pensionistum skuldu fáa eina skiftisupphædd svarandi til, at tey skuldu fáa somu upphædd eftir broytingarnar sum frammanundan. Skiftisupphædd - til nær Spurningurin um, hvussu leingi hendan skiftisupphæddin [...] uttan mun til sivilstøðu, ella hvørjum viðkomandi er giftur við. Og varð Trivnaðarnevndin fult samd um, at skiftisupphæddin skuldi vara við, inntil allir avlamispensionistar vórðu javnt settir. At tey úti í [...] broytingar blivu framdar viðvíkjandi viðurskiftunum hjá giftum avlamispensionistum. Áðrenn lógin varð tikin upp til viðgerðar, høvdu avlamispensionistar, sum vóru giftir við ikki pensionistum, fingið somu pension
íslendskt sodavatnstapparí. Tað skuldi tó ikki vera í íslandi, at hetta kom til sín rætt, men ístaðin vórðu framleiðslutólini í 1993 flutt til Skt. Pætursborg í Russlandi. Her fóru teir undir framleiðslu av sonevndu [...] ein stórur peningastreymur verið til íslendska virðisbrævamarknaðin úr londum sum Guernsey og Luksemburg. Av Guernsey vórðu at kalla ongar íslendskar íløgur framdar fram til 2001, men í 2003 var hetta talið [...] maðurin, sum var við til at stovan amerikanska nazistaflokkin. Russiskur bryggjarí-risi Men tað eru fleiri, sum hava hug at seta spurnartekin við, hvussu alt hetta ríkidømi er fingið til vega. Søgan byrjaði
úr Víkunum. Tey búsettust á Uppsalaeiði, og tey fingu trý børn: Alex, Dagny og Jákup sum øll búgva í Klaksvík. Alex tók í 1950 nýmálsligt studentsprógv á Føroya Studentaskúla, sum tá helt til á VBV. Hetta [...] hjá Alex, og hann hevur í hesum á so mangan hátt verið við til at seta dám á. Eitt nú var hann 1956-1984 við til at geva Hungalig jól út, og tey seinnu árini hevur hann umsett og skrivað. Ofta hevur Alex [...] skúlaumstøðurnar høvdu verið alt annað enn góðar í fimti árunum. Potturin, sum klaksvíkingarnir vórðu smeltaðir til eina eind í, var fyrst og fremst skúlin. Næmingatalið var omanfyri níggju hundrað, tá ið tað
eisini verður tað fram til seinasta leikdag. Tá eigur B36 heimadyst móti HB, og ikki minst man tað gleða kassameistaran í felagnum, at tey kunnu rokna við eini stórari áskoðarafjøld til tann dystin. KÍ kann [...] royndin altso heldur ikki á stigatalvuni. Bíðar til tað seinasta At úrslitini aðra staðni kring landið høvdu við sær, at javnleikurin var nóg mikið hjá B36 til at halda fast um oddasessin, er eitt. Men tað [...] úrtøkuna á heimavølli. Bara seinastu tveir heimadystirnar hevur liðið mist fýra stig, og vórðu hesi fingin til høldar, var meistaraheitið mest sum avgjørt. Hinvegin er tað gleðiligt fyri kappingina, at
Chevron Oljufyrisitingina, har tey greiddu frá fyribils úrslitinum av seinastu kanningunum og gjørdu status yvir teirra virksemi á landgrunninum. Eisini vóru stig tikin til at lata upp skrivstovu í Havn [...] talan er um eina lønandi oljukeldu. Seamus viðgongur, at tey hava brúkt upplýsingar frá Cambo til kanningarnar á Rosebankfundinum. Ein orsøkin til at Chevron søkti um lovyi beint hinumegin markið á føroyskum [...] var nøgdur við fundin, nú vit hava livað upp til okkara forpliktilsi á landgrunninum, har vit longu eftir góðum sjey mánaðum hava gjørt tær kanningar, sum vórðu avtalaðar at gera innan fyri eitt tvey ára
hetta var orsøkin til, at Torbjørn tíðliga ferðaðist á heimshøvunum og kring mest sum allan knøttin. Á landi nam Tórbjørn sær innlit í farmavinnuna, tá ið hann eitt nú lossaði sement til timburhandilin hjá [...] ella annan hátt tykiskt tað tó, sum onkrir spírar, ið seinni sprettu, vórðu gróðursettir í Dalinum Fagra. Á sumri 1975 fór Tórbjørn til sjós, og hann var sjómaður næstan í eina fjórðings øld. Hann rakk trý [...] býirnar Casablanca og Agadir og europeiska meginlandið - serliga Frakland. Úr Florida til Angola og umvegis Durban norður til Saudi Arabia og haðani inn á europeiska meginlandið aftur. Í 1988 fór Tórbjørn á
lagamanni at lagt tað soleiðis til rættis, at eitt nú dagstovnarnir høvdu høvið at vitja hagar. Tað hevði borið til at sett wc-/skiftirúm upp til teirra og at bygt onkur ból, so tey høvdu eitt stað at eti m [...] Men aftur til samtyktina í býráðnum seinasta hóskvøld. Samtyktin, ið her varð gjørd, fevnir einans um at fáa til vega heimildargrundarlagið at kunna gera verandi uppfylta øki nýtiligt til havnavinnuvirksemi [...] um eina grønari Tórshavnar kommunu. Tað, ið BA sipar til, er avgerðin um at broyta verandi byggisamtykt fram við Oyrareingjalandinum, sum varð tikin á býráðsfundi seinasta hóskvøld. Á sama býráðsfundi varð
ull og ymiskum til tøving. Um orsøkina til at tey eru flutt til Havnar, sigur Kartrin, at meðan handilin var á Eiði, komu nógv fólk aðrastaðni frá at keypa, kanska serliga úr Havn, og tey vóru ofta spurd [...] spurd, nær tey ætlaðu sær til Havnar við handlinum. Tí varð so avgerð tikin um at flyta handilin til Havnar, í hesi hølini við eini gólvvídd upp á 170 fermetrar. Navnið Stikkan er eitt gamalt føroyskt longdarmát [...] longdarmát, sum t.d. varð brúkt tá klæðir vórðu virkaði og keypt í meturmáli. Handilin er sera barnavinarligur við stórum spæliplássi inni á botni, soleiðis at mammurnar kunnu velja sær tógv í friði og náðum
gera vøllir kring alla kommununa. Á seinasta býráðsfundi, vórðu játtaðar 2,6 milliónir til arbeiðið við at gera eini 10 verandi grúsvøllir til graslíkisvøllir. Hetta eru vøllir við graslíki av niðara vølli [...] skipaða venjingin í feløgunum er góð, men kann somuleiðis virka køvandi. Á hesum vøllunum fáa tey ungu frælsið, til at royna sínu egnu ting, og menna sítt egna talent. Hetta heldur hann vera sera positivt. [...] kantum og ljósi. Einasti graslíkisvøllur í Føroyum Á samkomuni tá vøllurin á Norðasta Horni varð tikin í brúk, helt Símun Absalonsen røðu. Símun hevur sitið í eigarafelagnum á Norðasta Horni í nógv ár
num fingu tey sálarligan styrk til dagsløtuna og til náttarleguna. Torvkassin var ein jarðiskur himnastólur, har tann sálarligi sárseykin hjá teim gomlu gentunum fekk ein bata, sum rakk til einar tveir [...] at røkka faldinum á prestakjólanum var andaligi styrkin til ein heilan mánað, til prestur kom aftur til býggja og oysti av sínum guddómskeldum til alt fólkið í bygdini. Meira enn so kom tað fyri, tá ið [...] lagnan ikki talar tað mál, sum okkum er til vildar. Mikið lættari er tað , tá ið tað gongur eftir okkara vilja, og lívið smílist til okkum og veitir eina glóð til sál og likam, so styrkin verður, sum gylt