Tað hevur hann sín fulla rætt til, og tað kann vera, at vit hava brúkt onkur orð, sum vóru betur óskrivað.Um so er, at tingkvinnan Rúna Sivertsen hevur kent skriving okkara sum persónlig álop, so hevur hetta ikki verið ætlanin. Hava vit brúkt óneyðuga harðlig orð og vendingar, so vilja vit umbera hesi. Men tá tað er sagt, so stendur tað enn rimmarfast, at tingkvinnan í heldur illsinniskendu røðu síni á tingi sjálv legði upp til hetta. Og fyri at tað ikki skal misskiljast prenta vit taðhon segði á tingi: ?Hvørt tað einasta mansbarn í Føroyum veit, hvat gongur fyri seg. Tey, sum hava brúk fyri hjálp, fáa hana ikki, og tey, sum ikki hava brúk fyri hjálp, fáa hana viðhvørt. Og tað kann ikki vera rætt. Men hví manglar so nógvir pengar í. Tað er nettup tí, at tað gongur okkurt fyri seg, sum ikki eigur at ganga fyri seg. Har er ov lítið eftirhugt, hvat pengarnir fara til. Hví er Almannastovan bara opin tveir tímar fýra dagar um vikuna. Átta tímar um vikuna kunnu øll hesi fólkini, sum hava brúk fyri almannahjálp, fáa fatur á teimum. Hvat er tað fyri nakað. Hvat gera øll hesi fólkini alla hina tíðina, 60 fólk, hevur Kristian Magnussen fyrrv. landsstýrismaður sagt fyri mær, arbeiða inni á tí stovuni.?
DISSE vare ordene. Men rætt skal vera rætt. Í útvarpssamrøðu aftaná hevur tingkvinnan gjørt vart við, at taðvar ikki fólkini hon legði eftir men skipanini. Hyggja vit tó eftir útsøgn hennara frá tingsins røðarapalli ber illa til at tulka hetta øðrvísi enn eitt álop á tey, sum arbeiða á stovninum. Og vitandi, hvørja avgjørdu støðu ein av fremstu tingmonnum fólkafloksins Óli Breckmann hevur til almennar stovnar og tey har arbeiða, so er taðikki annað enn náttúrligt at taka orðini hjá RS sum eitt framhald av politikkinum hjá ÓB.
SJÁLVANDI skulu tingfólk vera krittisk og fylgja við, hvussu teir almennu stovnarnir verða umsitnir. Og fer fram misbúk og virka tænastur ikki sum ætlað, eigur hetta at átalast. Men tá hetta verður gjørt frá tingsins røðarapalli, so mugu pástandirnir eisini kunna prógvast. Enn hava vit so ikki sæð nakað til hesi prógv. Og spurningurin er eisini, um taðer rætt at generalisera út frá einstøkum smáum hendingum. Soleiðis sum tingkvinnan bar málið fram í tinginum, og tað er hetta Føroya fólk hoyrdu í sendingini frá SVF, kundi hetta skiljast, sum at einki skil er á í hesum stóra stovni, og at fólkini har ikki gera sítt arbeiði nóg gott.
SOSIALURIN verður lagdur undir ósakliga at leggja eftir umrøddu tingkvinnu. Men hví sigur tingmaðurin Jógvan á Lakjuni einki um tað, sum eitt nú formaðurin í Starvsmannafelagnum hevur sagt um sama mál ella stjórin á Almannastovuni! Og hvat við oddagreinini í landsins elsta blað Dimmalætting um sama mál. Øll hava skilt úttalilsini á tingi sum eitt óverdugt álop á tey, sum manna Almannastovuna. Tað er eisini ov lætt sloppið fyrst at leggja eftir stovninum fyri síðani at siga, at hetta var ikki álop á fólkið. Sjálvandi eru fólkini á einum hvørjum stovni tað, sum stovnurin stendur fyri. At so skipanin kundi verið øðrvísi her og der er so eitt. Men samanumtikið eru tað fólkini á einum stovni, sum umboða tað, sum stovnurin ger. Tí kemst ikki uttan um, at eitt álop á ein stovn eisini er eitt álop á tey fólk har starvast og ikki bert á eina skipan. Annars er tað at fegnast um, at starvsfelagin hjá RS, Anfinn Kallsberg, løgmaður í blaðnum Nýrit tekur starvsfólk í forsvar, tá hann vísir á, at torgreiddar lógir krevja bæði nógva tíð og arbeiðsorku og hann sigur víðari: ?Vit hava sjálvi sett hesar lógir í gildi í Føroyum og ofta uttan at hugsa um tær umsitingarligu avleiðingarnar av hesum. Tað er alneyðugt, at vit, bæði politikarar og embætisfólk, hugsa um tað fø.royska samfelagið, taka útgangsstøði í tí og tillaga okkara lógarverk eftir okkara egnu umstøðum?. Saklig orð søgd av einum umhugsnum løgmanni. Tað er í hesum anda, at vit hava funnist at tí, sum RS segði á tingi. Hon átti at havt tosað við AK heldur enn at sett seg við lið ÓB.