Graslíkisvøllir heldur enn Taffel Chips og MTV

Fyrr í summar vóru graslíkisvøllir tiknir í brúk á Norðasta Horni og á Hamrinum á Argjum. Hetta er øgiliga positivt heldur royndur fótbóltsvenjari, sum ræðist gongdina við MTV ættarliði, ið heldur vil hyggja at sjónvarpi og eta Taffel Chips, enn røra seg

Tórshavnar kommuna gjørdi í summar graslíkisvøll á Norðasta Hornið og í samstarvi við UEFA vøll Hamrinum á Argjum, í fjør varð graslíki lagt á vøllirnar við skúlarnar í Kaldbak og Hoyvík. Hetta eru fyrstu stigini hjá kommununi við at gera vøllir kring alla kommununa.
Á seinasta býráðsfundi, vórðu játtaðar 2,6 milliónir til arbeiðið við at gera eini 10 verandi grúsvøllir til graslíkisvøllir. Hetta eru vøllir við graslíki av niðara vølli í Gundadali. Somuleiðis verður vøllur gjørdur í Folagerði við stuðli frá UEFA.
Sambært heimasíðuni hjá kommununi verður tann næsti UEFA-vøllurin vónandi gjørdur Millum Gilja komandi ár. Kommunan fær tillutaðan ein av 10 vøllum, sum fótbóltsambandið letur í 2005, og skal kommunan m.a. bera kostnaðin av planering, vatnburturveiting, asfaltering, stoyping av kantum og ljósi.
Einasti graslíkisvøllur í Føroyum
Á samkomuni tá vøllurin á Norðasta Horni varð tikin í brúk, helt Símun Absalonsen røðu. Símun hevur sitið í eigarafelagnum á Norðasta Horni í nógv ár, og hevur verður primus motor í arbeiðinum við at fáa ein graslíkisvøll í hesi bygdini, ið ikki er ein bygd.
Símun tók ikki við afturvali, seinastu ferð nevndarval var í eigarafelagnum. Men sitandi nevnd, helt at hansara stríð fyri at fáa vøllin, hevði verið so mikið hart, at hann var rætti maður at halda røðu.
Símun sigur, at Norðasta Horn er í eini serstøðu. Talan er um ein part av Havnini, men millum Norðasta Horn og hinar partarnar av býnum er óbygt økið, á vegnum er loyvt at koyra 80 km/t, og økið annars er hagi. So hetta er sum ein egin bygd, við sínum egna bygdarlívið. Ein vøllur er ein sosialur savningardepil, ið mennir felagslívið í býarpartinum.
Norðasta Horn er hægst liggjandi bygda økið í landinum, hetta hóast tað bara liggur 3,5 km frá Vaglinum.
Símun helt fyri, at um Innlandsísurin allur smeltar, kann tað verða, at Norðasta Horn á 150 metra hædd eigur einasta graslíkisvøllin í Føroyum.
Røra seg ov lítið
Símun sigur, at ein av høvuðsorsøkunum til, at hann hevur stríðst so nógv fyri at fáa vøllin, er nógvu vælferðarsjúkurnar, ið raka fólk. Yvirvekt og sukursjúka gerst ein alsamt vaksandi trupulleiki eisini millum børn, og tí er týdningarmikið at gera umstøðurnar fyri kropsligum virksemi so góðar sum gjørligt.
Jóannes Jakobsen fyrrverandi liðskipari á landsliðnum og núverandi venjari hjá AB er samdur. Hann sigur, at eingin ivi er um at vælferðarsjúkur verða størsti heilsutrupulleikin í framtíðini, og tí er tað positivt at kommunan ger karmarnir fyri rørslu betur.
Báðir siga teir seg gleðast um, í hvussu stóran mun vøllirnir á verður brúktur. Bæði børn og vaksin spæla á vøllunum langt út á kvøldarnar. Símun greiður frá, at fýra stórar ljósmastrar gera at fólk kunnu spæla á vøllinum eisini tá tað er myrkt. Hetta er sera gott, serliga nú myrka tíðin byrjar.
Vøllurin á Norðasta Horni liggur upp at Býlingshúsinum á Norðasta Horni, og er sostatt eisini til nógv gleði fyri børnini verða ansaði á stovninum.
Onkrir spenningar
Símum Absalonsen sigur, at tað ikki bert eru fólk á Norðast Horni, ið brúka vøllin. Tað hendir seg meira enn so, at bilar koma úr øðrum býarpartum út á Norðasta Horn, við fólki at sparka á vøllinum, og onkuntíð sleppa tey lokalu ikki framat fyri fremmandum. Hetta hevur onkuntíð skapt nakað av spenningi millum partarnar, fortelur hann.
Men sum heild er vøllurin ein sólskinssøga. Símun sigur seg gleðast um hetta stigið hjá Tórshavnar kommunu. Tí neyðugt er at tað almenna ger góðar karmar fyri kropsliga rørslu. Ein sovorðin vøllur kann jú brúkast til nógv annað enn fótbólt.
Týdningarmikið fyri menningina
Jóannes Jakobsen sigur, at tað er sera týdninarmikið bæði fyri áhugan og fyri menningina av fótbóltinum, at karmarnir eru góðir. Tann skipaða venjingin í feløgunum er góð, men kann somuleiðis virka køvandi. Á hesum vøllunum fáa tey ungu frælsið, til at royna sínu egnu ting, og menna sítt egna talent. Hetta heldur hann vera sera positivt. Karmarnir eru jú góðir við sløttum og góðum undirlagi.
Hann sigur, at nógv av teimum økjunum, har hann t.d. spældi, tá hann var barn, eitt nú á Skálatrø og í Brúna skúla eru vorðin parkeringspláss, so gott er at nýggir møguleikar verða gjørdir.
Hann ivast tó eitt sindur í, um í hvønn mun hetta fer at síggjast aftur í menningini av føroyskum fótbólti. Negativu rákini, við einum MTV ættarliði sum etur Taffel Chips frammanfyri sjónvarpstólinum og ikki týmir at røra seg, eru so ring.
Neyðugt er at foreldrini eisini taka ábyrgd og fara út at spæla við børnunum ella senda børnini út at spæla, um galin endin ikki skal verða galin.
Eitt nú í Eystur Evropa og í Suður Amerika, har umstøðurnar og fíggjarliga orkan er lítil, er ein rúgva av góðum fótbóltsleikarum, og hetta vísir at karmarnir ikki eru tað mest týdningarmikla. Fyri at gerast ein góður leikari, skal innara drívmegin vera til staðar. Men tað er sjálvandi gott, at karmarnir eru góðir at menna drívmegina, sigur Jóannes Jakobsen..
Símun sigur at børn á Norðasta Horni spæla í løtuni í havnarfeløgunum. So hóast Norðasta Horn ikki hevur egið fótbóltslið, kann hesin vøllurin hjálpa við menningini av spælarum, ið um nøkur ár spæla í fyrstu deild.