Nú er fráboðað ein 10% sparing í almennu miðfyrisiting-ini, og kann hetta ikki koma h óvart á tey, ið hava fylgt orðaskiftinum seinastu árini. Tað er sjálvandi hart, tá uppsagnir liggja í luftini, men tað skerst ikki burt, at miðfyristingin er vaksin ov nógv. Tað var bara ein spurningur um tíð, nær táttað fór at verða í, nú allir flokkar hava tosað um at minka um almennu umsitingina.
Tað kann heldur ikki koma heilt óvart á tey, ið starvast í miðfyrisitingini, at sparingar koma, tí hetta gav seg m.a. sjálvt, tá blokkurin var skorin við einari millión um dagin í eini tíð við methøgum skattainntøkum. Bert spell at undanfarna samgonga ikki hevði rygg til at taka tær beinleiðis avleiðingarnar av alt ov ógvusliga blokkniðurskurðinum og lat ópopuleru tøkini liggja til onnur at taka. Hetta var eisini greiði boðskapurin frá Búskaparráðnum tá: skuldi blokkurin skerjast, skuldu almennu útreiðslurnar eisini lækkast.
Tað er gott, at man ikki ger sum vant og letur Ráðini sjálvi avgerða hvørji øki undir teimum skulu spara, tí søgan hevur víst, at tað nærum altíð eru stovnarnir næst borgarunum, ið tá verða raktir. Tað er helst í lagi at skera miðfyristingina við 10% um ein kamb, men ávarast má ímóti at gera tað sama við landsstovnarnar. Heldur enn at skera um ein kamb í stovnunum næst borgarunum, so eigur landsstýrið at gera tær raðfestingar, ið skulu til, tí annars stendur man í tí støðu, at einki riggar optimalt, tí at alt manglar pengar. Tá er betur at gera eina beinharða politiska raðfesting, har okkurt projekt verður steðgað ella onkur tænasta verður niðurløgd, meðan alt annað riggar, sum tað skal við teimum pengum, ið tað skal hava.
Fara vit aftur til miðfyristingina, er talan helst um dugnalig og vælútbúgvin fólk, ið burdu kunnað økt um virðini úti í samfelagnum, og tí eiga vit uppá longri sikt ikki at frykta ov nógv fyri avleiðingunum av uppsøgnunum, hóast hetta uppá stutt sikt ikki er nakar stuttleiki fyri nakran part.
Stóra avbjóðingin fyri Landstýrið er nú at skipa miðfyri-sitingina soleiðis, at man upprættar felags funktiónir og herðir um raðfestingina av uppgávum, soleiðis at arbeiðsbyrðarnar ikki gerast ov stórar hjá teimum fólkum, ið frameftir koma at arbeiða í miðfyrisitingini. Hetta má gerast við at minka um talið av niðursettum arbeiðs-bólkum til frama fyri skjótari avgerðum tiknar av dugnaligum einstaklingum, ið eiga at vera løntir fyri tað sama, tá um relativt smá mál ræður. Eisini mugu mannagongdir endurskoðast, tí at ein umsiting, ið arbeiður eftir donskum administrativum mannagongdum, hava vit ikki ráð til. Vit hava heldur ikki ráð til eina almenna skipan, ið uppfinnur egnar skipanir fyri alt líka frá bókhaldsskipanum til fakturering, tá líka góðar ella betri skipanir finnast sum hyllavøra úti í samfelagnum. Hetta kostar óneyðugar pengar og óneyðuga tíð.
Nógv er at tríva í, og ikki verður tað lætt hjá samgonguni. Vanahugsan, har sparingar mugu ganga út yvir góðskuna av tænastuni fyri skattaborgaran, er ikki pláss fyri. Vit mugu lyfta í felag, tí útlitini fyri føroyska búskapin eru ikki góð í løtuni. Verður ikki skalkað nú viðvíkjandi almennum rakstrarútreiðslum til frama fyri almennar íløgupengar fyri at tryggja ein minimumsaktivitet í samfelagnum, so kann tað koma aftur um brekku seinni.