Tað endaði málleyst, tá ið skálamenn og argjamenn í dag hittust undir Mýruhjalla á Skála. Úrslitið ber við sær, at Skála vann næstbestu deildina við 72 stigum, og at AB endaði næstfremst við 69 stigum. Hesi bæði liðini flyta upp í bestu deildina, har tey avloysa FC Suðuroy og TB.
B71 kappaðist leingi við AB um næstfremsta plássið. Eftir summarsteðgin hilnaðist tað ikki so væl hjá sandoyingum, men í dag gekk tað væl. B71 vann 3-0 á heimavølli ímóti ÍF. B71 endaði á triðja plássi við 56 stigum.
Úrslitið í dag ber við sær, at ÍF endaði á fimta plássi. ÍF vann 37 stig og var tvey stig aftanfyri næstbesta liðið hjá Víkingi.
Á Sandi í dag var Tobias Koktvedgaard tvífaldur málskjútti, og Suni Herman Petersen staðfesti 3-0 sigurin. Hálvleiksstøðan var 1-0.











