Ein kurur ímóti fordómum

Onki er so natúrligt fyri okkum, sum at vísa samkenslu við øðrum, ið missa slekt, vinir og samstarvsfelagar. Men at bumba og myrða eiga vit ikki at góðtaka. Heldur eiga vit at stuðla og venda øði og frustrasjón til at byggja brýr, leggja lunnar og slóða slóð.

 

Atsóknin í heyst á ímyndina av vælferðini í vesturheiminum, World Trade Center, og mótálopini á Afganistan aftaná, vísir tíðiliga, at snævurskygni og tørvandi tol ræður í heiminum. Í mongum førum er tað soleiðis, at ert tú uppvaksin í og við vesturlendskari siðvenju, er ilt at skilja tey, sum standa aftanfyri atsóknina og vilja gera seg inn á vælferðarsamfelagið. Samstundis eiga vit at kunna at taka í egnan barm og spyrja: Hvør siðvenja fær vælferðarsamfeløg og framkomnar tjóðir at stuðla USA og Bretland, nú tey sleppa bumbur, matvørur og teppir hvørt um annað oman yvir fólkið í Afganistan?

Tey flestu hava í heyst verið vitni - og dómarar - til eina atsókn, sum fá tordu at hugsa kundi henda. Tó sigur søgan, at fleiri stórir bygningar eru javnaðir við jørðina áðrenn World Trade Center. Søgan vísir eisini, at menniskju hava dripið ósek bæði undan og aftaná ár 0 eftir okkara tíðarrokning.

Er tað ikki júst í hesum føri, sum fleiri vísa á, at vit eiga at vísa størsta varsemi og taka fram tað besta í okkum og á tann hátt vísa styrki!

Er vilji til staðar, er neyðugt at vit steðga á og vísa á aðrar loysnir enn: Eyga fyri eyga siðvenju.

Støðan versnar. Børn og onnur verjuleys líða undir vælferðarvápnum og -tøkni. Fjølmiðlarnir bera okkum tíðindini og vit vita, at hetta er ikki filmur men veruleiki! og alt hetta verður gjørt við hondini á hjartað og orðunum »God bless Amerika«.

Enn er tað soleiðis, at ein og hvør í sínum lag livir í vónini um, at tað ikki má henda einum sjálvum nakað ella nøkrum, sum standa einum nær. Hóast so er, kann alt tos um sjálvsvirði og virðing fyri øðrum ikki hvørva millum háhús.

Eisini vit, sum búgva í Fjaler á vestlandinum í Noreg hava í heyst verið vitni til atsóknina. Noreg hevur sum limur í Natosamgonguni víst sín fulla stuðul til herferðina móti yvirgangi, men alt fleiri røddir tala at.

Her á leið er ongin, sum tekur undir við atsóknini, heldur ongin av teimum 42 flóttafólkunum úr Afganistan, sum búgva her í kommununi. Eg komi í samband við nøkur í mínum arbeiði, spæli fótbólt saman við fleiri og vit, sum koma í barnagarðin dagliga, hava fingið samband við afganskar familjur við børnum. Tey eru sjálvandi týðuliga merkt av støðuni í heimlandi teirra.

Hvat kunnu vit gera?

Meðan bumburnar regnaðu yvir Afganistan á ST-degnum vóru 500 ungdómar, 13 -19 ár, frá Dale Vidaregåande skule, Fjaler Ungdomsskule og United World College samlaðir til ymisk tiltøk løgd til rættis av næmingum og lærarum í felag.

Tey, sum tosa enskt til dagligt, fáa roynt seg á norskum, og øll, sum ikki tosa eitt skandinaviskt mál, sleppa at royna seg á enskum ella norskum.

Undir paroluni »Skatten inni oss« kundu næmingarnir velja millum 20 ymisk bólkaarbeiði, tey vildu arbeiða við : Út at fiska, ein túr í fjøllini, dansa, gera afrikanskan mat osfr. Í hvørjum bólki skuldu allir skúlanir verða umboðaðir. Á henda hátt fingu næmingar frá 90 ymiskum londum høvið til at vera saman um, tað teimum dámar best og tosa um, hvørjar uttari kreftir hótta tey.

Dagurin endaði við sjónleiki, tónleiki og skemti ført fram av teimum ungu.

Tiltøk sum hetta verða nevnt í lokala tíðindablaðnum og eru við til at mynda prátið við køksborðið og á arbeiðsplássum í eini lítlari kommunu við 3000 íbúgvum.

Ein góður kurur ímóti fordómum.