Ein leygardagur saman við Rannvá í Fagradali

Søgan um skúvoyargentuna, Rannvu, sum ung og rein fer á ólavsøku saman við pápa sínum, man vera ein hin mest syrgiliga og hjartanemandi skaldsøgan, sum ein føroyskur rithøvundur hevur skrivað. Saman við Eysturoyar Gongufelag, vitjaði Sosialurin í Fagradali í Skúvoy seinasta leygardag

Høvundurin, Dagmar Joensen-Næs, sum skrivaði kendu skaldsøguna um Rannvu, var systir Mikkjal á Ryggi og tískil úr Beitinum í Miðvági. Hon var fyrsta føroyska kvinnan, sum skrivaði eina skaldsøgu.
Sannleiksvirðið í søguni hjá Dagmari er sjálvsagt ivasamt, tí søgnin um Rannvu er eini 600-700 ára gomul.
Tá ið tú skrivar skaldsøgu, hevur tú fríar ræsur. Tað er bert hugflogið, sum setir avmarkingarnar. Søgan kann byggja á veruleikar, men tað er upp til tann, ið skrivar, at skapa hendingar og persónar, sum nú einaferð passa til tað, ið tú vilt hava burtur úr søguni.
Sum skilst á søgukønum, blandar Dagmar í skaldsøguni um Rannvu ymisk viðurskifti í ymiskum tíðarskeiðum saman. Fara vit aftur til tíðina, tá ið søgnin sigur, at Rannvá livdi, var eingin kommandantur í Føroyum, ið annars var hann, sum í søguni gjørdi Rannvu við barn.
Dagmar valdi helst at skriva sína egnu søgu um Rannvu, eins og Oddvør Johansen í nýggjari tíð valdi at skriva sína egnu barnabók um skotsku prinsessuna í Korndali í Nólsoy.
Í Skúvoyar Søgu, sum Petur Andreassen hevur skrivað, er ein heilt onnur frásøgn um Rannvu, men báðir høvundarnir skriva um gentuna og kvinnuna, sum einsamøll búði í eini lítlari smáttu í Fagradali norðanvert á Skúvoynni.
Enn í dag hava vit Rannvátoft í Fagradali, sum ber hetta navnið, og enn í dag rennur Rannvákelda omangjøgnum dalin, beint við leivdirnar av hesi lítlu smáttu.
Fornfrøðiligar kanningar eru ikki farnar fram í Rannvátoft í nýggjari tíð. Tó veit skúvoyingurin, Jóhann Hentze, sum var ferðaleiðari hendan leygardagin, at siga, at skúvoyingar hava staðfest, at øska er at finna undir svørðinum í toftini. Tað merkir, at har hevur eldur verið - antin til hita, matgerð ella til bæði.
?

Vit flyta nú tíðina heilt aftur til Svarta Deyða, sum herjaði víða um í Evropu miðskeiðis í 1300-talinum.
Í síða grasinum millum summardáar og sóljur og fuglaljóð úr berginum, gongur ein ung skúvoyargenta og gleðir seg til at sleppa á ólavsøku. Hetta verður hennara fyrsta ólavsøka, og hon er so spent, so spent eftir at síggja, hvat gongur fyri seg, tá ið so nógv fólk koma saman. Hon gongur á seytjanda ári og gongur ivaleyst við somu tonkum, sum ungar gentur gera í dag. Freistingarnar á útoyggj eru ikki tær somu, sum eina ólavsøkunátt í Havn. Og enn hevur hon ikki verið aðrastaðni enn í Sandoynni.
Endiliga upprennur dagurin, tá ið nýtjøraða tíggjumannafarið verður flotað í Skúvoy, og sterkir menn setast við árarnar og rógva til Havnar at halda ólavsøku.
"Gurin (sum var mamman), fylgdi dóttrini oman í fjøruna. Sjáldan mundi síggjast fagrari ungmoy. Prúð og vælvaksin var hon; tey bláu eyguni glitraðu kát og rein, og hár hennara skein sum gull. Mamman helt, at hon var ov ung at seta sær topp, og tí hingu tvær tjúkkar flættir niður eftir herðum hennara?"
Havnin er sum ein nýggj og spennandi verð fyri skúvoyargentuna. Lagið er gott á monnum. Teir hugna sær og drekka sær okkurt gott niður á hjarta ? fyrst til annað beinið, síðan til hitt.
Rannvá sleppur eisini at vera úti á ólavsøku.
"Har í húsinum vóru tvær ungar gentur, systkinabørn hjá Rannvu. Tær vóru farnar at pynta seg til dans. Tær bóðu nú Rannvu koma við. Pápin játtaði og bað hana skikka sær væl. Komin til húsið, har dansurin var, bleiv hon mestsum ovfarin av øllum larminum. Hon var ikki von við so nógv fólk og sovorðnan gang. Hon kendi seg fremmanda. Hugurin leitaði heim til Skúvoyar. Nógv betur dámdi henni at ferðast í haganum har, tí har kendi hon seg heima? Sum hon stendur og hyggur at dansinum, hvøkkur hon við at hoyra fremmant mál beint aftanfyri seg: God aften, lille jomfru!? Hon sá henda vakra mannin í reyðum koti við gullknappum? pápi Rannvu hevði rópt hann kommandantin á Skansanum?"
?

Tá ið hátíðardámurin á ólavsøku er av, er eingin gleði longur at síggja í andlitinum á Rannvu. Hon er kedd og óttafull og vildi heldur havt gingið heima í bønum í Skúvoy og hentað summardáar og sóljur.
Grátandi biðir hon pápan koma heimaftur til Skúvoyar longu dagin eftir, men tað ber ikki til, tí fólkið, hann hevur við sær úr Skúvoy, tímir ikki úr aftur Havnini fyrr enn dagin eftir.
Eitthvørt er hent Rannvu, sum hon ikki vil siga fyri nøkrum. Steinbjørn, sum var forekslaður í henni, langt áðrenn hon nakrantíð fór til Havnar á ólavsøku, fær heldur einki at vita.
Tey eru góð, men Rannvá heldur, at Steinbjørn er ov góður til hana. Hon heldur seg ikki vera verda allan hansara kærleika. Hon er sorgarbundin og avvísandi.
Men, so hvørt sum tíðin gongur, sæst, at gentan er við barn, men gentan vil ikki siga, hvør eigur barnið. Tískil fær eingin at vita, at tað er kommandanturin á Skansanum, sum hevur gjørt seg inn á skúvoyargentuna á ólavsøku.
Tá ið tíðin gongur, føðir Rannvá ein son, sum fær navnið Ragnar. Hon vil framvegis ikki vil siga, hvør er pápi at dreinginum, og tí verður hon dømd at búgva einsamøll í Fagradali á Skúvoynni restina av ævi síni.
"Ein mánaða eftir føðingina, kemur politibáturin úr Havn. Sýslumaðurin leyp á land. Hann gekk tungliga niðan í Stovu. Øll vistu, hvat hann vildi. Eingin forðaði honum at koma innar. Tey høvdu væntað hann. Tey vistu, hvat hann førdi við sær. Tá í tíðini var einans dómur fyri slíkt ? deyðadómur! Nakað seinni komu teir útaftur. Teir bóru hesa vænu ungu moy ímillum sín? Komnir nakað út í tún, hoyrdist eitt hjartanemandi skríggj. Út kom Gurin. Hon var, sum skuldi hon verið vitleys. Tók í armin á dóttrini og hongdi seg í hana. Tá kom Tórur (pápi Rannvá) sáttliga gangandi, sleit móður frá dóttur, tók neyðars konu í fangið og bar hana inn?"
Rannvá varð nú innistongd í Havnar Skansa. Hon bardi nevarnar móti vegginum, til blóðið rann. Hjartaskerandi rópti hon á mammu sína og bað hana koma til sín, har hon í einsemi sat innistongd á Skansanum.
"Hon sovnaði av møði. Vaknaði við, at fólk stóð og hugdi at henni. Hon leyp á føtur: Nú koma tit at drepa meg! Hvar krógva tit øksina. Rannvá gekk tætt til teirra og teskaði: Blóðið skulu tit goyma ? tað kunnu tit senda til hansara!"
Rannvá fekk ikki deyðadóm, men varð dømd at búgva einsamøll í Fagradali á Skúvoynni millum kríatúr og flogfenað ? og uttan at hava samband við onnur menniskju, ei heldur síni nærmastu.
Pápi hennara slapp at byggja henni eina smáttu, og tá ið smáttan var liðug, fóru foreldur hennara saman við einum politisti norður í Fagradal við gentuni. Lítli sonur hennara, sum fekk navnið, Ragnar, vaks upp hjá abbanum og ommuni í Skúvoy. Steinbjørn, sum var so ógvuliga góður við Rannvu og sum altíð hevði verið forelskaður í henni, var nógv inni hjá foreldrum hennara og Ragnari.
Í mong ár, bæði bæði vetur, vár, summar og heyst, búleikast Rannvá einsamøll í hesum dali. Í kavaroksstormi, tá ið vindurin streyk um lítlu smáttuna og um várarnar, tá ið jørðin byrjaði at nala, gekk hon har norðuri í væl vallaða dalinum.
Tá ið hon hevði sitið í Fagradali í 10 vetrar, gekk eitt skip burtur undir Skúvoynni, har eitt nú kommandanturin, kona hansara og eitt av teirra børnum var við. Skipið rak á land, og skúvoyingar bjargaðu manningini við eini bjargalínu.
Dygst við upsina sat pápi Rannvu, Tórur. Ragnar varð bundin í línuna og fór niður at taka sær av teimum neyðstøddu.
Tá ið hann kom upp við barninum, kendi Tórur eyguni aftur. Hann sá nevniliga Ragnar?sa eygu í hesum barni, sum vísti seg at vera barnið hjá kommandantinum og konu hansara.
Tað vóru hesi eygu, sum hendan dagin á upsini gjørdu, at Tórur ikki tók lívið av kommandantinum og gjørdist drápsmaður.
Dóttir kommandantin, Anna og Ragnar, gjørdust ógvuliga góðir vinir, og um summrarnar vitjaði gentan aftur í Skúvoy. Tey gingu túrar uppi í haganum, og oftast endaðu tey í Fagradalsbrekku. Tann eina dagin, tey sóu omanyvir Fagradal, sat ein kona á einum steini uttanfyri smáttuna, og við lið hennara sat ein stórur og vakur hundur. Summarið, tá ið Anna fylti 14 ár, slapp hon við norður í Dalin at síggja, hvussu menninir rændu fuglaegg.
Sum tíðin leið, og Anna og Ragnar gjørdust betur og betur við hvørt annað, sendi kommandanturin Onnu niður til Danmarkar at ganga í skúla. Hann helt, at Anna tosaði ov nógv um hendan góða Ragnar, sum ikki fór úr huga hennara.
Anna var trý ár í Danmark, men kom so heimaftur til Føroya.
Kona kommandantin dámdi eisini væl í Skúvoy, men manninum dámdi minni væl, at tey trivust so har í oynni. Hann bar ótta fyri, at fólk fóru at finna út av, at Ragnar var hansara sonur, og at loyndarmálið, sum Rannvá ikki vildi siga nøkrum, tískil fór at verða uppklárað.
Og so varð. Málið um lagnuna hjá Rannvu bleiv umsíðir uppklárað.
Fyri at stytta um søguna, flyta vit nú tíðina til løtuna, tá ið dómarin ein dagin rívur hurðina upp hjá kommandantinum og er ikki tespiligur á at líta:
"Elendige hund! De, som har fået mig til at dømme en uskyldig og ødelægge mange menneskers liv? De skal selv få deres dom, men ikke af mig. De rejser ned til Danmark med første skib for at dømmes. Indtil da er de fange på Skansen, og de skal få lov til at sidde i samme celle som deres offer?"
Eftir at málið um Rannvu, sonin, Ragnar og leiklutin hjá kommandantinum, er uppklárað, skrivar kongur út náðibræv til Rannvu, sum politibáturin fer út til Skúvoyar við ein dagin.
"Teir koma við góðum tíðindum. Teir eru komnir við náðibrævi frá kongi til móðir tína?" veit Steinbjørn at siga Ragnari.
Báðir fylgja teir politistunum norður í Fagradal, og so lætt sum hendan dagin, høvdu sporini hjá teimum ongantíð verið áður.
Men í Fagradali er ikki, sum tað plagar at vera hendan dagin. Eingin roykur er úr skorsteininum, og hurðin í smáttuni er aftur. Inni í smáttuni hoyrist hundurin ýla ? eins og mannagrátur.
"Ragnar nærkast hurðini, men Steinbjørn tekur í armin á honum: Steðga, Ragnar, lat meg fara fyrst?"
Hundurin kemur ikki leypandi, men krýpur ýlandi inn undir koyggjuna. Øskan á grúgvini er køld?
Steinbjørn bleiv tann, ið gloppaði koyggjulúkuna hjá Rannvu.
"Har lá Rannvá. Ofta hevði hann verið hugtikin av hennara vakurleika, men ongantíð áður sá hann hana so vakra sum í hesi løtu ? nú deyðin hevði trýst sín kalda koss á andlit hennara? Hárið lá sum ein kransur um høvur hennara, og eitt yndisligt smíl lá um varrarnar. Nú var friður, alt yvirstaðið. Tann nívandi sorgin, tað tunga einsemi?"
Eitt hjartaskerandi róp hoyrdist frá Ragnari: Mamma!!
Eftir jarðarferðina, situr Ragnar úti á grøvini, til tað er fari at skýma. Meðan hann situr har, kemur hundurin hjá Rannvu, Heykur, og sleikur hendur hansara. Uttan at vita, at nakar er í nánd, stendur Steinbjørn aftan fyri Ragnar. Teir tríggir, Ragnar, Steinbjørn og hundurin, hava allir tríggir mist tað besta, teir áttu.
?

Vit flyta nú tíðina fram til okkara dagar, nevniliga seinasta leygardag, tá ið undirritaði saman við mongum øðrum fyrstu ferð vitjaði í Skúvoy.
Vit eru stødd í Fagradali ? við toftirnar, har skaldsøgan hjá Dagmari Joensen-Næs sigur, at Rannvá búleikaðist øll hesi mongu ár.
Her síggja vit týðulig tekin um, at ein smátta hevur staðið, og enn rennur Rannvákelda so friðarlig omangjøgnum grøna Dalin.
Sum vit nevndu í byrjanini, eru ongar fornfrøðiligar kanningar gjørdar á staðnum, men skúvoyingar vita, at øska er at finna undir svørðinum.
Flestu vilja helst trúgva skaldsøguni hjá Dagmari Joensen-Næs, tí hon er so syrgilig og nemandi.
Í øllum førum kunnu vit siga, at høvundurin við sínum skrivikynstri livandi megnar at lýsa tann órætt, ið menniskjum kann vera fyri í lívinum.
Ein áhugaverd útferð í Skúvoy saman við Eysturoyar Gongufelag, sum førdi til, at frálíka skaldsøgan um Rannvá bleiv frískað uppaftur.