Nøkur minnisbrot.

Mia Anthoniussen - Mia í Ansastovu í Oyndarfirði - níti ár
3. novembur

Ansastova
Tað hevur verið lív undir bitunum í Ansastovu í meira enn 100 ár. Av hesum árum eigur Mia mostir síni níti ár. Hetta er ein langur dagur sæddur í mannaeygum, men í tíðarinnar havi er hetta bert eitt lítið fon. Ein dagur er sum túsund ár, og túsund ár sum ein dagur.

Eitt lítið navnabretti hevur hingið uppi á loftinum í Ansastovu við orðunum: Sum dagur tín er, skal styrki tín verða. Hesi stórt 100 árini hava sett seg í bitar, bróst, gólv og í mannaeygu undir skiftandi korum í gleði og í gaman, í tungum løtum og fagnarløtum. Øll mannabørn kenna á sær, tá ið tað á ymsan hátt slær afturíaftur - tá ið lagnan ikki talar tað mál, sum okkum er til vildar. Mikið lættari er tað , tá ið tað gongur eftir okkara vilja, og lívið smílist til okkum og veitir eina glóð til sál og likam, so styrkin verður, sum gylt ljós millum mýrusóljur ein summardag. Her er myndin av Miu mostir í einum ekspressivum, litríkum dámi av einum níti ára degi, sum hevur borið nógvan skaldskap við sær, sum vit siga tær takk fyri.

"Hvussu hevur tú tað, Mia?"- " Eg skal siga tær, eg hoyri væl , síggi væl og mussaskøðið gongur sum á einari piparkvørn!" Soleiðis tekur Mia mostir til, tá ið tú legst á máltráðin og fær tær eitt gott prát við føðingardagsbarnið. Orðarík er hon sum fáur, og mangt myndamál hevur verið undir bitunum í Ansastovu, sum hevur verið tann reini skaldskapur. Einki dulsmál er í hesum, sum Hans Marius, rithøvundir, hevur oyst av í sínum skaldskapi úr hesi piparkvørn, sum hvør oyndfirðingur læt á í sínum lagi.

Abbi, Daniel Jacob, plagdi onkuntíð at fara niðan á Marknagil til gamla Jústinus og fáa eitt prát við hann. Tað bar meira enn so á, at hann tók soleiðis til: - Tað var so trongt niðri í lágni, at eg mátti koma niðan á Marsknagil at anda.

Tað var trongt húsanna millum niðri í Sjóvartúni, men tað var hugnaligt. Kanska vóru tað tær gomlu genturnar, sum komu á gátt við sínum dagligu smásyndum og fingu ein sárka frá ommu, Lenu í Ansastovu. Dunga Oluffa, Elspa við Lið, Elsa í Húsi, Olivina, Fía við stein og Ella á Breyt. Tað var kanska ovboðið hjá abba at hoyra teirra njór. Tær plagdu at sita á torvkassanum og tala sítt mál. Torvkassin var staðurin "The Speaking Corner" í Ansastovu, har tú kundi geva ljóð fyri tí degi, sum var lagdur í ein Gamla Testamentligan dám. Haldi ikki, tey gomlu í Oyndarfirði um hetta mundið lósu so nógv í Nýggja Testamenti, nei, tað var Gamla Testamenti og andaktsbøkurnar, tey hildu seg at. Í Gamla Testamenti vóru søgurnar, og úr andaktsbókunum fingu tey sálarligan styrk til dagsløtuna og til náttarleguna.

Torvkassin var ein jarðiskur himnastólur, har tann sálarligi sárseykin hjá teim gomlu gentunum fekk ein bata, sum rakk til einar tveir, tríggjar dagar - ja, kanska eina viku. Ein linni var at sita her og síggja Lenu, lukka. Onkur av hesum konufólkum vóru fáorðaðar, men tann stumma talan kundi rúgva minst líka nógv, sum ein floymur av orðum. Eitt "ja, lukka" og ....... "alt hvad jeg må lide, lad mig ikke miste mit forstand", kom seigliga frá ommu. Hetta loysti upp fyri innistongdum sálarkvølum á einum torvkassa, sum veitti ein styrk til eitt menniskja, sum brátt hevði livað eitt heilt lív.

Á Dunganum
Í øllum hesum meldri var Mia. Hon lyfti og lætti, tók sær av ommu og abba, Jóhan Sofusi, ommubeiggja, og ikki so sjáldan rætti hon Dunga Oluffu eina hond, sum búði hinumegin túnið handan litfagra aldingarð sín við teimum violettbláu og reyðdæmdu silkiblómunum á einum frímerki, sum einans var einar tveir fermetrar. Har stóð hon Dunga Oluffa í sínum svarta kjóla og sínum hvítstívaða fyriklæði og heilsaði upp á prest, tá ið hann fór Oman eftir Túni sunnumorgun í kirkju. Tað var gott at sita á himnastólinunm, torvkassanum, í Ansastovu, men at røkka faldinum á prestakjólanum var andaligi styrkin til ein heilan mánað, til prestur kom aftur til býggja og oysti av sínum guddómskeldum til alt fólkið í bygdini. Meira enn so kom tað fyri, tá ið prestur hevði guðstænastu sunnudag og gamli Høgni Petersen - Dungamaðurin livdi, at hann varð sendur niðan frá, at vita um hann fekk eyga á prest. Hesin gamli, lættsinti, snøggi Dungamaður fór seigliga av stað. Oluffa skuldi fyrireika seg væl til tann geistliga boðberan, sum hevði allan andaliga guddómsførningin í faldinum á prestakjólanum. Tá ið so pápin so góðvarin kom aftur við tíðindum um, at prestur nú fór um brúnna við Kvíggjarfoss, hevði Oluffa ein skáa at gera seg til at stilla seg út í tún og fáa eitt orð frá presti fyri gudstænastuna. Meistarin kom framvið í einum prestakjóla og veitti einari gamlari bygdasál linna og bót. Lívið hevði verið og var strævið í mangar mátar, og var hetta andaliga íhaldið matur og drekka fyri sál og likam. Hálshvíti presturin steðgaði á og heilsaði upp á Oluffu í tí hvíta fyriklæðnum. Syndaokið fór í tann hvíta dúkin og goymdi seg í teimum myrku klæðunum, har alt sálarligt dust og bos varð bundið niður.



Við Lið
Oman fyri Dungan er við Lið. Her búðu systkini Peter og Elspa (Elsebeth) við Lið. Tey høvdu Byrgersen til eftirnavn, og komst hetta av, at pápin æt Birgir . Peter doyr 1931, men Elspa doyr 1949. Tað var sagt um Peter, at hann skuldi sigla við fransmonnum, meðan hann var í góðum árum. Mær er fortalt, at hann varð settur upp á ein stein undir vestaru síðu á Suðuroynni av fransunum og varð tikin upp av einum útróðrarbáti úr Suðuroy. Hví hetta var, sigur søgan einki um. Onkuntíð, tá ið roykstovugólvið Við Lið varð vaskað, vísti hann systrini, hvussu franskmenninir spulaðu dekkið.

Systirin, Elspa, plagdi at læna Dimmu frá abba, og hon í síni verð las um 2. veraldarbardaga, ið reikaði um tann víða heim í fýrati árunum. Hon spurdi abba, hvat hann helt um Hitler, "Kumberlain", "De Galle" "Kyrkhil" og " Lenin" (trýst á seinna stavilsið)? Hon var forvitin og vildi hava eina viðmerking frá einum manni, ið kundi lesa millum stavirnar annað enn tað, ið stóð í Dimmu. Hennara kosmiska forvitni fekk eina viðmerking um støðuna, og taldi hetta nógv hjá einum menniskja, har bardagin órógvaði tann víða heim í øgiligum orrustum, men Við Lið stóð við klettin. Dimma var liðið út í heim og abbi var talsmaðurin, ið kundi leggja okkurt afturat út frá sínum metingum. Hugsi ikki at Elspa var einsamøll um hetta. Tað man mangur tann dagin í dag standa spyrjandi um lívsvánirnar úti í heimi, hóast fjøllmiðlarnir eru so nógv øðrvísi í dag í mun til krígsárini .

Einum sinni var ein hani í Ansastovu, sum ofta sat á mønuni og gól. Elspa illneittist inn á henda hana. Omma tók hetta til eftirtektar og bað abba høgga høvdið av hananum. Abbi eftirlíkaði hesum. Hanin var kókaður og settur á borðið. Elspa kom á gátt og tók til tann góða døgurðaroyk, sum stóð út í tún. " Ja, lukka, kom og fá tær ein bita saman við okkum." Elspa maktaði, hvussu væl hetta smakkaði. Hugsast kundi, at tað komu bangnir tankar á hana, men so var ikki. " Lena, lukka, sum hesir døgurðabitar smakkaðu mær væl. Nei, lukka, ikki eru tit við turran munn." " Nei, Elspa lukka, hatta er hanin, sum tú hevur etið!"

Um Elspa mundi hava ánilsi av hesum, sigur søgan einki um. Annars var høsnakjøt ikki høgt í metum manna millum. Tað skuldi líkjast mannakjøti, men ein feitur, treiskur hani var ikki at forsmáa.

Sigrid mostir , sum býr í Keypmannahavn, segði mær at hon plagdi at sova hjá Elspu sum smágenta. Áðrenn tær løgdu seg, las Elspa hesar bønir.


Søde Gud, min engleskare,
alle dine små bevare
ja, forlad min fader milde,
alt jeg gjorde, som var ilde.

O, Jesu Krist, mit håb og trøst,
og min beskjærmer være,
og hvad jeg har begæret.
Frels mig fra al elendighed
og giv mig den evige salighed,
bøn hør mig , Jesu Krist, amen.

Uppi á kvistinum

Omma lá nøkur ár blind í songini. Tá ið prestur kom til býggja, plagdi hann at koma at bírætta hana. Tað bar meira enn so á, at Sigga í Heiðriksstovu og Elin í Hvanngarðinum komu upp á loftið við og vóru við í breyðbrótingini . Heiðriksstova er áføst Ansastovu, og Úti hjá Peri er dygst við ímóti Stórá. Kvisturin, omma lá á, var ikki stórt kamar, men tá ið breyðbrótingin var, gjørdist rúmsátt inni. Tá ið sálmasangur og tváttur í blóðinum og mettan í likaminum setti seg í bróstið, var kamarið eitt lítið himmiríki, har andin úr erva steig niður i einum guddómsbúna latin í eitt himmalskt ljós, sum vit síggja í myndunum hjá Mikinesi, t. d. fyri Jarðarferð, í Sakni ella Aftur av Jarðarferð. Í hesi mynd av kvistinum í fýra dimensiónin er likamligt hjálparloysi við at taka yvir í einum lítlum kamari síðst í fimmti árunum og fyrst í seksti árunum.

Mong eru ellisvomm. Lívið, sum nú fjarar burtur í slitnum hondum og lívsmerktum andlitsbrøgdum, hevur bert eina vón fyri framman. Tað er tann andaliga ímyndin av tí veika ljósinum, sum er í myndunum hjá Mikinesi, sum dettur inn um gluggan. Har, sum ljós er, er vón, og ljósið, sum skínur í myrkrinum, sum dettur inn um tað lítla vindeygað, er í breyðinum og víninum, sum til tykkum verður úthelt til syndanna fyrigeving. Torvkassin var himnastólurin, og kamarið var forgarðurin til ríki Guðs. Eitt, sum vit mugu drýpa høvur fyri, er tann tign, spekt og sómi, sum hesar kvinnur høvdu fyri tí andaliga. Eitt lítillætni yvir fyri guddóminum, sum bar boð um heilagleika og reinleika, sum var sum ein gloria í fyriklæðnum hjá Dunga Oluffu. Lívið hevði verið baldrut og tungt, sum hesar kvinnur høvdu riðið av sær. Nú var bara tann æviga kvirran eftir, sum tepraði í breyðbrótingi.

Polaris
Mia mostir var mangan í Fuglafirði og rætti okkum eina hond, tá ið móðir kendi snertin av giktini og ofta var á sjúkrahúsi. Tá kundi hon koma um Fuglafjarðar boðar við t. d. Polarisi. "Jaki" við sínum ljósa sinni goymdi væl at ferðafólkinum, sum hann skjútsaði bygdanna millum. Jákup dugdi væl við fólk og við sínum skemtiliga sinni kendu øll seg væl saman við honum um borð á Polarisi. Øll søgdu hann so góðan til hetta yrki. Hann kendi bæði dygdir og lastir hjá sínum skipskundum. Pól Martin, bátasmiður, beiggi Miu, gav sær ofta góðar stundir og reið kanska ikki altíð sama dag, sum hann saðlaði. Einki ilt um tað. Hann kundi koma heim eftir Bakkalið og ætlaði sær við Polarisi. Jákup bíðaði, hóast hann var komin hálva leiðina eftir Bakkanum, kundi hann venda innaftur eftir onkrum, sum hann hevði gloymt. Einum sinni mamma, Hanna og greinskrivarin vóru og vitjaðu og skuldu yvirumaftur við Polarisi, var mamma ikki útskavað, tá ið farast skuldi. Hon bað meg renna norður á kaina og biðja Jákup bíða eitt sindur. Fór norður og segði hetta við Jákup. Hann svaraði: " Systir bátasmiðin, veit eg!" Jú, so var. Jákup kendi veikleikarnar og styrkina hjá hesum fólkum . Jákup bíðaði. Hetta var tann tíðin, tá ið løtan, sum var, varð løgd í tann drátt, sum gav degnum annað innihald. Sum dagur tín er, skal styrki tín vera. Hóast tað rullaði illa um Nestanga og Boðarnar, var Jákup hin sami. Hann var sálin í Polarisi, einum postbáti, sum bæði Mikenes og Amariel hava gjørt ódeyðiligan í síni list.


Aftur í Ansastovu

Ja, Mia, hetta er bara ein lítil partur, sum tú hevur upplivað. Enn er tað hugnaligt at koma norðurum og sita við slagborðið og hyggja at kvistunum í køkinum, sum eru teir somu enn tann dag í dag. Átta systkin vóru tit í tali, sum vórðu borin í heim, og sjey komu undan. Enn sita tit báðar, Kristina mostir á Skorpisheyggi og tú, í Ansastovu so prýðiligar. Ikki er Margretha drotning eins tignarlig, sum tit eru - og verri enn so!

Eitt rend um ánna, so ert tú inni á Skorpisheyggi. Har hava Meinhard og Kristina flutt tíðina í vældæmdan búna úr gamlari mentan, sum tey bóru við sær av Gutta og úr Ansastovu. Tað vóru góðir dagar, tá ið átta ljóðkát børn spældu undir bitunum á Skorpisheyggi, og tað var altíð pláss fyri einum afturat. Har, sum hjartarúm er, er eisini húsarúm.Tá ið tú hevði verið á gátt á Skorpisheyggi, lá leiðin oman til Poul Martin og Edil. Á sama hátt. Eisini átta ljóðkát børn undir bitunum, og tú var vælkomin... so hjartaliga vælkomin.... Magda og Johannes á Línheyggi búðu beint heimanfyri hjá Edil og Poul Martini. Johannes segði altíð við meg, tá ið eg kom norður at ferðast um sumrarnar: - Nú er tú komin. Í hesum orðum lá ein ljósur andi av einum hjartalag, ið átti dagin og løtuna, ið gav seg til kennar í fýra orðum. Ein staðfesting av einari hending, sum vardi øll míni barnaár.

Úr Ansastovu, inn á Skorpisheygg oman til mammubeiggja var ein tríhyrningsleið í einum degi, sum livir í huganum enn tann dag í dag. Góð minni sum dagliga verður róð aftur á, og nógv gott fæst í heintan.
Mia, nú hevur tú livað í níti ár í túsund ár av einum degi og førningin, sum tú fekst, hevur tú mangan latið til onnur í familjuni. Hetta hevur verið tín dygd í hesum degi. Jú, sum dagur tín er, skal styrki tín verða.

Mia góða, hjartaliga til lukku við níti ára degnum.

Frits