Takið sjálvmorðsroyndirnar í álvara

? Tað tykist, sum tey ungu síggja sjálvmorðsroyndir sum loysnina uppá truplar og svárar støður. Hava tey hjartasorg ella kenna tey seg ótrygg á annan hátt, so fara tey heim og royna at taka lívið av sær. Og ongum nýtist at varnast hesar destruktivu handlingar, sum tó sjkjótt kunnu gerast álvarsamari, sigur doktarin í sjálvmorði, August Gabriel Wang

? Tað fyrsta eg hugsaði, tá eg sá úrslitið av stóru ESPAD?kanningini var, at tølini fyri tey ungu, ið hava roynt at gera enda á sær, eru eins høg í Føroyum sum í restini vesturheiminum. Har er eitt ávíst mynstur í øllum londunum, og tí mugu vit taka tølini í álvara og líta á tey, sigur sálarlæknin og doktarin í sjálmorði, August Gabriel Wang, sum hevur arbeitt í bæði Odense og Keypmannahavn. Herfyri granskaði hann í sjálvmorðum í Føroyum og skrivaði doktararitgerð um evnið.
ESPAD?kanningin, sum var ein stór kanning gjørd í 35 evropeiskum londum, og sum varð almannakunngjørd 14. desember, kom sum ein skelkur fyri tey flestu. Hon vísti nevniliga, at 12% av okkara 15 ára gomlu hava roynt at taka lívið av sær, og 35% av sama aldursbólki hava hugsað um at gera skaða á seg sjálvan. Eisini vísti kanningin, at okkara ungu roykja illa og drekka alsamt meiri.

Sjálvmorð ? ein reaktión
August Gabriel Wang vísir á, at í stórum kanningum, sum eru gjørdar um sjálvmorð ímillum ung uttanlands, er staðfest, at tað serliga eru tvær orsøkir til sjálvmorðsroyndir ímillum ung. Onnur er hjartasorg, og hin er ótryggleiki.
? Nógvar sjálvmorðsroyndir ímillum ung boða ofta frá broytingartíðum. Hjartasorgin er støðug, men ótryggleikin veksur, tá tíðirnar broytast. Um vit hava mentanarligar, samfelagsligar ella aðrar broytingar, sum ávirka tey ungu, so sæst tað aftur á sjálvmorðstølunum, veit August at siga.
Hann heldur tó, at tá talið er so høgt í øllum vesturheiminum, so er tað tekin um eina broyting í sjálvmorðsmynstrinum. Hann sigur, at tað kann tykjast sum um, at sjálvmorðsroyndir eru vorðnar ein háttur at reagera hjá teimum ungu.
? Fáa tey hjartasorg, so fara tey heim og taka nakrar tablettir, skera seg, ella hvat tey nú gera. Um onkur støða er svár og trupul at koma úr, so fara tey heim og gera skaða á seg sjálvi. Hóast deyðin kanska ikki er tað, tey veruliga ynskja sær, so er sjálvmorðsroynd ofta reaktiónin uppá trupulleikarnar, greiðir August frá.
Og tað er júst tað, sum er so vandamikið. Hóast sera fá fáa so stóran skaða av sjálvmorðroyndunum, at tey noyðast á sjúkrahús, so eru tey farin yvirum markið frá hugsan til gerð, og tá verður tað lættari at gera tað sama næstu ferð, okkurt er galið. Tey koma í ein ringan vana, at »soleiðis reagerar man«, og tá tað endurtekur seg fleiri ferðir, gerst tað veruliga álvarsamt. Tí tað er skjótt til at tey seinni gera meiri burturúr, og tá ikki vakna aftur.
August sigur víðari, at tað í ungu árunum serliga eru genturnar, ið royna at taka lívið av sær. Hann heldur eina orsøk vera, at ungar gentur reagera inneftir, meðan dreingir reagera úteftir.
? Um ungir dreingir verða útsettir fyri hjartasorg ella ótryggleika, so reagera teir ofta við at drekka seg fullar, berjast, koyra skjótt ella okkurt tílíkt. Teir venda vreiðini úteftir, og reaktiónin fer tí eisini tann vegin. Genturnar harafturímóti venda vreiðini inneftir, og tí royna tær oftari enn dreingir at gera enda á sær, greiðir August frá.

Handlingin er eitt mark
Sálarlæknin sigur tað vera vanligt, at ung fólk hugsa nógv um lív og deyða. Men at talið av sjálvmorðsroyndum er so høgt, heldur hann vera alarmerandi.
? Tað er ikki óvanligt, at ungfólk hava destruktivar tankar um seg sjálvi. At tey spekulera nógv, og at tey av og á gerast so mótfallin, at tey hugsa, at tey tað sama kundu verið deyð, greiðir August frá.
Hann leggur tó dent á, at tað aloftast ikki er ynskið um at doyggja, sum er tað berandi aftanfyri slíkar tankar, men bert ótryggleiki ella mótfalni. Aloftast gera tey tí ikki álvara av sjálvdestruktivu tankunum.
Hann heldur tí, at tey 35 %, sum hugsa um at gera skaða á seg sjálvi, ikki eru í størsta vandabólkinum.
? Øll kunnu hugsa um at gera okkurt, men tá tú fert frá hugsanini og gert álvara av henni, fert tú yvir um eitt mark. Handlingin er markið ímillum hugsan og gerð, og tá tey ungu fara um tað markið, skulu vit taka tey í størsta álvara, sigur August Gabriel Wang.
Hann heldur, at hóast bert fáar av sjálvmorðsroyndunum hjá hesum 15 ára gomlu síggjast aftur í kirkjugarðinum ella á sjúkrahúsunum, so eru hetta álvarsamar hendingar, tí tá tey ungu hava umsett eina sjálvmorðshugsan til eina sjálvmorðsroynd og eru farin um markið, er møguleikin, at tey gera tað aftur, stórur.
? Hóast sjálvmorðsroyndirnar eru fysiskt mildar, og hvørki elva til deyða ella annað mein, so fremja tey ungu eina gerð við tíð fyri eyga at skaða seg sjálvi. Antin tey taka nakrar pínutablettir ella tey skera seg sjálvi, so taka tey eina avgerð og handla tilvitað. Tá gerst tað av álvara vandamikið, sigur August.


Gáttin til sjálvmorð lág
August greiðir frá, at yvirdosis av tablettum og at skera seg, eru vanligastu hættirnir, tá ið fólk royna at gera enda á sær. Fysiska atgongdin til bæði knívar og tablettir er løtt, tí tað fæst til keyps allastaðni. Men August vísir víðari á, at psykiska atgongdin eisini er løtt. Hann sigur, at í dagsins samfelag verður tað góðtikið at fólk taka tablettir. Tað er ókey at brúka medicin av øllum hugsandi sløgum, og av tí sama gerst tað eisini torført at fylgja við, nær tað verður til misbrúk.
?Fólk hava fingið ein meiri leysan holdning til heilivág, og hetta ávirkar sjálvsagt eisini tey ungu. Tey eru vand til at inntaka medicin um okkurt bagir, og tað ger, at vegurin til yvirdosis er vorðin lættari. Vit kunnu siga, at gáttin til sjálvmorðið er vorðin munandi lægri nú, enn hon var fyri nøkrum árum síðani, vísir August Wang á.
Av tí, at talið á teimum, sum siga seg hava roynt at tikið lívið av sær, er heili 12%, kann August staðfesta, at talan ikki er um nakran ávísan vandabólk av ungum. Tað eru ung úr øllum stættum, sum fjala seg handan høgu tølini.
? Tá tey meiri tilkomnu gera sjálvmorð, eru tað í flestu førum slík, ið klára seg illa, eru sálarliga sjúk ella hava stórar alkoholtrupulleikar. Men talið ímillum tey ungu er heili 12%, og tað er ov nógv til, at tey kunnu bólkast á tann hátt. Hetta prógvar eisini hugsanina um, at sjálvmorð er vorðin ein háttur at reagera, sigur hann.

Rúsevni ávirka
Espad kanningin vísti umframt sjálvmorðstølini eisini hagtøl fyri royking og drekking ímillum tey 15 ára gomlu í Føroyum. Øll tølini vísa seg at vera vaksandi.
Spurdur um vaksandi tølini fyri sigarettir og rúsdrekka munnu hanga saman við tølinum fyri sjálvmorðsroyndir, svarar August, at tað er ilt at siga júst í hesum førinum. Men sum oftast eru rúsevni uppií sjálvmorðsroyndum.
? Rúsevni fáa teg at reagera nógv kraftigari enn tú annars vildi gjørt. Tað eru serliga tey, ið hava eina kenning, ið eru mest útsett. Tá hava tey framvegis vitið at fata, men tey reagera ógvusligari enn vanligt. Tí er nærliggjandi at hugsa, at rúsandi evni kunnu hava eina ávirkan á tølini, svarar August Wang.
Í sambandi við ávirkan, vísir August á, at stóru stjørnurnar, sum eru fyrimyndir hjá teimum ungu, hava eina sera stóra ávirkan á tey. Hann sigur, at serliga tónleikastjørnur, sum doyggja fyri egnari hond draga nógv ungfólk við sær á somu kós, tí tær seta eitt ávíst kult í sjálvmorðið.
Eisini í filmum síggjast nógvar sjálvmorðsscenur, sum vísa á sjálvmorðið sum eina loysn. Fólk, sum taka nakrar tablettir ella skera seg í handliðini, sovna og vakna síðani aldrin aftur. Lætt og pínuleyst. August staðfestir, at hetta als ikki kann samanberast við veruleikan.

Má takast í álvara
August sigur, at fyri at kunna staðfesta nakað við vissu, so er neyðugt at gera fleiri kanningar yvir eitt áramál. Hann heldur ikki, at talan er um eitt tilvildarliga høgt tal av ungum í Føroyum, sum siga seg hava roynt sjálvmorð, tí tølini eru eins høg um alt vesturevropa.
? Tað er neyðugt at finna útav og staðfesta hvat hetta er fyri fenomen, tey ungu hava fingið sær fyri. Og tað er neyðugt at byrja sum skjótast at geva ungum og foreldrum upplýsing um evnið, sigur August.
Tað kann gerast beinleiðis, við at undirvísa skúlanæmingum um evnið, ella tað kann gerast óbeinleiðis, við at undirvísa lærarum um evnið, soleiðis, at teir fáa flættað tað inn í undirvísingina. Tað hevur eisini týdning at foreldrini fáa kunning um evnið, soleiðis, at tey kunnu fáa eyga á eyðkennini hjá teimum ungu.
? Tað er av stórum týdningi, at slík undirvísing verður væl tilrættarløgd. Tað vísir seg nevniliga, at um kunning um sjálvmorðsroyndir verður innførd ov tíðliga, hevur hon øvugta ávirkan. Hon eggjar tá teimum ungu at royna tað, heldur enn at skrekkja tey frá tí. Kemur undirvísingin um evnið ov seint, er ikki vist, at hon fær neyðugu ávirkanina, og ger nakran mun í vanunum. Men við góðari »timing« meti eg tað verða alneyðugt at greiða teimum ungu frá um vandan í hesum álvarsama evnið, sigur sálarlæknin August Gabriel Wang at enda.