Sunnvá Dahl í Tórshavnar Býráð

Sunnvá Dahl Høgfeldt tók á seinasta býráðsfundi 23. oktober í Tórshavnar Kommunu sæti fyri Annfinn Brekkstein, ið var burturstaddur.

Annfinn situr í býráðnum fyri Sambandsflokkin. Sunnvá fekk á seinasta býráðsvali næstflestar atkvøður á Sambandslistanum. Hon er sostatt varafólk fyri Annfinn Brekkstein, tá hann ikki fær møtt á býráðsfundi.

 

Hetta er aðru ferð í ár, at Sunnvá Dahl Høgfeldt hevur tikið sæti í býráðnum. 

 

Sunnvá er 30 ára gomul. Hon hevur stóran áhuga fyri tí, ið hendir í Tórshavnar Kommunu, og verður hetta neyvan seinastu ferð, at hon verður at síggja á býráðsfundi í Havn.

 

##med2##