Tógvandilin Stikkan er ikki heilt nýggjur, tí seinastu trý árini hava Katrin Haraldsen og Mortan Mortensen havt handil á Eiði við sama navni.
Katrin er útbúgvin tekstildesignari, og hon heldur hetta vera eina spennandi uppgávu. Fólk eru ógvuliga kreativ og tora væl at brúka sterkar litir, sigur Katrin, sum t.d. umboðar merkini Falkenberg, Isager, Sandnes, Drops, HP, umframt fleiri onnur merkir. Eisini hevur hon eitt stórt úrval av ull og ymiskum til tøving.
Um orsøkina til at tey eru flutt til Havnar, sigur Kartrin, at meðan handilin var á Eiði, komu nógv fólk aðrastaðni frá at keypa, kanska serliga úr Havn, og tey vóru ofta spurd, nær tey ætlaðu sær til Havnar við handlinum. Tí varð so avgerð tikin um at flyta handilin til Havnar, í hesi hølini við eini gólvvídd upp á 170 fermetrar.
Navnið Stikkan er eitt gamalt føroyskt longdarmát, sum t.d. varð brúkt tá klæðir vórðu virkaði og keypt í meturmáli.
Handilin er sera barnavinarligur við stórum spæliplássi inni á botni, soleiðis at mammurnar kunnu velja sær tógv í friði og náðum, meðan børnini hugna sær í spæliplássinum. Eisini eru klappstólar til smærri børn.
Heimasíðan hjá handlinum er: www.stikkan.fo