Ein hálvleikur var nokk

Neistin-Kyndil 25-19 (8-10):
Neistin vann ein tryggan sigur á Kyndli, men tað var bara í seinna hálvleiki, at eldra havnarliðið sýndi, hví munurin á stigatalvuni er somikið stórur

Hondbóltur ? menn

Eftir tapið fyri VÍF í miðvikuni, skuldu menninir hjá Neistanum royna at reisa seg, tá teir sunnudagin dystaðust ímóti grannunum úr Kyndli.
Tað eydnaðist eisini Neistanum at vinna dystin, men í fyrra hálvleiki var tó lítið, sum bendi á, at so skuldi verða.
Tað var nevnliga Kyndil, sum sat á tí mesta hendan hálvan tíman. Uttan at taka sær stórvegis av, at stigatalvan segði nakað annað, fóru teir inn á vøllin sum líkamenn hjá Neistanum. Serstakliga Høgni Klein, sum gerst ein alt meira týðandi partur av liðnum, sýndi stórspæl, men eins og hann, so stríddust allir viðleikarar hansara sum var tað sjálvt lívið, sum tað ráddi um at bjarga.

Bragdaði í seinna
Teir hjá Neistanum tóktist ikki sørt skakkir um gongdina, men í seinna fingu teir so glið á vanliga spæl sítt. Jacob Jónsson, sum hevði tikið sær eina fríløtu frá barnadópi, tóktist als ikki nervaður av, at onnur viðurskifti eisini mólu í heysinum, og John Petersen, sum í fyrra hálvleiki var rættiliga anonymur, vóru undangongumenn, og so líðandi fór munurin millum liðni at vaksa.
Kyndil hinvegin fann so at siga einki av tí fram, sum hevði riggað so væl í fyrra hálvleiki. Kanska var verjan hjá Neistanum nú tað pettið betri, sum restaði í í fyrra hálvleiki, men hetta er so neyvan øll frágreiðingin.
Stabilitetur er ikki nakað, sum hevur eyðkent Kyndils-l,iðið hetta kappingarárið, og skal liðið røkka longur upp á talvuna, er alneyðugt, at spælið er í hæddini í meira enn ein hálvan tíma. Megna teir tað, kunnu teir helst vinna seg nakað longur upp, og tó at talan neyvan verður um heiðursmerki í ár, so er einki at ivast í, at royndirnar, sum árið gevur teimum, er nakað, sum fer at koma teimum til góðar í framtíðini.

Nútíðin hevur týdning
Framtíðin er hinvegin ikki nakað, sum tey í Neistanum hugsa so nógv um í hesum døgum.
Her er tað nútíðin, sum hevur nakað at siga, og her er í løtuni tørvur á hvørjum einasta stigi, um vestmenningar skulu takast aftur á fremsta sessinum.
Tað er heldur ikki so nógv at ivast í, at Neistin hevur møguleikan at taka í hvussu so er øll stigini frá teimum liðum, sum eru stødd niðari enn teir á stigatalvuni. Liðið telir fleiri av bestu leikarunum í landinum, og sjálvt teir dagar, tá spælið ikki koyrir, eru einstaklingarnir somikið sterkir, at teir mest sum einsamallir kunnu avgera alt. Farna vikan sýndi tó, at hetta ikki er nóg mikið móti meistarunum úr VÍF, og so er spurningurin, um Dia Midjord megnar at fáa allar at lyfta í felag, soleiðis at eisini seinasta forðingin kann ruddast av vegnum.

Dysturin í tølum
Neistin-Kyndil 25-19 (8-10)
Málskjúttar:
Neistin: Jacob Jónsson 10(4), John Petersen 9, Ragnar Stakksund 2, Hans Áki Dal-Christiansen 2, Kári Mortensen 1, Heini Joensen 1
Kyndil: Høgni Klein 9(3), Jónleif Sólsker 4(1), Janus Einar Sørensen 2, Regin Johannesen 2, Leif Mikkelsen 1, Ken Zachariasen 1
Brotskøst: Neistin 6, Kyndil 3
Útvísingar: Neistin 6, Kyndil 3
Dómarar úr Tjaldri: Kári Hansen & Trúgvi Mortensen