Alt bendir á at hon er deyð

Týska løgregan heldur alt benda á, at Madeleine McCann er deyð, men løgreglan sigur seg ikki hava nóg góð prógv til at royna málið í rættarskipanini.

 

 

 

- Út frá teimum upplýsingum, sum vit hava fingið, er gentan deyð. Vit hava ongar upplýsingar um, at hon er á lívi, sigur Hans Christian Wolter hjá týska ákæruvaldinum við Sky News. Hann vísir á, at gentan er ikki funnin, men kortini heldur hann seg kunna siga, at hon er deyð.

Ákærumyndugleikin leggur aftrat, at hóast tey rokna við, at Madeleine McCann er deyð, hava tey ikki nóg mikið av prógvum fyri at kunna handtaka týska mannin, sum er undir illgruna fyri at hava beint fyri gentuni, sigur hann.

Hans Christian Wolter sigur, at ákærumyndugleikin heldur ikki hevur nóg mikið av prógvum til at royna málið í rættarskipanini.

Hann vil fegin frætta frá ferðafólki, sum vóru í økinum, har týskarin búði. Løgreglan ynskir eisini fleiri upplýsingar um, hvar maðurin arbeiddi, eins og tey ynskja at frætta frá fólki, sum hava verið inni hjá honum - bæði fyri og eftir, at Madeleine McCann hvarv.

Týskarin skal hava búð á einum garði umleið tríggjar kilometrar frá býnum, Praia de Luz, har Madeleine McCann, tvey yngri systkin og foreldur teirra hildu frí. Sagt verður eisini, at týskarin fór av garðinum eitt ár, áðrenn hin fýra ára gamla smágentan hvarv.

Umrøddi týskarin búði nevniliga í økinum bæði í tíðini fyri og eftir, at Madeleine McCann hvarv. Hetta var í 2007, tá hon bert var fýra ára gomul. Týskarin, sum talan er um, er 43 ára gamal, og tað er Scotland Yard og týska løgreglan, sum hava gjørt nýggjar kanningar í málinum.

Tað var tann umstríddi portugisiski kanningarleiðarin, Goncalo Amaral, sum peikaði mannin út sum hin fremsta at vera undir illgruna fyri at hava framt brotsverkið, og tað var longu í 2008, at hann var undir illgruna hjá løgregluni. Sambært Goncalo Amaral eru týðandi upplýsingar um týskaran komnir undan kavi, og eitt nú er staðfest, at hann hevði umrøtt Madeleine McCann á onkrari netsíðu.

Portugisiski kanningarleiðarin hevur eisini brúkt so stór orð, at hann hevur rópt umrødda týskaran ein "barnadrápsmann", og týskarin er áður dømdur fyri brotsverk. Í løtuni situr hann ein fongsulsdóm, eftir at hann er dømdur fyri at hava neyðtikið eitt 72 ára gamalt amerikanskt ferðafólk í Praia da Luz - í sama býi, har Madeleine McCann hvarv.

Týskarin er eisini dømdur fyri at hava gjørt seg inn á børn. Árini 1995 til 2007 livdi hann eitt rótleyst lív á Algarve-strondini í Portugál, og løgreglan er sannførd um, at hann tá stóð aftan fyri fleiri innbrot í hotell-og frítíðarstaðir í økinum. 

Kanningarleiðarin, Christian Hoppe, vísir á, at eitt ástøði er, at týskarin breyt seg inn í íbúðina hjá McCann-familjuni og sá sovandi gentuna, sum hann tók við sær. Løgreglan er komin eftir, at ein tíma, áðrenn Madeleine McCann hvarv, snakkaði týskarin ein heilan tíma í telefon.

The Times skrivar, at um somu tíð, sum smágentan hvarv í Praia da Luz, var sinnopsguli kampingbilurin hjá honum, sum sæst her á myndini niðan fyri, sæddur í økinum og dagin eftir, at smágentan var horvin, umskrásetti týskarin kampingbilin. 

##med2##