Alonso framvegis á sjúkrahúsi

Spanski formil 1-kappkoyrarin rendi á ein múr við 150 km/t.

Spanski formil 1-kappkoyrarin hjá McLaren-Honda, Fernando Alonso, er framvegis innlagdur á sjúkrahúsi eftir at hann í gjár var fyri einum óhappi. Hetta var á eini koyribreyt stutt uttanfyri Barcelona, har McLaren-Honda hevði royndarkoyring.


Søgur hava verið frammi um, at Fernando Alonso var komin sera illa fyri eftir at hava rent á ein múr, men hesum vísir umboðsmaður hansara, Luis Garcia Abad, aftur. Hann sigur við spanskar miðlar, at Alonso hevur tað gott og er til eftiransing á einum sjúkrahúsi ímillum 24 og 48 tímar.


Leysasøgurnar hava óivað fingið bein at ganga á eftir at teir í McLaren-Honda hava verið sera sparingarsamir við upplýsingum um óhappið. Eiheldur er nøkur orsøk til óhappið upplýst, men eitt av vitnunum, ein annar kappkoyrari, heldur, at tað sá løgið út.


- Hann koyrdi lutfalsliga seint, eg vildi mett tað til umleið 150 km/t. Brádliga vendur hann til høgru, og tað sá ikki út sum eitt óhapp. Hann rakti múrin nakrar ferðir, men síðani fekk eg ikki hugt longri, sigur Sabastian Vettel, sum í nøkur sekund var vitni til hendingina.


Tað finnast ikki sjónbandaupptøkur av óhappinum, og tískil fæst ikki nærri greiða á hví óhappið hendi fyrr enn McLaren-Honda møguliga leggur kortini á borðið. Tað er tó greitt, at síðani Honda vendi aftur til Formil 1 í ár, hava teir havt stórar trupulleikar við at fáa motorin at rigga sum hann skal.