Umrøða
Jóan Pauli Joensen, professari
Útgáva:
Hans Andrias Sølvará,
Klaksvíkar Søga, 1.bind, Frá búseting til fríhandil – 1000 til 1856,
Sprotin, 2008
Frammanfyri mær liggur ein sera prýðilig bók. Hetta er fyrsta bind um Klaksvíkar søgu frá 1000-1856. Periodan er eitt sera skilagott val, alt annað hevði bert skapað høvundanum trupulleikar, tí bindið hongur saman við teimum yvirgongdum, sum eru millum periodirnar í hesi tíð. Hans Andrias Sølvará er norðoyingur, men mótsett Robert Joensen og Símun Hansen, uttan mun til hvussu kønir teir annars vóru, so er Hans Andrias Sølvará ein professionellur søgufrøðingur, og tað ger mun. Hann veit, at søga verður ikki søga, fyrr enn hon er skrivað. Tað hjálpir ikki bert at syngja, ”Latið ei søguna doyggja, goymið hana so væl, í dreingja sinni og moyggja, hon mikið útrætta skal”. Ein óskrivað søga er sum ein orðleys røða - har liggur einki eftir. Tað er ikki, fyrr enn vit hava søguna á skrift, at hon veruliga er søga. Fyrsta bind av Klaksvíkar søgu er ein imponerandi bók við frálíkum myndum, sum stuðla undir eina væl skrivaða framløgu.
Kritiskur tulkari
Hans Andrias Sølvará hevur gjørt eitt grundleggjandi arbeiði við at lesa og kanna alla Føroya søgu sum bakstøði fyri Klaksvíkar søgu. Vísindaliga akribiin er fyrimyndarlig. Tað er stuttligt at fáa eina bygdasøgu í hondina, har bókalisti og tilvísingar eru, sum tær eiga at vera, og ikki heimagjørdar. Høvundurin vísir hógv í sitatnýtsluni, endurgevingarnar geva heldur autentisitet og eru at bera saman við hurðar, sum verða settar á glopp.
Tað er ikki smávegis, sum er felt niður í hetta fyrsta bindið eftir minni enn einum ári. Dicuil, Føroyingasøga, Hundabrævið og skipanin um Tingfaratoll eru sjálvandi góðar heimildir, men Hans Andrias Sølvará hevur eisini dugað at gagnnýta tað rúgvismikla fornfrøðiliga tilfarið, sum er at finna í søvnunum á Føroya Fornminnissavni. Staðarnavnagransking og fornfrøðiligar upplýsingar kasta ljós á søguna.
Hans Andrias Sølvará er kritiskur og dugir at síggja við egnum eygum og heldur seg til danska søgufrøðingin Erik Arup, sum sigur, at søgufrøðingurin eigur at »yrkja yvir sannroyndirnar, ið veruliga kunnu skiljast burtur úr keldunum sum álítandi, yvir tær allar, ikki ímóti og ikki út yvir tær«.
At skriva søgu er ikki at yrkja, men at skriva út frá og kritiskt tulka tær heimildir, sum hald er í. Heilt undan at fantasera eitt sindur sleppur ein ikki. Men her er munurin á einum fantasti og á einum sakligum og skilagóðum søgumanni, sum kemur til hesa niðurstøðu um búsetingina norðuri í Vági:
”Tað, sum vit kunnu siga, er, at búsetingin í Bø hevur verið nógv samansettari og fjølbygdari í víkingatíðini og í miðøldini, enn hon var í 1584, tá 5 býlingar eru á staðnum. Nógv bendir á, at fólk upprunaliga hava sett seg niður í smáum brúkseindum rættiliga spjatt kring økið við Borðoyarvík og vágna. Seinni í miðøldini, m.a. sum avleiðing av svartadeyða, tá stórt trot hevur verið á arbeiðsmegi, eru tey farin at samskipa kreftirnar og búseta seg har, sum teir 5 býlingarnir vóru í 1584. Er tað rætt, so røkkur býlingasøgan, sum vit kenna hana síðani 1584, ikki longur aftur enn til miðskeiðis í miðøldina. So ber tað heldur ikki til beinleiðis at knýta tann fyrsta garðin ella búsetingina í Bø at nøkrum av teimum 5 býlingunum. Teir stava frá eini seinni tíð.”
Hetta samsvarar eisini við ta sannroynd, sum danski fornfrøðingurin Ditlev Mahler kemur fram til í doktararitgerð síni um ærgi í Føroyum, nevniliga at vinnulívið broytist og fær eitt nýtt virkislag - ella driftsform – í tíðini eftir, at Seyðabrævið varð skrivað. Seyðabrævið ber nevniliga boð um eina nýggja tíð, har markatalið og tað, sum hongur uppi í hesum, kemur at verða tað skipandi grundarlagið undir bygdunum.
Dramatisk tíð
Í fyrstani var tingstaðurin í Norðuroyggjum í Køtlum, men seinni varð hann fluttur oman í Vág. Her er Hans Andrias Sølvará, sum frammanundan hevur skrivað Løgtingssøguna, á heimavølli, bæði tá talan er um lýsing av gamla altinginum, løgtinginum, vártingunum og tí, sum hendi, eftir at tingið var avtikið og endurstovnað sum amtsráð.
Her er tað tann fyrsta tíðin, sum er mest dramatisk. Umframt tað, at fólk, sum høvdu forbrotið seg móti lógini, vórðu dømd, so kundu eisini fólk, sum hildu seg hava verið fyri órætti, leggja mál fyri tingið. Tað er ymiskt, hvat fólk síggja sum brotsverk. Dómar fyri stuldur og manndráp eru eitt, men dómarnir fyri brot á reglurnar fyri, hvørjum ein kundi giftast, við vóru harðir. Blóðskemdarmarkið gekk mikið longri út, enn nú á døgum. Tað var við neyð og deyð at trímenningar kundu giftast, einkjumaður kundi ikki giftast við systurkonu síni, uttan at tað var mett sum blóðskemd, og bæði máttu lata lív. Tað var ikki lætt at finna hjúnafelaga í einum lítlum samfelag, har fólk yvirhøvur vóru nær í ætt.
Fólk vórðu dømd til at verða hongd, hálshøgd ella druknað, serliga konufólk, men eisini vóru tey dømd at verða pínd til likams og sálar. Yvirlit yvir bøðilslønina sigur okkum eisini frá, hvør revsingin var:
At høgga eitt høvur av við svørði gav bøðlinum 10 dálar
At høgga høvur av við øks - 8 dálar
At høgga av eina hond ella ein fingur - 4 dálar
At seta eitt høvur ella eina hond á stong - 4 dálar
At heingja ein brotsmann - 10 dálar
At taka ein hongdan niður úr gálganum - 4 dálar
At leggja ein heilan kropp á stong og hjól - 7 dálar
Fyri at bróta armar og bein, áðrenn brotsmaður verður lagdur á stong og hjól - 14 dálar
At grava ein kropp niður - 3 dálar
Fyri hvørja klíping við gløðandi tongum - 2 dálar
Fyri at brennimerkja - 4 dálar
Fyri at kákstrúka - 5 dálar
Fyri at píska ónærislig konufólk ella onnur úr býnum - 7 dálar
Fyri at brenna á báli - 10 dálar
Tað mundi ikki altíð vera so hugaligt at døma bygdafólk sítt, og kanska var tað tí, at gongdin var tann, at tað fólksliga dómsvaldið so við og við hvarv og kom at enda at liggja í hondunum á sorinskrivaranum, soleiðis at tingmenninir mestsum gjørdu seg sjálvar arbeiðsleysar. Tað var tí eisini lætt at avtaka tað gamla tingið, tá tann tíð kom.
Jarðabýti stóran týdning
Jørð hevur altíð upptikið føroyingin nógv. Jørðin var bæði kongsjørð, kirkjujørð, klosturjørð, aðalsjørð og óðalsjørð, men so við og við var bert kongsjørð og óðalsjørð eftir, tí aðalsjørðin var so við og við keypt og gjørdist óðalsjørð. Kongsið var tann drúgvari parturin, soleiðis var eisini norðuri í Vági. Tað løgna var, at í Føroyum var tað so, at leigulendingarnir, tað vil siga teir, sum einki áttu sjálvir, men sótu við festi, komu at verða teir máttmiklastu í landinum, meðan óðalsmenninir, teir sum áttu jørð, høvdu minni týdning enn kongsbøndurnir, tí teirra jørð var javnan við arvi lutað sundur í smáar eindir.
Markatalsbygdin var frá umleið 1400 skipanin undir samfeagnum. Øll vinna hekk uppi í jørðini, eisini útróðurin. Tað var ein tíð, tá turrur fiskur kundi seljast, men líka til beint áðrenn fríhandilin, var útróðurin mest til húsbrúks. Tað var ullin, sum hevði týdning sum útflutningsvøra mestsum alla tíðina í hesi fyrstu bókini. Umframt tey oyru, sum fólk fingu fyri ullina og bundnar ullvørur, so livdu tey av tí, sum landið gav. Seyðurin gekk úti alt árið, meðan hoyggjað var til neytini, tí tey vóru ikki før fyri at klára vetrarnar í haganum. Tað var mark fyri, hvussu nógvan fenað fólk kundu hava á. Tað var mark fyri, hvussu nógvan seyð, neyt, ross og gæs kundu ganga í haganum.
Klaksvíkin var rímiliga gott kornpláss, og tað var avgerandi fyri at fáa nóg mikið av gróni, men tað var ikki fyrr enn eplini komu, at ávøksturin var so mikil, at grónskan fekk meir at týða, enn kjøt og fiskur.
Norðuri í Vági var gott grindapláss. Helvtin av allari grind fór sum jarðarhvalur til teir, sum jørðina áttu. Tað var ikki fyrr enn í 1832, at jarðarhvalurin fór niður í ein fjórðing. Tvøst og spik var drúgvur matur, men spikið kundi eisini smeltast til lýsi, sum peningur kundi fáast fyri. Teir, sum stóðu fyri jørðini, fingu allan jarðarhvalin, meðan kongsbøndurinir máttu lata kongi stóran part av virðinum av jarðarhvalinum.
Tað hendi ikki fyrr enn eftir fríhandilin, at kongsgarðarnir, sum átti jørð oman móti vánni, gjørdu semju um, at býta rættindini til jarðarhvalin báðu megin Eiðið sínámillum:
”Tann 20. mai 1875 var avtala gjørd millum Gerðar,Vág og Biskupsstøð um býti av jarðarhvalinum: »Allur hvalur, sum fellur á hvalvágina Vág, verður eftir markatali býttur til teir tríggjar hagarnar uttan mun til, á hvørjari strond hon fellur á. Tað sama er galdandi fyri hval, sum fellur á strondini hjá Gerðum og Vági á Borðoyarvík«.
Av 44 mørkum av jørð rundan um vágna átti kongur tær 43, meðan ein mørk var ogn í Vági. Hetta hevði við sær, at kongur ofta átti um helvtina av grindini í Bø. Tað, sum ikki fór til jarðarhval, var býtt til grindaumdømið, men fastar reglur fyri hesum komu ikki, fyrr enn við grindareglugerðini í 1832.
Tíggjund fór sjálvandi fyrst av øllum. Tað, sum er áhugavert við tíggindunum, er, at ein triðingur fór til kongs, ein triðingur til kirkjuna og ein triðingur til tey fátæku. Tað, sum kirkjan átti, varð selt til einahandilin.
Sosial fiskivinnusøga
Tað lógu ávísar skyldir á jørðini, antin hon so var kongs ella óðals. Ein av hesum skyldunum var at halda bát. Hendan skyldan var knýtt at skjútsskipanini. Tá ið prestur og aðrir embætismenn skuldu ferðast kring oyggjarnar, var neyðugt at hava eina skipan, sum kundi tryggja flutningin. Skjútsskipanin var eisini eitt vanligt fyribrigdi í Noreg, sum norski etnologurin Bjarne Rogan hevur skrivað drúgva doktararitgerð um, men tíverri er ógvuliga lítið skrivað um skjútsskipanina í Føroyum.
Bátsbandið, sum legði skyldur á teir, sum áttu ella sótu við jørð, at hava bát, sum tað eisini var skylda hjá bygdamonnunum eftir ávísum reglum at manna, er ein áhugaverdur partur av sosiala partin av føroysku fiskivinnusøguni. Eitt nýtt fyribrigdi ella nýskapan, sum kom um 18. øld var tað at kasta nót. Við nótakastunum fingu teir eina rúgvu av seiði - so mikið, at tað komu menn frá øðrum bygdum til nótaplássini at kryvja fyri kropp, móti at livurin lá eftir.
Tað er rætt, sum Hans Andrias Sølvará skrivar, at tíðin longu var farin frá trælalógini, tá hon kom í 1777. Tað var ímóti øllum í altjóða tíðarandanum at skerja grundarlagið hjá fólki at gifta seg, og danir skiltu ikki, hví føroyingar funnu uppá hetta. Tað hevði við sær, at tann illa lýdda lógin, sum bæði heimspekiliga, menniskjaliga og samfelagsliga legði óneyðugar forðingar fyri einstaklingin, varð tikin av í 1846; og stutt eftir, í 1865, varð tað gamla bátsbandið eisini tikið av. Meðan trælalógin hevði ikki annað til endamáls, enn at styrkja valdið hjá bøndrunum, hevði bátsbandið ikki heilt sama endamál. Tað tryggjaði eisini monnum, sum einki átti, sess á báti, so at teir eisini kundu føra fong til hús. Men við fríhandlinum kom hetta sjálvandi at verða eitt band, sum var til mikið fortreð hjá monnum, sum vildu hava egnan bát.
Elegant millumspæl
Høvuðskirkjan í Norðuroyggjum var kirkjan á Viðareiði, men kirkjur og bønhús hava helst eisini verið í Vági frá gamlari tíð. Fyrstu heimildirnar eru frá 1600 árunum, men í 1866 varð nýggj kirkja bygd í Gerðareiði. Tær fyrstu kirkjurnar vóru rættiliga smáar og trongar, men tað bilti ikki, tí vanliga fór lík ikki í kirkjuna tá. Var prestur ikki til taks, so var tað vanligt, at jørð varð kasta á langa tíð eftir, at fólk vórðu jarðað.
Við síni lýsing av kirkjusøguni endar Hans Andrias Sølvará viðgerðina av gamla bygdasamfelagnum, sum fyri ein stóran part kom at verða sjóðað saman við tí nýggja samfelagnum sum kom, men við nógv minni týdningi. Áðrenn spælt verður upp til tað nýggja, kemur Hans Andrias Sølvará við einum elegantum og áhugaverdum millumspæli, har greitt verður frá spennandi søgum um loynihandil og um vandamiklar sjórænarar, sum herjaðu og rændu. Í millumspælinum hoyra vit eisini søgur um menn, sum høvdu gjørt vart við seg í tí søguliga bygdauniversinum, sum til dømis Guttorm í Gerðum, Hanus í Gerðum og Páll Fangi. Her er dramatikkur og spenningur, men eisini sorgarsøgur, sum tann um skalvalopini í Gerðum, har fleiri fólk lótu lív.
Globaliseraði Nólsoyar-Páll
Tann nýggja tíðin byrjar við Nólsoyar-Pálli, sum fyrst festi garð á Oyri, sum hann seinni skifti um við garð á Myrkjanoyri. Nólsoyar-Páll og kona hansara Marin Malena vóru sera dugnalig fólk, sum eftir stuttari tíð fingu ikki bert fyrsta, men eisini næsta garð teirra at blóma. Nólsoyar-Páll var ein “jack of many trades”. Tað er fryst og fremst sum sjógarp og handilsmann, at vit kenna henda mann, sum bert var 42 ára gamal, tá hann fórst á havinum. Tikið saman um, so setti hann við sínum stutta virkna lívi í Føroyum, sum einans fevndi um nøkur fá ár, avgerandi varðar eftir seg, eisini bókmentaligar. Men hann megnaði ikki at broyta embætisveldið og einahandilin, ei heldur tað afturhaldssinnið, sum nógvir ráðandi menn tá vóru merktir av, men hann var ein byrjan.
Nólsoyar-Páll var eftir øllum at døma heldur ikki so væl umtóktur í samtíðini av øllum. Fleiri norðoyingar vóru til dømis ímóti uppskoti hansara um at seta fríhandil á stovn í Norðuroyggjum, og tað vóru teir, sum ikki høvdu so nógv gott at siga um hann. Robert Joensen sigur, at Páll sum heild varð illa lýddur norðuri í Vági. Grundina kenna vit ikki, men talan kann hava verið um staðbundið klandur millum býlingarnar og vanligt afturhald í bóndasamfelagnum. Nólsoyar-Páll var partur av tátíðarinnar globalisering við einum øðrum virðisgrundarlagið, enn tey flestu, og hevur hann harafturat verið ótolin, lættmyntur og sarkastiskur, var skjótt at vinna sær óvinir millum nærtikin fólk.
Tann seinasti parturin er um ta tíðina, tá einahandilin fekk handilshús í Klaksvík og soleiðis gjørdi tað lættari hjá norðoyingum bæði at keypa og lata vørur til handilin. Tað var sum ein handilsligur plantuskúli. Hetta er tann tíð, tá fiskivinnan spakuliga fer at mennast, føroyingar høvdu lært av hetlendingum, sum lógu undir Føroyum og fiskaðu við snøri og línu.
Valaverk
At Hans Andrias Sølvará er ein góður søgufrøðingur havi eg vitað frá tí degi, hann byrjaði at lesa søgu á Fróðskaparsetrinum. Longu tá vísti hann seg fyrst og fremst sum ein teoretikara, sum dámdi betri at arbeiða við teori enn við empiri. Eitt av krøvunum til bacheloruppávuna í søgu var, at hon fyri ein part eisini skuldi byggja á empiriskar heimildir, sum studenturin sjálvur fann fram. Hans Andrias Sørvará tímdi ikki at fara at leita eftir tilfari, men fyri skomm skyld setti hann ein bandupptakara frammanfyri ommu sína og tók eina frásøgn upp á band, sum hann brúkti í uppgávuni, fyri at krøvini vóru fylgd.
Men hygg nú! Nú er veruliga vent í holuni. Hans Andrias Sølvará er vorðin ein hollur empirikari, sum dugir at hylja ástøðina ella teoriina sum ein tráð, sum ikki loypir í eyguni á lesaranum, men hann er har. Hans Andrias Sølvará er vorðin ein av okkara bestu søgumonnum, og Klaksvíkin og fólkið her eru sera heppin til at fáa hann at skriva søguna.
Tað verður sagt, at hastverk er lastverk, men tað kann ikki á nakran hátt sigast um hetta valaverk, sum eg mátti lesa við fúkandi ferð, so vónandi verið eg fyrigivin, um tað er eitt og annað, sum eg ikki havi gáað eftir.
Eg eri eisini sera imponeraður av, hvat Forlagið Sprotin fær av skafti. Tað er skjótt ikki bók, sum kemur út, sum teir ikki eru uppi í. Sprotin, og tey sum standa aftanfyri Sprotan, eiga stóra tøkk uppiborna fyri teirra stóra útgávuvirksemi.
Hans Andrias Sølvará, tú ert ein knassi og ein søgufrøðiligur brandur. Tær sjálvum, Klaksvíkar Kommunu og okkum øllum ynski eg hjartaliga til lukku við fyrsta bindi av Klaksvíkar søgu.
Til lukku við bókini, eg gleði meg longu til næsta bind.