Ein kaldur sunnudagur

DMI væntar avfall, vind og kulda í dag.

Eitt lágtrýst, 970 hPa, beint vestanfyri Føroyar fer í ein landsynning, og køld luft við ælaveðri streymar í dag oman yvir Føroyar úr norði og útnyrðingi. Í kvøld og í nátt fer eitt lágtrýst, 975 hPa, sunnanfyri Ísland í ein eystan og landnyrðing, og tilhoyrandi brúgvalagið fer at náa Føroyar seint í nátt.

Andøvsgul upp í ein strúk av vindi av norði og útnyrðingi, í støðum hvassur vindur. Móti kvøldi makar hann vindin niður í gul til stívt andøvsgul av útnyrðingi. Tíðum sól, men síðani nakað av ælingi, ið kann vera kavi ella vátaslettingur. Hitin millum eitt og fýra stig. Í kvøld og í nátt lot til andøvsgul av vestri og útsynningi. Mest skýggjað og síðani regn, vátaslettingur ella kavi. Hitin fellur niður í tvey kuldastig til trý hitastig.