B36 fekk fulla úrtøku móti 07 Vestur

Vit taka stutt samanum teir tríggjar dystirnar millum B36 og 07 Vestur í Betrideildini hjá monnum

Í fjør leikti B36 tvær ferðir javnt móti 07 Vestur. Í hesum kappingarárinum eydnaðist tað B36 at vinna allar tríggjar innanhýsis dystirnar móti 07 Vestur.

 

Harumframt vann B36 á 07 Vestur í innleiðandi umfarinum í kappingini um løgmanssteypið.

 

Samlaða úrtøkan í teimum trimum dystunum gjørdist sostatt níggju stig til B36, og einki stig til 07 Vestur.

 

Málúrtøkan í hesum trimum dystunum gjørdist 7-2 til B36.

 

B36 vann í teimum fýra dystunum móti 07 Vestur í landskappingini og steypakappingini tríggjar 3-1 sigrar, meðan tann fjórði dysturin endaði við einum teprum 1-0 sigri.

 

07 Vestur-B36 0-1 (0-0) - 30. august

 

0-1 Hannes Agnarsson (81.)

 

B36-07 Vestur 3-1 (3-0) - 27. juni

 

1-0 Pætur J. Petersen (12.)

 

2-0 Marius Kryger Lindh (21.)

 

3-0 Mattias Hellisdag (41.)

 

3-1 Jonathan Flensborg (54.)

 

07 Vestur-B36 1-3 (1-3) - 26. apríl

 

0-1 Marius Kryger Lindh (1.)

 

1-1 Brage Kvithyld (10.)

 

1-2 Filip Djordjeviv (14.)

 

1-3 Marius Kryger Lindh (44.)

 

Kelda: FaroeSoccer