skjótt, at John Petersen hevði lagt árstalsfelagið á odda. Sovnaðu Skjóta málið skuldi tó vísa seg at verða eitt slag av sovikoadda hjá B36. Í øllum førum tóktust teir meira ella minni at halda, at sigurin [...] og tó at Sorin Anghel í útgangsstøðnum var einsamallur á toppinum, so varð hann væl stuðlaður av miðvøllinum, tá spælið varð flutt niðaneftir. Og tað hendi seg meira enn so, at gestirnir komu oman móti [...] niður í gear, sum B36 gjørdi sunnudagin, so er tað oftani soleiðis, at tað er sera torført at toga seg uppaftur, og tí var tað ikki sørt, at roykurin av eini sensatión hekk yvir vøllin í hálvleikssteðginum
Fyri at brennimerkja - 4 dálar Fyri at kákstrúka - 5 dálar Fyri at píska ónærislig konufólk ella onnur úr býnum - 7 dálar Fyri at brenna á báli - 10 dálar Tað mundi ikki altíð vera so hugaligt at døma [...] bøðlinum 10 dálar At høgga høvur av við øks - 8 dálar At høgga av eina hond ella ein fingur - 4 dálar At seta eitt høvur ella eina hond á stong - 4 dálar At heingja ein brotsmann - 10 dálar At taka ein hongdan [...] bygdafólk sítt, og kanska var tað tí, at gongdin var tann, at tað fólksliga dómsvaldið so við og við hvarv og kom at enda at liggja í hondunum á sorinskrivaranum, soleiðis at tingmenninir mestsum gjørdu seg
torir at hugsa um og sum samstundis er torført fyri onnur at tora at tosa um. Men sum sagt tað eru ikki orðini sum hava týdning, bert tað at fólk vilja vera um ein tá lívið gerst allar mest torført at liva [...] tá hann fleiri ferðir royndi at fara inn aftur at sløkkja eldin. Vit fingu onkran skógv og onkur klædir at koyra uppá kroppin, men so at siga alt fór í ræðuligu flamminum. At vit øll sluppu út á lívi, var [...] bjóðaði okkum eini hús at vera í og segði at vit skuldu ikki stúra fyri jólinum, hann var frá tryggingini. Eg merkti ein tílíkan lætta við tankan um at vit ikki skuldu inn á onnur at liggja í øllum hesum
ælaveðri streymar í dag oman yvir Føroyar úr norði og útnyrðingi. Í kvøld og í nátt fer eitt lágtrýst, 975 hPa, sunnanfyri Ísland í ein eystan og landnyrðing, og tilhoyrandi brúgvalagið fer at náa Føroyar seint [...] vindin niður í gul til stívt andøvsgul av útnyrðingi. Tíðum sól, men síðani nakað av ælingi, ið kann vera kavi ella vátaslettingur. Hitin millum eitt og fýra stig. Í kvøld og í nátt lot til andøvsgul av vestri
sambandi við, at samstarvið millum Kanada og Danmark fyllur 60 ár. Hon viðgongur at dreymurin um at sláa ígjøgnum í Kanada livir enn, og umboðsmaðurin hjá henni roynir at fáa avtalu um at útgeva Can t Erase [...] vandi er fyri at druknað í hesum. Tí er at vóna, at fløgan heldur fram við at selja og møguliga sleppur meira framat aftan á nýggjár, tá jólasølan er stilnað av. Step On The Gas er nógv at hoyra á teimum [...] ótrúliga stuttligt, sigur hon. Lena sigur, at hon ongantíð hevði væntað, at hon skuldi enda í Danmark. Men tað var umboðsmaðurin, sum metti tann danska marknaðin at vera eitt natúrligt stig víðari úr Føroyum
eiga vit at kunna at taka í egnan barm og spyrja: Hvør siðvenja fær vælferðarsamfeløg og framkomnar tjóðir at stuðla USA og Bretland, nú tey sleppa bumbur, matvørur og teppir hvørt um annað oman yvir fólkið [...] Afganistan aftaná, vísir tíðiliga, at snævurskygni og tørvandi tol ræður í heiminum. Í mongum førum er tað soleiðis, at ert tú uppvaksin í og við vesturlendskari siðvenju, er ilt at skilja tey, sum standa aftanfyri [...] til eina atsókn, sum fá tordu at hugsa kundi henda. Tó sigur søgan, at fleiri stórir bygningar eru javnaðir við jørðina áðrenn World Trade Center. Søgan vísir eisini, at menniskju hava dripið ósek bæði
Aksal Poulsen sigur, at orsøkin til, at ongin hevur verið í Stakkinum so leingi, er, at lundin minkaði og tí hildu teir seg ikki til at fara í fleiri ár. Og síðani bleiv tað bannað at draga lunda. Men í [...] fingu teir so loyvi til at fara í Tindastakk aftur at draga. Ójavnt búgvið Frásøgumaður okkara sigur, at hetta var í fyrra lagi, at teir fara í Tindastakk. ? Gamalt var ikki at fara fyrrenn fyrsta vikan [...] august var farin, ella um at vera farin. Men í ár hevur veðrið verið so gott, at menn hildu, at pisurnar vórðu tíðliga búnaðar. Tí fóru vit týsdagin, sigur hann. Men hann sigur, at tað var ógvuliga ójavnt
minni væl, at tey trivust so har í oynni. Hann bar ótta fyri, at fólk fóru at finna út av, at Ragnar var hansara sonur, og at loyndarmálið, sum Rannvá ikki vildi siga nøkrum, tískil fór at verða uppklárað [...] Jóhann Hentze, sum var ferðaleiðari hendan leygardagin, at siga, at skúvoyingar hava staðfest, at øska er at finna undir svørðinum í toftini. Tað merkir, at har hevur eldur verið - antin til hita, matgerð ella [...] annað beinið, síðan til hitt. Rannvá sleppur eisini at vera úti á ólavsøku. "Har í húsinum vóru tvær ungar gentur, systkinabørn hjá Rannvu. Tær vóru farnar at pynta seg til dans. Tær bóðu nú Rannvu koma við
og slætt. Popkendur rokkur Tað ljóðaði, at orsøkin, at samstarvið við Ryan Hewitt varð slept, var, at hann og hjúnini ikki høvdu somu tilgongd til løgini, og at hansara ljóðbland kanska var meira rokk [...] Lært at brúka røddina Samanumtikið er trupult at draga nøkur løg framum onnur, heildarupplivingin er sera góð. Røddin hjá Lenu er so framúrskarandi, at hon enn einaferð hevur prógvað fyri mær, at hon er [...] songkvinna lært seg at brúka sítt ljóðføri á mest áhugaverdan hátt. Tað ger heldur einki, at Lena við tíðini er vorðin somikið dugnaligur yrkjari, at røddin hevur inniligan boðskap at bera. Tað er Høgni
vit at vita, at tað nyttaði helst ikki so nógv at fara at spyrja teir um hendingar og støð úr Nýggja Testamenti, tí tað vita teir helst ikki so nógv um. Hava líkasum ongantíð havt nakað við tað at gjørt [...] bygdirnar. Her eru plantagur at síggja, og vit fáa at vita, at hetta eru í stóran mun súreplalundir, sum tey hava her. Teir báðir framman í bilinum greiða frá, at hetta økið er kent fyri at hava tey allarbestu [...] islam og stovnaðu sín egna átrúnað, sum mest at kalla er loyniligur. Prestarnir eru eitt slag av frímúrarum so at siga. Teir siga Jetro, verfaðir Mósesar, at vera rætta stovnaran av trúgv teirra, og til hansara