Alment føroyskt oljufelag

Áhugavert hevði verið at kannað um møguligt er at stovnseta alment føroyskt oljufelag. Hetta felag kann verða við til at fíggja part av almennu rakstrarútreiðslunum, um felagið hevði eina stødd og hepni, ið kundi ført til munandi vinningsbýti til felagið skrivar Óli M. Lassen, civiløkonomur og stjóri í vinnukronikkini

Óli M. Lassen, stjóri og civiløkonomur

 

Nú er rúm tíð gingin, síðani fyrsta útbjóðing var til oljuleiting og royndarboring við Føroyar. Nú 3. útbjóðing fer í gongd er spennandi at frætta, um rakt verður við olju í rakstrarverdum høpi í føroysku undirgrundini. Tá oljuleiting byrjaði við Føroyar var gjørt eitt model, har oljufeløgini skuldu gjalda ávíst avgjald ella oljuskatt, og hildið var ikki, at tað var heppið at stovna føroyskt oljufelag tá, tí hetta kundi ávirka tað gjald ella skatt oljufeløgini skuldu rinda.

Støðan í dag

Nú er rúm tíð fráliðin frá fyrsta útbjóðing var og vert er at umhugsa alternativar loysnir. Oljuprísurin hevur verið methøgur í longri tíð og hava oljufeløgini havt góðan vinning.

Við hesum í huga er nærliggjandi at hugsa, at oljufeløgini, ið vilja virka á føroyskum øki, ikki kunnu hava nakað ímóti, at tað almenna gerst partur av oljuvirkseminum. Í dag hava vit jú fingið velduga vitan gjøgnum tey privatu føroysku oljufeløgini. Vantandi føroysk vitan innan oljuleiting var ein av orsøkunum til, at oljufeløgini søgdu, at um vit gjørdu eitt alment oljufelag, so skuldi oljuskatturin møguliga lækkast sum kompensatión fyri at upplæra – og taka alment føroyskt oljufelag undir veingirnar.

Í dag kunnu hesi argument ikki nýtast og kundi verið áhugavert at kanna, um tað kundi verið møguligt, at eitt nú tey privatu føroysku oljufeløgini og eitt alment føroyskt oljufelag kundi bjóða seg frám og samstarva á jøvnum føti við útlendsk oljufeløg á føroyska økjunum og á útlendskum feltum. Vit kapitalmangli í øllum heiminum er kanska besta løtan hjá tí almenna at fara inn í eina lønsama oljuvinnu og harvi møguliga fáa alternativar inntøkumøguleikar, um tað vísir seg, at stagnatión kemur í heimliga búðskapin. Bæði í Noreg og Danmark er tað almenna við í oljuleiting. Tað mugu finnast alternativar fíggingarmøguleikar av føroyska samfelagnum og ber tað ikki til, framhaldandi at fara í skattgjaldarans lummar eftir pengunum til framhaldandi øktan almennan rakstur, hetta útholar fulkomuliga liviumstøðurnar hjá vanliga borgaranum og familjunum.