Ein loyndarfull trúgv

Drusarnir hava eina trúgv fyri seg sjálvan, sum uttanfyristandandi hava ilt við at fáa innlit í. Fáar upplýsingar ber til at fáa um hesa trúargrein uttan tað, at teir gera árligar pílagrímsferðir til grøv Jetro, verfaðir Mósesar

Fyri meira enn 800 árum síðan loystu drusarnir frá islam og stovnaðu sín egna átrúnað, sum mest at kalla er loyniligur. Prestarnir eru eitt slag av frímúrarum so at siga. Teir siga Jetro, verfaðir Mósesar, at vera rætta stovnaran av trúgv teirra, og til hansara gera teir pílagrímsferðir á hvørjum ári. Teir siga, at hann liggur jarðaður við Hittims Horn innanvert Tiberias við Genesaretvatnið. Stórvegis meira ber ikki til at fáa upplýst um ta trúnna.
Lítli, hvíti Peugeot bilurin strýkur eftir smala landavegnum niðan millum heyggjarnar. Økið kring okkum minnir á, at her hava øgiligir bardagar verið. Hetta er krígsherjað land, hóast tað ikki sæst beinleiðis á dyrkilendinum í dag. Og tað nógva av oyðiløgdu bygningunum hava ísraelsku myndugleikarnir eisini ruddað av vegnum. Har høvuðsvegirnir eru. Men okkurt stendur tó eftir og minnir á ta tíð, sum farin er.
Ferðaleiðararnir eru tveir í dag. Tveir stak fittir og fryntligir ungir menn. Av drusiskum uppruna, fingu vit frásagt, áðrenn vit fóru úr herberginum við Genesaretvatnið í morgun. Samstundis fingu vit at vita, at tað nyttaði helst ikki so nógv at fara at spyrja teir um hendingar og støð úr Nýggja Testamenti, tí tað vita teir helst ikki so nógv um. Hava líkasum ongantíð havt nakað við tað at gjørt.

Hertikið land
Vit koyra í hertiknum landi, greiða hesir ungu menninir frá. Hetta er teirra heimland, sum varð tikið av ísraelsmonnum undir seksdagakrígnum. Og teir eru føddir í Ísrael, siga teir. Teir eru ísraelsmenn, hóast teir hvørki eru jødar, kristnir ella muslimar, men drusar.
Tað er bara ein veruleiki, og hann tosa teir ikki so nógv um. Hesir menninir hava eina trúgv, sum teir halda fyri seg sjálvan. Her verður ikki hoppað ella klappað og einki við at missionera. Hetta er persónligt. Soleiðis er tað.
Teir greiða frá, at tá ísraelsmenn tóku landið, og nýtt mark varð sett, rýmdu drusar í stórum tali úr bygdunum fram við markinum sýrisku megin. Teir vildu sleppa inn í Ísrael. Og hjá rættiliga nógvum eydnaðist tað eisini. Í dag búgva einir 100.000 drusar í Ísrael, meta teir.
Hesi fólkini hava sligið seg til tols við, at her verður ikki friður. Tey flyta tí nærri Ísrael, so hvørt tey fáa møguleikan, greiða teir frá. Fyri at tryggja sær, at tey eru innan fyri ísraelskt mark, um tað skuldi hent, sum tó tykist liggja langt burturi, at Ísrael fer at lata landið aftur til Sýria.
Hinumegin eru palestinsku flóttalegurnar. Tær hoyra vit um av og á. Og tað er serliga fyri tað ringa, nakað frættist haðani, vísa teir á.
Men teir meta ikki, at tað er vanligi palestinarin í legunum, sum er trupulleikin. Tað er har, sum so manga aðrastaðni, at tað eru leiðararnir, sum eru stóru trupulleikarnir. Vanliga fólkið hevur nokk at gera við at lívbjarga sær og tí ikki so nógva tíð til at klandrast.
Men ísraelska stjórnin er ikki heilt syndafrí heldur, siga hesir báðir ungu menninir framman fyri í bilinum, vit eru í. Leiðararnir her í landinum áttu at vitað, at trýst elvir móttrýst, og hiðani verður ikki gjørt nokk fyri at fáa frið í økinum, halda teir.

Øðrvísi land
Hetta landslagið líkist als ikki tí, vit higartil hava vitjað við oyimørkini suðuri við Deyðahavið, ella fruktargóða lendinum fram við Genesaretvatninum. Hetta er fjallalendi, við onkrum hendinga villum runni her og har, men kortini frutagóðum bøi, har bygdirnar liggja.
Tey liva av landbúnaði her uppi, tað er skilligt. Vit síggja grønar veltur ymsastaðni kring bygdirnar. Her eru plantagur at síggja, og vit fáa at vita, at hetta eru í stóran mun súreplalundir, sum tey hava her. Teir báðir framman í bilinum greiða frá, at hetta økið er kent fyri at hava tey allarbestu súreplini í Ísrael yvirhøvur. Eisini er so eitt sindur av víndyrking her uppi, siga teir.
Vit koyra gjøgnum landið. Ikki tær stóru broytingarnar eru at síggja. Har úti norðantil liggur Hermonfjallið so stórt og kavaklætt. Hesin kavin, sum tiðnar og verður til tað vatnið, sum rennur gjøgnum Jordan ánna heilt suður í Deyðahavið, um tað ikki verður tikið á vegnum og veitt aðrar vegir. Sumt heilt suður á somu leiðir, men bara ytri á móti strondini.
Fram við onkrum sundurskotnum húsum koyra vit. Síggja onkrar oyðilagdar stríðsvognar, sum standa nakað burturi frá vegnum. Spyrja, um hetta eru krígsleivdir, men fáa at vita, at so er ikki. Hetta eru slíkir, sum ísraelski herurin brúkar til venjingar soleiðis av og á.

Døgurði í samkomuhúsinum
Vit steðga á í eini lítlari bygd, har fólk eru komin saman á torginum. Her sita konur í ymsum aldri lið um lið á einum longum bonki uttan fyri eitt hús, har úthurðin stendur opin. Tað sæst beint inn á eitthvørt, sum stendur á einum palli mitt á gólvinum í einum rúmi beint inn frá úthurðini
Hetta minnir í skapi um eina kistu. Grønt klæði er lagt oman yvir hetta, og har fara fólk inn so hissini. Tey lata seg úr skónum og teirri hvítu húgvuni, tey eru í. Leggja seg á knæ og kyssa hendan lutin, sum har stendur.
Eg hugsi, at hetta er helst eitt av bygdarfólkunum, sum stendur undir børu og skal jarðast kanska í dag. Tí eru øll hesi fólkini komin saman her í túninum, meðan einar tvær konur stákast við matgerð í rúminum við síðuna av, har hesin luturin stendur. Tær fyrireika rímiligt eitt ervi.
Men soleiðis var kortini ikki, fekk eg at vita frá øðrum ferðaleiðaranum.
Hetta, sum tey kystu, var eingin kista, uttan eitt altar í samkomuhúsinum ella kirkjuni, um ein vil. Og tað at gera mat í sama húsi, er gamal siður, sum vanligur er á leiðini. Bygdarfólkið savnast so uttan fyri og fær ein bita saman við teimum. Næstu ferð eigur onkur annar tørn. Menninir, sum sótu hinumegin vegin við sínum góðu súreplum, fáa eisini ein bita, tá tíð er.
Jú, tú fært ivaleyst ein drekkamunn í missiónshúsinum har heima, til eitt ervi ella annað serligt høvi. Men at farið inn í sakristiið ella fyri tann skuld í kirkjukjallaran at gjørt døgurða til helvtina av bygdini, vænti eg ikki hevði verið væl umhildið. Men so ymsir eru siðirnir, sum fólk eru.

Sum í bønum
Tað er ein familja í holt við at heysta oliven her uppi millum fjalla. Tey hava »fest« eitt øki, greiðir ferðaleiðarin frá. Hava stutt og greitt ein part av líðini, har tey so hava rætt at heysta tað, trøini geva.
Her standa tvær kvinnur um miðan aldur og oysa olivenfruktir upp móti eini presending, hvør við síni spann. Ein ung genta hjálpir teimum. Ivaleyst dóttir aðra teirra.
Uppi í einum træi er ein maður í holt við at henta olivenfruktirnar og blaka niður til kvinnurnar. Ája. Ivaleyst er tað best, at tað er hann, sum dettur oman, um illa vil til.
Kvinnurnar báðar henta upp í spann og tveita so innihaldið í spannini yvir móti hesi presendingini, sum er heft upp móti einum træ, soleiðis at olivenfruktirnar detta niður í eina lagd. Áðrenn eru bløðini og annað órudd, sum lættari er enn fruktirnar, dottin burtur ímillum. Bara tær tungu fruktirnar koma heilt yvir í dungan. Sera einfaldur og effektivur skiljingarháttur.
Tá so dungin við fruktum er vorðin nóg stórur, fáa tær yngru eina fríløtu, meðan omman kemur við sekki at fylla uppí.
Hetta er ikki nakað, tey liva av, greiðir ferðaleiðarin frá. Men eitt gott íkast kortini. Og aftur leitar hugurin heim á klettarnar til heystlombini, sum bara eru ein viðfáningur, men góð at eiga, tá tey eru komin í hjallin.
Hóast mentanin er ein onnur, og landafrøðiliga fjarstøðan er stór, er hetta so meinlíkt hoyggingardøgunum í Steigabønum, at tú rættiliga kennir teg heima saman við hesum fólkunum.