, okkara gerandisdag... sæð frá einum kristiligum sjónarhorni? Eg vil tó líka nevna, skoyta uppí: herfyri var eg til eina so einastandandi ? ja, kann eg siga tað? ? vakra jarðarferð; og hetta lutvíst vegna prestin og hansara frælslyntu harm-isku og, yvirhøvur, trúliga nærlagdu stýring av tí partinum av gravleggingini, ið fyrigongur í kirkjuni. (Slíkt arbeiði hevur lønar-hækkan uppiborna av tí at tað er tí aðramáta frágera góðu fólkakirkjuni, við tess einfalda og ófjákuta stíli, verdugt.)
Eisini eiga vit at minnast leiklutin satt talufrælsi hevði sum tað stillaði ófriðin í Norðurírlandi. Ímeðan Margaret Thatcher táttaði í mótvegis Sinn Fein og allur heimurin var hindraður at hoyra hvat Gerry Adams hevði at siga, fór limatalið hjá IRA uppfrá.
Tað er bert í einum føri, talufrælsi skal bannast; og tað er tá ið onkur beinleiðis, blatant og hóttandi spyr eftir ógvusligheitum og harðligum gerðum. Yusuf al-Qaradwi, til dømis, má sleppa at siga, at samkynd eiga at drepast: men hann eigur ikki fáa loyvi til at standa uttanfyri húsini hjá forkvinnuni í Friðarboganum og spyrja eftir hansara homofobisku kórdreingjum um at drepa hana nær sum helst hon kemur undan kavi. Hvussu vamlisligar hansara viðmerkingar enn eru ? harí-millum tær har hann talar fyri at "fara eftir" vanligum ísraelskum borgarum ? er einki av tí, hann higartil hevur sagt í almennum høpi, hesum útumfarandi; og tí er einki til grund-gev-ingar fyri at sensurera hann.
Lógir smíðaðar við tí í hyggju at kroysa saman rættin til veruligt talufrælsi ? "veruligt" verandi sum júst lýst ? eru ætlaðar menniskjum við kroystum heilakapasiteti og minni vitbornum, minni sofisti-keraðum haturi. Allar aðrar frágreiðingar eru smá-borgaraligar, smíðaðar at taka sær av hvønndags-ligum "ærumeiðingum" soleiðis sum tær nú einaferð, í ymsum líki, finna dagin. Og, soleiðis at skilja, at sjálvt um onkur kvøldsvævdur ? nærum "av misgáum" ? traðkar inn í sjálvt tað mest óseka almannaeygað, er viðkomandi ?up for grabs?. Tað snýr seg nevniliga um apsalutta ábyrging.
So lat homofobar, xenofobar, kristni-fasistar, Che-umberarar og óvitbornar umberarar fyri massamordarar yvirhøvur ? tí massamordarar kunna saktans vera vinstravendir og tað er ikki neyðugt at koma upp á miljónina fyri at gerast ein ? og hasi, ið enn ikki hava fatað munin á "mannalív" og "menniskja", og tí heldur ikki hava lykilin til foturtøkumálið og onnur siðfrøðilig mál, endiliga tosa; lat tey greiða mær frá, hví tey halda meg vera "arrogantan", "ómenniskjaligan", "umhvørvisfígg-inda", "nørd" og [ja, bíða við, á jú!] "óføroyskur", sjálvandi. Summa summ-arum, hví eg burdi "skamma" meg. Men eg sigi bara: "Lat tey koma til mín!"
Hinvegin, lat meg so (hava møguleikan at) svara aftur; at fara inn í gronina á teimum, um hetta tænir einum ávísum endamáli og um aftursvarið til eitthvørt, eg havi skrivað, er nóg áhugavert. Jú, tað kann larma, og tað kann vera skitið, og tað kann vera óhugaligt, men tað eitur frælsi.