hava fylgt orðaskiftinum seinastu árini. Tað er sjálvandi hart, tá uppsagnir liggja í luftini, men tað skerst ikki burt, at miðfyristingin er vaksin ov nógv. Tað var bara ein spurningur um tíð, nær táttað [...] søgan hevur víst, at tað nærum altíð eru stovnarnir næst borgarunum, ið tá verða raktir. Tað er helst í lagi at skera miðfyristingina við 10% um ein kamb, men ávarast má ímóti at gera tað sama við landsstovnarnar [...] minka um almennu umsitingina. Tað kann heldur ikki koma heilt óvart á tey, ið starvast í miðfyrisitingini, at sparingar koma, tí hetta gav seg m.a. sjálvt, tá blokkurin var skorin við einari millión um
tú sigur, ella at tey vita, at tað er tú, sum sigur tað? ? Heilt klárt, at fólk lurta eftir tí, sum eg sigi. Um tað ikki var eg, sum segði tað, so var tað onkur annar. Tað er kanska ikki altíð, at eg havi [...] mediuhora og eg veit ikki hvat. Men eg geri tað heilt bevíst. Hevur tú síðani dyrkað tað at koma fram? ? Tað gjørdi eg í fyrstani, tá var tað ein drift. Men tað er tað ikki longur, tí eg havi ikk brúk fyri tí [...] mál. Er eingin sól til? ? Jú, men tað var hon ikki, tá eg skrivaði tað. Eg hevði tað ómetaliga illa í eini tvey ella trý ár, og eg avgjørdi, at eg skuldi skriva um tað til mín sjálvan. Meðan eg skrivaði
vilja vit umbera hesi. Men tá tað er sagt, so stendur tað enn rimmarfast, at tingkvinnan í heldur illsinniskendu røðu síni á tingi sjálv legði upp til hetta. Og fyri at tað ikki skal misskiljast prenta [...] teimum. Hvat er tað fyri nakað. Hvat gera øll hesi fólkini alla hina tíðina, 60 fólk, hevur Kristian Magnussen fyrrv. landsstýrismaður sagt fyri mær, arbeiða inni á tí stovuni.? DISSE vare ordene. Men rætt [...] manna Almannastovuna. Tað er eisini ov lætt sloppið fyrst at leggja eftir stovninum fyri síðani at siga, at hetta var ikki álop á fólkið. Sjálvandi eru fólkini á einum hvørjum stovni tað, sum stovnurin stendur
godt sjømanskap.« ? Í so máta var Noreg væl fyrireikað til oljuøldina sigur Jan Hagland og heldur fram: ? Tað verður sagt, at oljutøknin kom við útlendingunum. Jú, byrjanin var útlendsk: leitipallurin »Ocean [...] boringunum við »Ocean Traveler« á sumri og heysti 1966. Hesin boripallur varð doyptur »Ocean Viking«. Tað var hann, ið skuldi klára leitiuppgávurnar í Norðsjónum, sum fekk heitið: »Heimsins veðurharðasta leitiøki [...] fyri harvið at tryggja vælferðarstatin eisini aftaná olju- og gassøldina. Tað syrgiliga er, at hetta hendir í eini tíð, har tað traditionella og trygga gerandis-Noreg er við at fara sundur: vánaligt heilsustøði
skattalistunum var fyrst og fremst, at ein kundi eftirkanna sínar egnu upplýsingar og tryggja sær, at ein hevði goldið rættan skatt. Almennu skattalistarnir eru ein siðvenja, sum røkkur nógv longri aftur enn [...] almennir, er tað jú ein møguleiki at eftirkanna, hvat onnur hava uppgivið í skattskyldugari inntøku. Soleiðis skal hetta virka sum ein avskrekkari fyri at arbeiða svart, við at onnur, ið kenna til tað svarta [...] møguleikan at eyðmerkja teirra næstu innbrotsoffur. Við tað at skattaútrokningin í dag í stóran mun verður gjørd av tí almenna, grundað á kunning, sum tað almenna sjálvt heintar frá ymiskum stovnum, kunnu
við Føroyar var gjørt eitt model, har oljufeløgini skuldu gjalda ávíst avgjald ella oljuskatt, og hildið var ikki, at tað var heppið at stovna føroyskt oljufelag tá, tí hetta kundi ávirka tað gjald ella [...] møguliga fáa alternativar inntøkumøguleikar, um tað vísir seg, at stagnatión kemur í heimliga búðskapin. Bæði í Noreg og Danmark er tað almenna við í oljuleiting. Tað mugu finnast alternativar fíggingarmøguleikar [...] Støðan í dag Nú er rúm tíð fráliðin frá fyrsta útbjóðing var og vert er at umhugsa alternativar loysnir. Oljuprísurin hevur verið methøgur í longri tíð og hava oljufeløgini havt góðan vinning. Við hesum
eftir at hann í gjár var fyri einum óhappi. Hetta var á eini koyribreyt stutt uttanfyri Barcelona, har McLaren-Honda hevði royndarkoyring. Søgur hava verið frammi um, at Fernando Alonso var komin sera illa [...] vitnunum, ein annar kappkoyrari, heldur, at tað sá løgið út. - Hann koyrdi lutfalsliga seint, eg vildi mett tað til umleið 150 km/t. Brádliga vendur hann til høgru, og tað sá ikki út sum eitt óhapp. Hann rakti [...] rakti múrin nakrar ferðir, men síðani fekk eg ikki hugt longri, sigur Sabastian Vettel, sum í nøkur sekund var vitni til hendingina. Tað finnast ikki sjónbandaupptøkur av óhappinum, og tískil fæst ikki nærri
hvarv. Hetta var í 2007, tá hon bert var fýra ára gomul. Týskarin, sum talan er um, er 43 ára gamal, og tað er Scotland Yard og týska løgreglan, sum hava gjørt nýggjar kanningar í málinum. Tað var tann umstríddi [...] mannin út sum hin fremsta at vera undir illgruna fyri at hava framt brotsverkið, og tað var longu í 2008, at hann var undir illgruna hjá løgregluni. Sambært Goncalo Amaral eru týðandi upplýsingar um týskaran [...] sum smágentan hvarv í Praia da Luz, var sinnopsguli kampingbilurin hjá honum, sum sæst her á myndini niðan fyri, sæddur í økinum og dagin eftir, at smágentan var horvin, umskrásetti týskarin kampingbilin
avgjørd í seinasta sekundinum av longdu leiktíðini. Í báðum førum var tað Neistin, ið fór við sigrinum, og kyndilsfólk munnu halda at tað er upp á tíðina at tey sleppa at fegnast um at hava vunnið ein tættan [...] leiðslan heilar 10 ferðir, eins og tað var javnleikur í heilum. Hetta fer væntandi eisini at henda í kvøld á Hálsi. Allir dystirnir hava verið málfátækir og verjukendir. Eydnast tað øðrum liðnum at lata upp nakrar [...] einari skiftandi verju, ið bæði kann liggja halt frammi á áloyparunum, ella heilt inni móti málinum. Harafturat hevur tað eydnast kyndilsverjuni at verja seg væl ímóti stórskjúttanum Rasmusi Søby. Hjalti
Turkaland helst var veikasta liðið av teimum átta, sum høvdu vunnið seg úr bólkaspælinum, og tað var í hvussu so er ein sannroynd, at Portugal var betra liðið leygardagin. Portugisar hava seinasta tígg [...] skíggjan, man tað helst kennast sum ein lætti, nú tað bert eru tríggir dystir eftir at avgreiða. Figo yvir øllum Fyrsti dysturin leygardagin stóð millum Portugal og Turkaland. Frammanundan var mett, at Turkaland [...] teirra er í sama flokki sum Barcelona leikarin. Farvæl til Hagi Sæð í bakspeglinum var tað eingin ivi um, at Italia var betra liðið, tá teir seinnapartin leygardagin royndu seg móti Rumenia. Mál frá Totti