Jákup Mørk
Tað gongur skjótt fram á við at avgreiða EM-endaspælið. Kanska ov skjótt vildi onkur hildið. Tað kennist so stutt síðani alt byrjaði, í hvussu so er hjá teimum, sum við spenningi høvdu sæð fram til størstu europeisku fótbóltshendingina í ár.
Nakað annað er so, at hjá teimum, sum ikki hava hug at nýta vøkru summarkvøldini framman fyri skíggjan, man tað helst kennast sum ein lætti, nú tað bert eru tríggir dystir eftir at avgreiða.
Figo yvir øllum
Fyrsti dysturin leygardagin stóð millum Portugal og Turkaland. Frammanundan var mett, at Turkaland helst var veikasta liðið av teimum átta, sum høvdu vunnið seg úr bólkaspælinum, og tað var í hvussu so er ein sannroynd, at Portugal var betra liðið leygardagin.
Portugisar hava seinasta tíggjuáraskeiðið havt fleiri sera góðar ungdómsárgangir, sum eisini hava vunnið ymisk heiti fyri U-landslið, men aloftast hevur hetta ikki verið nóg mikið, tá talan so gjørdist um kappingar millum A-landslið.
Hetta er nú um at broytast, og ikki minst er hetta Barcelona leikaranum, Louis Figo at takka. Av fleiri serfrøðingum verður hann mettur sum besti leikari í heiminum júst nú, og leygardagin var hann so í øllum førum besti maður á vøllinum.
Einsamallur var hann tó á ongan hátt, tí Portugal hevur eisini fleiri aðrar leikarar, sum so sanniliga eisini hava sínar dygdir, men eingin teirra er í sama flokki sum Barcelona leikarin.
Farvæl til Hagi
Sæð í bakspeglinum var tað eingin ivi um, at Italia var betra liðið, tá teir seinnapartin leygardagin royndu seg móti Rumenia.
Mál frá Totti og Inzaghi, sum framhaldandi hava fult álit frá Zoff, syrgdu fyri italska sigrinum, men tað, sum ein beit mest merki í, var syrgiliga farvælið hjá Hagi, tá hann royndi at spæla sjónleik fyri at ogna sær brotsspark.
Dómurin fyri hetta var gult kort, og tá Hagi frammanundan hevði ognað sær eitt slíkt, var bert ein vegur, út.
Sostatt varð talan um eitt syndarlit farvæl til kanska størsta rumenska leikaran í søguni. Ikki tí, bulmikil er hann ikki, men í sínum skóm nr. 37 hava hansara 167 sentimetrar givið okkum øllum minniligar løtur framman fyri skíggjan, og ikki at gloyma, tá hann á Svangaskarði var við at tryggja rumenskan sigur á okkara útvaldu.
Bert spell, at seinast altjóða kapping hansara við landsliðnum beyð upp á fýra gul kort í teimum trimum dystunum, sum hann fekk loyvi at vera við.
Italska liðið tykist nú vera komið rættuliga fyri seg. Enn hevur spælið ikki nátt teimum stóru hæddunum, men líkt er til, at teir hava megnað at blandað saman gomlu italsku verjudygdirnar við effektivum álopsspæli, og so er spurningurin, hvussu langt hetta røkkur.
Hollendingar ræðandi
Fyri at fara aftur til Italia, so skulu teir so sanniliga gera sítt ítarsta, um tað skal eydnast teimum at steðga hollendsku vertunum.
Her var einki roks av nøkrum slag, tá teir sunnudagin royndu seg móti Jugoslavia. Patrick Kluivert vísti brádliga, hví hann verður mettur sum eitt gott boð til heitið sum besti málskjúttin í EM, tá hann átti seinasta orðið í fýra teimum fyrstu hollendsku málunum.
Seinni eydnaðist tað Overmars at ogna sær tvey mál, áðrenn Savo Milosevic at enda fekk pyntað nakað um úrslitið fyri jugoslavar.
Hóast jugoslaviska málið ikki fekk týdning fyri endaliga úrslitið, so forðaði hetta í øllum førum fyri, at Jugoslavia setti met fyri endaspælinum.
Undan hesi kapping, vóru teir nevnliga eitt av tveimum londum, sum høvu roynt at tapt við fimm málum í einum endaspæli (0-5 móti Danmark í 1984), men enn er ongantíð komið fyri, at nakað lið hevur tapt við seks málum í endaspælinum.
Hvussu leikur fer í hálvfinaluni móti Italia, er sjálvandi ilt at gita um. Líkt er tó til, at talan verður um ein dyst millum vandamikla hollendska álopsspælið og trygga italska verjuspælið.
Raul gjørdist syndarin
Seinasta fjórðingsfinalan var millum Spania og Frakland, og hyggjararnir, sum høvdu sett seg til rættist sunnukvøldið, mundu sita trælabundnir allan dystin á tamb.
Talan var um eina endurtøku av finaludystinum fyri 16 árum síðani, og eins og ta feðrina, gjørdist talan um ein franskan tvey mála sigur.
Franski fótbóltskongurin, Zidane, legði Frakland á odda, tá hann sendi eitt fríspark upp um spanska verjugarðin og niður nærmasta málhorn, men tað gekk tó ikki long tíð, fyrr enn Mendieta hevði javnað upp á brotsspark.
Djorkaeff legði tó Frakland fram um aftur, og so var at kalla liðugt við málskjótingini.
Fronsku viðhaldsfólkini fingu sær tó ein hvøkk, tá italski dómarin móti endanum av dystinum bríkslaði fyri enn einum brotssparki til Spania.
Mendieta, sum jú hevði skorað frá ellivu metrum fyrr í dystinum, var tá útskiftur, so abyrgdin varð ístaðin løgd á ungu herðarnar hjá spanska fótbóltsprinsinum, Raul.
Ungi framherjin misnýtti tó gylta møguleikan, og ístaðin fyri longda leiktíð, noyddust spaniólarnir sostatt vónbrotnir av vøllinum.
Verður spennandi
Hálvfinalurnar standa so fyri framman í kvøld og hóskvøldið, men meðan tað í fjórðingsfinalunum tóktist lætt at gita um vinnaran, tykjast hálvfinalurnar væl javnari.
Flestu vilja helst vera við, at Holland og Frakland er dreymafinalan, men skal hetta verða veruleiki, skulu tey hvør í sínum lagi vinna eina sera torføra hávlfinalu.
Portugal og Italia hava bæði víst sera góðan fótbólt undir endaspælinum, og tey vilja helst gera tað, tey eru ment, til at koma fram til seinasta dystin.
Undir øllum umstøðum er líkt til, at talan verður um tveir sera spennandi dystir tey bæði kvøldini. børn Spíran (útibarnagarðurin)
42 børn Inni á Gøtu 20 børn Býlingahúsið undir Fjalli 20 børn Býlingahúsið á Flat 16 børn afturat á Lítlaskógi 10 børn afturat í barnagarðurin á Argjum.
Tilsamans er hetta 128 børn.
Tá ið tey seks plássini á Velbastað verða løgd afturat, kemur talið upp á 134 nýggj ansingarpláss hesi seinastu fýra árini.
Harafturat eru pláss fyri 250 børn á Frítíðarskúlanum og hann tekur ikki meiri enn hesi somu 250 børnini.
Sostatt eru 384 børn komin upp í skipanina afturat hesi seinastu fýra árini.
Umroknað eru tað 96 børn í miðal um árið hesi seinastu fýra árini.
Í næstum verður harafturat útbygt, so at 100 pláss verða útvegað afturat. Talan er um 60 pláss á einum stovni í Vesturbýnum. Men harafturat skulu tvey býlingshús byggjast út, so at tey fáa tikið 20 børn afturat í part. Tey seinastu av hesum plássunum verða liðug komandi summar.
Men harumframt fara 180 børn úr skipanini eftir summarferiuna, tí tey fara úr skúla. Sostatt fara 280 børn at sleppa í skipanina tað næsta árið.
Í løtuni standa 465 børn á bíðilistanum.
Tá ið tey 280 børnini eru sloppin inn, verða sostatt 185 børn á bíðilistanum, um barnatalið verður tað sama sum nú.
Í 1996 gjørdi Býráðið sær ein málsetning sum segði, at 30 pláss skuldi útvegast um árið í 10 ár, tó soleiðis at økingin støðugt skuldi vera í samsvari við tann tørvin. Sostatt skuldi tørvurin verið nøktaður í 2006.
Men veruligi tølini vísa, at hóast býráðið hevur útvegað tríggjar ferðir so nógv pláss, sum málsetningurin var, so er bíðilistin vaksin úr 289 børnum, upp 465 børn.
Og tá ið útbyggingarnar, sum eru ígongd, verða lidnar næsta summar, er bíðilistin komin niður í 185 børn, um barnatalið verður tað sama, sum nú.
Ein ørsøkin til gongdina er tað stóra talið av tilflytarum. Ein onnur orsøk er, at dagrøktin er sett til 300 børn, men í løtuni klárar skipanin bert 250 børn, tí tað eru ov fáir dagrøktarar. Somuleiðis eru fleiri fólk komin aftur í arbeiðið og hava tí brúk fyri barnaansing.