Størsta vónbrotið í fótbóltslandskappingini 2000 hevur uttan iva verið KÍ. Undan kappingarárinum tóktist ikki vera nakar ivi um, at verandi føroyameistararnir fóru at skúgva alla mótstøðu til viks.
Mann fyri mann tóktist liðið at vera nógv tað sterkasta í landinum, og við einum sigursvandum venjara við róðrið, skuldu verið góð útlit fyri, at gullmerkini aftur í ár fóru til Klaksvíkar.
Fleiri orsøkir
Nú kappingarárið av álvara er farið at halla, er støðan tó ein heilt onnur. Ivaleyst eru fleiri orsøkir til væntandi úrslitini, og í royndunum at fáa greiðu á hesum, hava vit spurt venjaran hjá KÍ, Tomislav Sivic, hvørjar orsøkir hann heldur hava vigað mest í so máta.
- Lat meg fyrst og fremst siga, at tað eru fleiri orsøkir til, at áriði hevur hilnast somikið illa fyri okkara viðkomandi.
- Fyrst og fremst tykist tað mær, at føroyski mentaliteturin hevur nógv at siga í so máta. Vit hava sæð tað við føroyameistarunum seinnu árini, har hvørki B36, HB ella KÍ hava megna at hildi sama støði, árið eftir at tey hava vunnið meistaraheitið.
- Heldur ikki hava vit havt tað hepnið, sum skal til fyri at vera oddalið. Hóast vit ikki áttu tað uppiborið, taptu vit teir báðar fyrstu dystirnar, so longu tá byrjaði tað at ganga skeiva vegin hjá okkum.
- Harumframt hava vit eisini mist leikarar í árinum, og eitt nú eru leikarar sum Kristian á Lakjuni og John Ryan givnir av ávum, sum ikki hava nakað at gera við tað, sum fyriferst á vøllinum.
- Omaná alt hetta, men kanska samanhangandi við tí fyrstnevnda, vil eg siga, at leikararnir á liðnum ikki hava verið nóg disciplineraðir. Hetta má eg so eisini taka mín part av ábyrgdini fyri, tí eg havi kanska lagt í so nógva ábyrgd á leikarar, sum ikki hava megnað at borið hana.
Tungt at taka arvin yvir
Nógv hava eisini sett fram spurningin, um ikki missurin av Kurt Mørkøre hevur verið ov stórur?
- Eg veit ikki um man kann siga, at missurin av Kurt hevur verið ov stórur. Liðnum hevur tó væntað ein rættuliga leiðara í ár, og so hava vit heldur ikki havt málskjúttan, sum kann avgera dystirnar. Hesar eginleikar hevði Kurt, og í so máta er tað rætt at vit sakna hann.
- Hóast alt omanfyrinevnda kann tykjast heldur keðiligt, so vil eg eisini leggja dent á, at tað so sanniliga eisini hava verið positivar upplivingar við KÍ hetta kappingarárið.
- Vit spældu væl í Europa-Cup, og serliga seinni dysturin móti Reyðu Stjørnu var sera góður frá okkara síðu. Minnast skal eisini til, at talan helst er um sterkasta lið, sum hevur spælt móti føroyskum felag í Europa-Cup høpi, so vit høvdu avgjørt orsøk til at vera stoltir av okkara avriki í hesum dysti.
- Eisini haldi eg, at tað í nógvum dystum hevur eydnast okkum at spælt vakran fótbólt, og hjá nógv meta okkum sum tað liðið, sum hevur spælt mest undirhaldandi av øllum. Hesum havi eg altíð lagt meg eftir, og í so máta hevur gingist væl hetta árið.
- Eitt annað, sum kanska ikki so nógv hugsa um, men sum eisini hevur havt sína ávirkan, er, at tað var sera tungt at taka yvir eftir Tony Paris. Serliga í byrjanini varð eg alla tíðina samanborin við hann, og tað haldi eg ikki vera rættvíst, tí vit eru ikki sami persónar.
- Ikki tí, eg havi alla virðing fyri teimum úrslitum, sum Tony Paris hevur rokkið, men eg haldi tað ikki vera »fair« at skula samanberast við hann alla tíðina. Nakað sum onkur av fjølmiðlunum gjørdi nógv burturúr.
Fullan stuðul
Hóast KÍ venjarin sjálvur dugur at síggja fleiri positivar lutir í tíðarskeiðinum í Klaksvík higartil, so skerst ikki burtur, at úrslitaliga er hetta lakasta ár hansara yvirhøvur í føroyskum fótbólti.
Spurdur um hetta ásannar hann, at tað er so, og sjálvsagt sigur hann seg eisini vera vónbrotnan av hesum.
- Eg eri tó ikki typan, sum bara gevur upp uttan víðari, og eg ætli mær framhaldandi at virka fyri, at úrslitini gerast betri. Eg veit væl, at summi fólk fegin høvdu sæð onkran annan í venjarasessinum, men so leingi eg eri í starvinum, ætli eg mær at gera eitt gott arbeiði.
- Eg vil í hesum føri nevna, at leiðslan í KÍ alla tíðina hevur stuðlað mær í einum og øllum, og hetta havi eg verið sera fegin um. Hetta er í hvussu so er nakað, sum eg ikki hava upplivað sum venjari hini árini, eg havi verið í Føroyum.
- Eg ætli mær heldur ikki, at eitt vánaligt ár skal oyðileggja tey góðu, sum eg havi havt í Føroyum, og eitt er so púra vist. Sjálvur havi eg lært nógv meira hetta eina árið, enn hini tilsamans, og eg eri sannførdur um, at eg fari styrktur undir arbeiði mítt komandi ár.
Menningin steðgað
Fleiri ferðir í ár hevur verið ført fram, at føroyska landskappingin ikki er eins sterk, og hon hevur verið undanfarin ár. Fleiri spælarar eru farnir uttanlands at spæla, og hetta hevur gingið út yvir dygdina. KÍ venjarin er als ikki ósamdur í hesum, og vísir á fleiri lutir, sum eru orsøk til hetta.
- Fyrst og fremst sær tað út til, at føroyingar eru vorðnir eitt sindur troyttir. Leikarar og venjarar hava lagt sera nógv fyri seinnu árini, og hóast teir nú eisini í ávísan mun fáa løn fyri hetta, so haldi eg, at feløgini mugu gera upp við seg sjálvan, hvat tað er, sum tey í veruleikanum ætla.
- Eitt ættarliðsskifti stendur fyri framman, tí fleiri royndir leikarar eru ikki longur at finna í kappingini, men verður rætt borið at, er einki at vera bangin um í so máta. Eitt nú er U-18 árgangurin hjá Føroyum óvanliga evnaríkur, og dugi væl at ímynda mær, at einir fýra ella fimm av hesum kunnu koma heilt langt við fótbóltsevnum sínum.
- Eitt annað, sum hevur viðført eina lækkandi dygd, er, at fleiri av teimum útlendsku leikarum, sum seinastu tíðina eru komnir higar, ikki hava verið nóg góðir. Eftri mínari fatan skal ein útlendskur leikari verða ein greiður styrkur fyri lið sítt. Hann skal stýra viðleikarum, biðja um bóltin, og vera við til at avgera dystirnar. Hesir leikarar hava verið sera sjáldsamir í ár, og eitt nú hava vit sjálvir kent sviðan av hesum. Eisini á hesum øki mugu feløgini gera sær greitt, hvat tey vilja, tí aloftast er tað soleiðis, at leikaradygd og prísurin fyri leikaran eru nær tengd at hvørjum øðrum.
- Samanumtikið hevur alt hetta viðført, at dygdin í føroysku kappingini er lækkað í mun til undanfarin ár, og hetta haldi eg eri galdandi á øllum økjum. Fyri liðini, einstøku leikararnar og eisini fyri dómararnar.
Tíðin í B36
Er tíðin higartil í Klaksvík tann lakasta, tá mált verður í úrslitum, vóru tey trý árini í B36 hinvegin bestu árini hjá Jugoslavanum.
Eitt gullmerki í fyrsta árinum, umframt heiðursmerki tey bæði næstu árini vóru úrslitið av hesum, og mong vóru av teirri fatan, at árstalsfelagið í hesum tíðarskeiði spældi besta fótbóltin í landinum.
Samstarvið endaði tó heldur keðiligt, og tað var ikki nakar skilnaður í sátt og semju, tá partarnir í fjør heyst fóru hvør til sítt. Tomislav heldur sjál
- Lat meg fyrst og fremst siga, at eg eri ógvuliga stoltur av teimum árunum, sum eg var í B36. Vit vunnu meistaraheitið fyri fyrstu ferð í 35 ár, og áttu umboð í Europa á hvørjum ári, og úrslitaliga er tað langt síðani, at B36 hevur staðið seg somikið væl.
- Tað, sum harmar meg, er at tey, sum stýra felagnum, takka fyri hetta við at hála meg í rættin. Tað má so vera teirra stílur, og annars ætli eg mær ikki at gera nakra viðmerking um hetta.
- Verður hugt eftir, hvat er hent í felagnum í ár, so haldi eg hetta vera púra ørt. At senda venjara og spælarar heim fýra umfør fyri kappingarárslok, tykist í mínum hugaheimi fullkomuliga við síðuna av. Serliga tá felagið eftir mínari fatan hevur fingið so góð úrslit, sum teir á nakran hátt kundu droymt um. Tú skalt minnast til, at so at siga eitt heilt lið er skift út, og tú kanst ikki lasta venjaranum fyri, at hann ikki fær bygt eitt nýtt lið upp eftir einum ári.
- Eg vóni bara, at viðhaldsfólkini hjá felagnum fyrr ella seinni vakna, soleiðis at tey seta spurning við, hvat hasir menninir gera í felagnum.
- Tað er tó ikki bara av tí ringa. Tað, sum teir hava gjørt. Teir hava millum annað eisini bygt eitt flott hús við góðum skiftingarrúmum.
Framtíðin
Tá tosið fellur inn á framtíðina í KÍ, og í venjarayrkinum yvirhøvur, er Tomislav ikki í iva.
- Eg havi eitt ár eftir av sáttmálanum við KÍ, og hetta ætli eg mær eisini at halda.
- Eftir mótgongdina, sum eg havi havt í ár, haldi eg meg nú vera til reiðar at gerast meistari við liðnum. Serliga tí eg alla tíðina havi fingið fullan stuðul frá leiðsluni.
- Eftir hetta rokni eg ikki við, at verða verandi í Føroyum, tí eg havi eisini ætlanir um at koma víðari. Eg havi hægstu jugoslavisku venjaraútbúgvingina, og eg rokni ikki við, at tað verður trupult at fáa starv aðra staðni. Satt at siga, so hevði eg eitt tilboð úr Jugoslavia í vetur, men tá hevði eg longu bundi meg til KÍ.
Tá tosið fellur inn á framtíðina hjá føroyskum fótbólti, er venjarin ikki heilt so avgjørdur.
- Føroyskur fótbóltur hevur upplivað eina sanna kollvelting seinnu árini. Fleiri útlendskir venjarar og spælarar eru komnir til landið, og pengar eru eisini komnir við í spælið.
- Framburðurin av hesum hevur eisini verið sjónligur, og ikki minst sæst hetta aftur í avrikunum, tá føroyskir leikarar royna seg uttanlands. Landsliðið stendur seg aloftast sera væl, og verður sæð burtur frá útidystinum hjá B36 í ár, so standa feløgini seg eisini sera væl í europeiskum høpi.
- Hetta er eisini nakað, sum verður bitið merki í uttan um okkum, og eitt nú vóru so at siga øll jugoslavisk bløð av týdningi til dystin, sum vit spældu móti Reyðu Stjørnu í Beograd.
- Skal menningin varðveitast, er tó alneyðugt, at størri dentur verður lagdur á ungdómsarbeiðið í feløgunum. Hetta er eitt øki, sum alt ov lítið verður gjørt við, og hóast nøkur feløg royna at gera eitt skipað arbeiði hesum viðvíkjandi.
- Heldur ikki dugi eg at skilja, at FSF ikki roynir at gera størri nýtslu av teimum útlendsku venjarum, sum eru í landinum. Eg hevði t.d. sjálvur vónað, at sloppið at vant onkran av yngru árgangunum, men eg dugi ikki at síggja, hvørji kriterium teir nýta, tá venjarar verða settir, so hetta havi eg nú uppgivið.
- Tað verður tó ikki við beiskleika, tá eg um eitt ár farið av landinum. Eg havi havt nøkur góð ár higartil í Føroyum, og tað góða fer helst altíð at standa framman fyri tað keðiliga, sum sjálvandi eisini er á skránni viðhvørt, sigur Tomislav Sivic at enda.










