"Eina náttúru- og umhvørvisvinarligari Tórshavnar kommunu"

Marin Katrina Frýdal
býráðslimur í Havn

Ben Arabo (BA) setir í lesarabrævi um vikuskiftið spurning við litfaldaran um eina grønari Tórshavnar kommunu. Tað, ið BA sipar til, er avgerðin um at broyta verandi byggisamtykt fram við Oyrareingjalandinum, sum varð tikin á býráðsfundi seinasta hóskvøld. Á sama býráðsfundi varð eisini eitt annað mál samtykt, ið, eftir mínum tykki, ikki er við til at skapa "eina meira náttúru- og umhvørvisvinarligari Tórshavnar kommunu". Avgerðin, eg her sipi til, er samtyktin um at loyva skjótiítróttini innaftur á hitt náttúruvakra og fuglaríka lendið í Sandvíkum norðanfyri Hvítanes.

Men fyrst til ætlaðu havnaútbyggingina fram við Oyrareingjalandinum. Tíðum er tað soleiðis, at eitt stig tekur eitt annað við sær, og soleiðis hevur eisini verið í hesum máli. Tá farið varð undir at gera undirsjóvartunnilin um Vestmannasund, avgjørdi Kollafjarðar kommuna at taka ímóti tunnilstilfarinum, og varð tað fylt upp út fyri Oyrareingjum. Mær vitandi, varð eingin ítøkilig ætlan frammanundan løgd um nakra framtíðar havnaútbyggin har. Onkrastaðni skuldi tilfarið koyrast, og stutt var til Oyrareingir. Síðani varð Kollafjørður lagdur saman við Havnini, og arbeitt varð víðari uppá hesa, eftir mínum tykki, upprunaliga tilvildarligu avgerð. Táverandi havnanevnd fyriskipaði hesum, og hon læt m.a. gera eitt uppskot um eitt risaprojekt, ið mær tykir vera ein sonn neyðtøka av Kollafirði. Verður tann ætlanin nakrantíð tikin fram til realitetsviðgerð, er avgjørt neyðugt, at málið frá byrjan av fær eina sera nágreiniliga og fjølbroytta lýsing. Tí tann ætlanin kann fáa eina alstóra ávirkan á flutningsvinnuviðurskiftini fyri alt landið og má tí viðgerast í landshøpi. Umframt tað, fer hon at hava sera stóra ávirkan á bústaðar- og náttúruviðurskiftini í Kollafirði.

Men aftur til samtyktina í býráðnum seinasta hóskvøld. Samtyktin, ið her varð gjørd, fevnir einans um at fáa til vega heimildargrundarlagið at kunna gera verandi uppfylta øki nýtiligt til havnavinnuvirksemi (javnast, asfalterast og eina atløgubryggju), tí soleiðis sum økið liggur nú, kann tað hvørki brúkast til eitt ella annað.
Sum BA fullvæl kennir til, ið sjálvur er vaksin upp saman við politikki frá barnsbeini av, eru áskoðanirnar og áhugamálini so ymisk í tí politiska landslagnum, har tað tí javnan gerst neyðugt við kompromiloysnum. Verandi samgonguskjal fyri Tórshavnar býráð er heldur einki undantak. Har varð m.a. felt á blað, at uppfylta økið fram við Oyrareingjalandinum skal skipast til havnalag. Tó at mær persónliga hevði dámað best, at grótfyllingin varð tikin heilt burtur, og tilfarið nýtt á betri stað, so var eg tó ein teirra, ið atkvøddi fyri áðurnevndu býráðssamtykt seinasta hóskvøld; til tess at standa við gjørdar avtalur. Sjálv var eg ein av høvuðsstigtakarunum til, at borgarafundur varð hildin í Kollafirði í mars mánað. Við teirri jaligu móttøku, ið "Oyrareingjarætlanin" fekk á nevnda borgarafundi, og frá "Kollafjarðarnevndini" í summar, var ætlanin rímilig.

Lat tað vera sligið fast bæði væl og virðiliga, at býráðssamtyktin hóskvøldið bert fevnir um at gera broyting í verandi byggisamtykt, soleiðis at heimild fæst at skipa tað verandi uppfylta lendið á Oyrareingjum. Við hesi samtyktini er á ongan hátt tikin støða til eina møguliga nýggja stórhavn í Kollafirði. Tað verður ikki við mín góða vilja, at ein ætlan, sum á sinni byrjaði við eini bráðskundisavgerð í Kollafjarðar kommunu, so líðandi gerst til eina stórhavn, uttan at málið fyrst fær eina fullfíggjaða byggiskipanarliga málsviðgerð.

Síðani til náttúruperluna í Sandvíkum. Hesin einastandandi frílendismøguleikin varð tíverri ofraður á býráðsfundinum seinasta hóskvøld, tá avgjørt varð at lata skjótiítróttina sleppa inn á økið aftur. Lendið í Sandvíkum er ein alt ov virðismikil náttúru- og frílendisblettur, til at ein ávísur felagsskapur skal kunna leggja seg á tað. Ikki minst tær staðiligu áheitanirnar frá fuglafrøðini um at eira lendið, eigur at fáa býráðið at finna skjótiítróttini annað og betur egnað stað at vera á. Leirdúgvuskjótingin hevur tíverri munandi neilig árin á náttúruna, m.a. bæði við óljóði og ruski. Í summar hava skúlaungdómar hjá kommununi ruddað økið í Sandvíkum, og upptøkan eftir fyrrverandi skjótivirksemið var ikki tespilig, upp í billess av leirdúgvurestum, patrónum v.m.

Í Sandvíkum er fjøruslætt og eisini reint (eingin kloakk í nánd), og eru slík pláss ikki so mong longur nærindis Havnini. Har er talan um lendi við hópin av nýtslumøguleikum sum vælegnað frílendi hjá einum breiðum skara av borgarum, t.d. er tað eitt paradís hjá børnum at sleppa at spæla í eini fjøru við fjøruhyljum, har til ber (ella bar) at fanga bæði állar og kombikk, umframt at sjósíl eru (vóru) útfyri. Har er eisini tann gamla várgongu rættin hjá hoyvískingum, sum í dag er eitt fornminni í sjálvum sær. Í Sandvíkum er veðurgott og eitt ríkt og sermerkt fuglalív. Fyrr var vanligt hjá havnarfólki og fleiri at gera útferðir inn í Sandvíkar um summarið, og hóast landsvegurin hevur oyðilagt nakað av friðsæluni, hevði verið lagamanni at lagt tað soleiðis til rættis, at eitt nú dagstovnarnir høvdu høvið at vitja hagar. Tað hevði borið til at sett wc-/skiftirúm upp til teirra og at bygt onkur ból, so tey høvdu eitt stað at eti matpakkarnar. Eisini kundi økið verið vælegnaður tjaldingarstaður í ávísan mun.

Jú, víst er niðurfelda málið hjá sitandi býráðssamgongu m.a. at skapa ein størri trivnað ímillum borgararnar og harvið eina hægri lívsgóðsku fyri einstaklingin, og somuleiðis at skapa eina náttúru- og umhvørvisvinarligari Tórshavnar kommunu. Men eyðsæð er, at tað skal tíð til, og áskoðanir skulu mýkjast, áðrenn loysnarorðið um nýggja kós og nýggjan hugburð vinnur frama.
Livst so spyrt.