Fótbóltur
Sum úrslitini kring landið lagaðu seg sunnudagin, so bilti tað ikki stórvegis hjá B36, at teir ikki vunnu heimadystin móti KÍ. Men tað skerst tó ikki burtur, at teir í árstalsfelagnum mundu iðra seg um, at tað enn einaferð kiksaði hjá teimum á heimavølli.
Tað hevur verið ein sannroynd í ár, at B36 oftani hevur havt stórar trupulleikar á heimavøllinum, um vitjandi liðini velja at spæla verjufótbólt. Liðið hevur tá snøgt sagt ikki megnað at opna mótstøðuverjurnar, og tí hevur úrtøkan í Gundadali als ikki boðað frá einum oddaliði.
Høvdu møguleikarnar
Úrslitið av dystinum móti KÍ endurspeglar kanska eisini henda veruleika, men tað gjørdi spælið í dystinum ikki.
Tí hesa ferð skapti B36 møguleikar - nógvar møguleikar.
Við eini framrættaðari 4-3-3, har álopskantarnir lógu ógvuliga frammarliga, royndu teir alt fyri eitt at trýsta gestirnar norður um HB-húsið, og partvíst eydnaðist hetta eisini. Klaksvíkingarnir megnaðu sjáldan at spæla bóltin niðan á vøllin, har Hjalgrím Elttør var ógvuliga einsamallur á toppinum, og tað betraði ikki um rútmuna í spælinum, at Eyðun Klakstein longu tíðliga mátti av vøllinum við skaða.
Soleiðis var fyrsti hálvi tímin eitt langt B36-álop, og møguleikarnir trutu ikki. Serstakliga var Allan Mørkøre væl upplagdur í høgra álopsborði, og ferð eftir ferð vóru klaksvíkingar sum heild - og serliga Harley Bertholdsen - um ein háls, tá hann bæði bjóðaði av og fann viðspælarar í góðum skotstøðum.
Men hvussu teir so royndu, so fekst ikki úrtøka burur úr møguleikunum. Við til hetta hoyrir sjálvandi, at KÍ í Meinhard Joensen hevur ein fínan málverja, sum í einum tveimum førum fyri steðgin hevði framúr bjargingar. Men í aðrar mátar tóktist tað bara vera svartasta óhepni, sum forðaði bóltinum at finna vegin fram. Einar tríggjar ella fýra ferðir smoygdi hesin sær júst út um stólpan, tá flestu fólkini kring vøllin mundu halda, at skotið hevði beina kós móti málinum. Og í so máta mundu viðhaldsfólkini sakna ein áleypara av tí slagnum, sum liðið so ofta hevur havt. Ikki minst í núverandi venjaranum.
Hildu trýstinum
Seinasta korterið undan steðginum var KÍ tó betri við. B36 hevði brúkt nógva orku, og teir megnaðu ikki eins væl at halda trýstinum, og so líðandi otaðu gestirnir seg niðaneftir. Veruliga møguleikar gjørdist talan tó ikki um, men við einum drønskoti frá Símuni Joensen, góvu teir tó B36 ein ordans hvøkk, men tíbetur fyri Jákup Mikkelsen, so brast vakri fluktarin í stólparótina.
Og so kundi tú næstan sagt, at tað var tað hjá KÍ. Eftir steðgin var í øllum førum sera langt ímillum, at teir so mikið sum hóttu B36-málið.
B36 hinvegin helt á við at søkja móti KÍ-málinum. Teir skaptu kanska ikki heilt so nógv, sum teir høvdu gjørt fyrra umfarið, men javnt og samt gjørdist talan tó um vandamiklar støður framman fyri KÍ-málið.
Og í evstu løtu hildu vertirnir seg eisini hava avgjørt alt til egnan fyrimun. Pól Thorsteinsson sendi frá brotsteigarmarkinum eitt skot/innlegg móti KÍ-málinum, og har toygdi Allan Mørkøre seg fram. Tað eydnaðist honum eisini at prika í málið, men linjuverjin hevði flaggið uppi, og so taldi tann royndin altso heldur ikki á stigatalvuni.
Bíðar til tað seinasta
At úrslitini aðra staðni kring landið høvdu við sær, at javnleikurin var nóg mikið hjá B36 til at halda fast um oddasessin, er eitt. Men tað skerst ikki burtur, at bæði spælarar og viðhaldsfólk munnu iðra seg um laku úrtøkuna á heimavølli. Bara seinastu tveir heimadystirnar hevur liðið mist fýra stig, og vórðu hesi fingin til høldar, var meistaraheitið mest sum avgjørt.
Hinvegin er tað gleðiligt fyri kappingina, at spenningurin framvegis er intaktur, og tað er nú lítið, sum bendir á, at hann ikki eisini verður tað fram til seinasta leikdag. Tá eigur B36 heimadyst móti HB, og ikki minst man tað gleða kassameistaran í felagnum, at tey kunnu rokna við eini stórari áskoðarafjøld til tann dystin.
KÍ kann sum so ikki røkka tí stóra sjálvt, men við javnleikinum greiddu teir setningin, sum teir góvu sær sjálvum eftir Skála-dystin. Tá vóru boðini, at um stig vórðu tikin frá Skála, so skuldu teir gera tað sama í Havn móti bæði B36 og HB. Fyrsti parturin av hesum setninginum varð rokkin sunnudagin, og so er spurningurin, um næsti parturin eisini verður tað, tá teir um tvær vikur aftur vitja í Gundadali.