Tað fór sum ein skelkur um alt Noregi og øll norðurlond, tá ið norski embætismaðurin Arne Treholt ein vetrardag í 1985 varð handtikin á Fornebu flogvøllinum í Oslo og skuldsettur fyri njósning. Sambært norsku fregnartænastuni var Treholt tá ávegis til ein fund í Wien við ein russiskan agent, og hann hevði 66 loynilig skjøl við sær í viðførinum.
Arne Treholt varð skuldsettur fyri at hava njósnast til frama fyri Sovjetsamveldið og Irak, og hann varð eisini dømdur 20 ára fongsulsrevsing. Í dóminum varð sagt, at Treholt hevði volt stóran ímóti Noregi. Tá ið hann hevði sitið í fongsli í góð átta ár, varð hann náaður og latin leysur. Hann flutti stutt eftir úr Noregi og hevur verið búsitandi í Grikkalandi, Arabisku Emiratunum, Russlandi og síðani 1998 á Kypros.
Um vikuskiftið kemur Arne Treholt til Føroya at siga sína søgu fyri føroyingum. Hetta er fyrstu ferð, at Arne Treholt vitjar í Føroyum, men hann var einaferð ávegis til Føroya í politiskum ørindum. Tá var hann varauttanríkisráðharri í Noregi.
- Eg haldi, at tað var í 1977, at eg skuldi til Føroya í sambandi við at arbeitt var við at fáa 200 fjórðinga sjómark. Men eg kom ongantíð so langt, tí tað var mjørki í Føroyum. Vit sluppu ikki avstað, tá vit skuldu, og so varð ferðin avlýst. Tí gleði eg meg nú til umsíðir at sleppa at vitja í Føroyum, sigur Arne Treholt.
Eg njósnaðist ikki
Arne Treholt hevði í fleiri ár verið undir illgruna fyri at njósnast til frama fyri Sovjettsamveldið. Illgrunin kom av, at hann hevði tætt samband við fólk á sovjettisku sendistovuni í Oslo. Og tá ið hann so varð handtikin í 1985, fall hamarin eisini í rættinum. 20 ár í fongsul fyri njósning og landasvik.
Arne Treholt hevur viðurkent, at hann hevði loyniligar fundir við umboð fyri Sovjettsamveldið, og at hann gav teimum onkur skjøl, men hann noktar fyri, at nakað av tí, sum hann hevur gjørt, kann kallast njósning.
- Eg havi allatíðina – frá fyrstu skuldsetingini og fram til dagin í dag – noktað fyri, at mítt samband við sovjettiskar diplomatar hevði nakað sum helst við njósning at gera, sigur Arne Treholt í einum greiðum, diplomatiskum tónalagi.
- Høvuðsákærurnar ímóti mær bygdu á, at eg skuldi havt latið loyniligar upplýsingar frá mær, meðan eg gekk á Forsvarets Højskole frá september 1982 og fram til várið 1983. Hetta var tíðin, tá ið eg fyrstu ferð fekk atgongd til nakað, sum kann kallast hernaðarligar loynidómar, og um slíkar upplýsingar vóru lætnar víðari, kundu tær føra til eina skuldseting um njósning.
- Eg hevði tveir fundir við sovjetiskar diplomatar, sum eisini høvdu samband við fregnartænastuna KGB, men løgreglan, sum fylgdu við hesum fundum, sá, at ongar upplýsingar, sum kundu skaða trygdina hjá ríkinum, lætnar víðari til hesar diplomatar, sigur Arne Treholt.
- Tí haldi eg framvegis, at tað, sum eg varð skuldsettur fyri og lutvíst eisini dømdur fyri, bygdi á, at vit vóru mitt í kalda krígnum – hetta var ein ákæra og ein dómur, sum var partur av kalda krígnum, heldur hann.
Mátti rýma úr Noregi
Arne Treholt var ein týðandi norskur embætismaður, tá ið hann varð handtikin, og so broyttist lívið hjá honum fullkomiliga.
- Tað var sera trupult at fyrihalda seg til at verða dømdur í fongsul fyri njósning, men eg royndi at varðveita eina positiv hugsan um tilveruna. Tað var avgjørt ikki lætt, men tað var ein uggi fyri meg, at eg helt meg ongantíð hava gjørt nakað, sum eg skuldi í fongsul fyri. Tað gav mær eina styrki til at fara ígjøgnum eina drúgva fongsulsrevsing, sigur hann.
Í 1992 varð Arne Treholt leyslatin úr fongslinum.
- Tað var næstan líka óveruligt, sum tá eg bleiv settur í fongsul, sigur hann.
- Tá eg kom úr fongsli brúkti eg fyrstu tíðina til at finna út av, hvussu eg skuldi koma víðari, og hvat eg skuldi fara at takast við. Eg royndi meg eina tíð sum freelance journalistur, men tað var trupult, tí mítt rættarmál hevði verið nógv frammi í miðlunum, og øll fólk hildu seg kenna mína fortíð, og tí fann eg skjótt út av, at Noreg var eitt ov lítið land til, at eg kundi etablera eina nýggja tilveru har.
- Eg helt ikki, at eg kundi byggja nakað nýtt upp, og tí valdi eg at flyta av landinum. Eg var eina tíð í Grikkalandi, eg var í Abu Dabi í Arabisku Emiratunum, og eg var eisini eina tíð í Russlandi. Síðani 1998 havi eg so búð her á Kypros, greiðir Arne Treholt frá.
Hann arbeiðir í dag í einari fyritøku innan fíggjarheimin, sum millum annað ger íløgur og handlar við valuta.
Persónligi prísurin
Njósnaradómurin broytti lívið hjá Arne Treholt fullkomiliga, og hann hevur síðani livað við avleiðingunum av dóminum.
- Alt mítt lív varð vent upp og niður, og eg hevði livað eitt gott og lætt lív, til eg varð tikin. Og alt tað, sum eg hevði ynskt mær at royna, hevði eg roynt, men so kom tann stóri niðurtúrurin og tann stóra mótbrekkan, men soleiðis er lívið fyri tey flestu av okkum, sigur hann.
- Viðhvørt upplivir tú tað góða, og viðhvørt skal tú ígjøgnum eina harða roynd. Eg vóni, at eg havi staðið ta royndina og eri komin sterkari burtur úr henni, sigur Arne Treholt.
Hann hevur ongantíð viðurkent, at hann skuldi hava verið njósnari, men hann viðurkennir, at hann hevði ov tætt samband við sovjettisk umboð.
- Tað er eingin roykur uttan eld, og eg hevði helst ov tætt samband við onkur umboð fyri Sovjetsamveldið, sum eg hevði illgruna um – og eisini skuldi vitað – høvdu samband við KGB. Og harvið skapti eg møguleikar fyri einum máli og einari slíkari prosess, sum eg mátti ígjøgnum, sigur Arne Treholt.
Sunnudagin ber til at hoyra Arne Treholt greiða frá sínari søgu á tiltaki í Norðurlandahúsinum
Myndatekstur:
- Alt mítt lív varð vent upp og niður, og eg hevði livað eitt gott og lætt lív, til eg varð tikin. Og alt tað, sum eg hevði ynskt mær at royna, hevði eg roynt, men so kom tann stóri niðurtúrurin og tann stóra mótbrekkan, men soleiðis er lívið fyri tey flestu av okkum, sigur Arne Treholt um njósnaraákæruna
Mynd:Polfoto
(treholt-gamalt)
Norska fregnartænastan eygleiddi fundir, sum Arne Treholt hevði við fólk frá sovjettisku sendistovuni í Oslo
Fakta
Arne Treholt er fyrrverandi diplomatur, norskur varauttanríkisráðharri og sosialdemokratiskur politikari.
Arbeiddi sum fjølmiðlafólk hjá norska uttanríkisráðnum.
Var í fleiri ár undir eftirliti av norsku fregnartænastuni orsaka av sínum nógvu fundum við eitt starvsfólk á sovjettisku sendistovuni í Oslo
20. Februar 1985 varð hann handtikin og skuldsettur fyri njósning. Hann var á veg til ein fund við sovjettiskan agent í Wien og hevði 66 loynilig skjøl við sær.
20. Juni í 1985 varð hann dømdur 20 ára fongsulsrevsing fyri njósning og landasvik
Royndi í 1986 og 1990 at fáa málið tikið upp til nýggja viðgerð, men tað var báðu ferðirnar noktað honum.
Varð 3. Juli í 1992 náaður eftir at hava sitið átta ár og fimm mánaðir í fongsli.
Royndi í januar í 2005 og januar 2011 at fáa sítt málið uppafturtikið, men báðu ferðirnar varð tað noktað.
Flutti úr Noregi stutt eftir at hann var leyslatin og hevur síðani 1998 búð á Kypros, har hann starvast í einari fyritøku innan fíggjarheimin.