Tað er bókin 1804 eftir Rúna Bjarkhamar, sum verður løgd fram.
Úr bókini:
»Brádliga, sum snarljós av ljósum himni, rakti ein steinur, í stødd sum ein nevi, Danton í pannuna. Hann fór í allari tyngd síni afturav. Blóðsprænurin stóð frá.«
Jean Paul noyðist at flýggja úr Fraklandi. Á náttartíð fjala hann og vinmaðurin, Leo, seg umborð á einum prámi, sum fer til Le Havre við neytahúðum. Har hitta teir á einum vertshúsi ein skipara, ið sigur seg vera úr einum landi, teir ongantíð hava hoyrt um. Landið eitur Les Iles Féroæe, Føroyar.
Morgunin eftir hava teir seglini á og eru á ferð við føroyinginum. Ein ferð, sum flytur teir inn í tær broytingar, sum henda í Evropa, Amerika og seinni í Føroyum hesi árini.
Føroyingurin hevur allatíðina eitt mál fyri framman. Hmann hevur sett sær fyri at fara aftur til fátæka heimlandið. Har er so mangt, sum bøtast skal um. Ikki minst mugu føroyingar eiga skip og læra at sigla.
Skaldsøgan 1804 lýsir eina søguliga broytingartíð. Gjøgnum eyguni á høvuðspersóninum, fransmanninum Jean Paul, verða Føroyar lýstar.
Vit lesa um bjartar hugsjónir og afturhald.
Vit hoyra um fólk, sum stríðast við harða mótgongd í tilveruni.
og so hoyra vit eisini um kærleikan, sum størstur er.
##med2##
Skráin fyri kvøldið er henda:
- Vælkomin
- Felagssangur
- Fríði og Rúna H. Bjarkhamar framføra.
- Jonhard Mikkelsen, stjóri í Sprotanum, sigur nøkur orð.
- Prát við høvundin
- Felagssangur
- Kaffi, prát og bókin verður signerað
-Møguleiki verður at ogna sær bókina.
Bátasavnið í Leirvík