Tað var náttina til 20. desembur 2002. Eg fór seint í song, tí eg vildi gleða børnini nú jólaferian hjá okkum byrjadi, eg gekk tí og pyntaði til jóla inntil seint á nátt. Ætlanin var at yvirraska børnini, tá tey vaknadu, og bilsin gjørdust tey tá tey vaknadu, men tíverri ikki á tann hátt, sum ætlanin var hjá mær.
Tey flestu eg kenni halda tað vera nakað serligt at pynta til jóla, eg sjálv havi altíð hav tað so, at eg goymi alt sum eg fái frá børnunum og serliga jólapynt og jólagávur. Tá so pyntingin fer fram, er tað sum at lesa søguna aftureftur. Øll tey minni sum liggja í hvørjum lítlum tingi, heilt frá mínum egna barnadópi til vøggustovutíðina hjá Villiami, Jónasi og Sonju og upp til nú. Sjálvt um fólk hava tað hugsan, at lutir eru deyð ting, so kemst ikki undan, at søgan hongur í teim lutum tú eigur og hevur samlað tær gjøgnum eitt heilt lív.
Ræðuliga ræðslan og vónloysi hesa náttina, hevur fest seg djúpt í okkara sinni, tað fer ongantíð burtur, men sárini lekjast og vit liva víðari. Vit eru ikki tey somu sum áður, lív okkara er broytt og vit við tí. Sjálvsamt sum tað liggur djúpt í einum, at koma víðari, at fáa jólini gjørd til eina góða høgtíð hóast alt, tað var tað sum lá mær mest á sinni. Eg hevdi ilt av børnunum, at síggja hvussu skelkaði tey vóru og hvussu spyrjandi tey hugdu uppá á meg og hvussu ómetaliga røsk tey vóru til bara at vera í tí sum var. Ringast var tað fyri Villiam, hann hevdi brent seg illa og einki var sum kundi bjargast hjá honum, hann hevði skuldarkenslur og var illa fyri av roykinum hann fekk í lunguni, tá hann fleiri ferðir royndi at fara inn aftur at sløkkja eldin. Vit fingu onkran skógv og onkur klædir at koyra uppá kroppin, men so at siga alt fór í ræðuligu flamminum. At vit øll sluppu út á lívi, var ótrúligt.
Ein maður stóð í túninum og bjóðaði okkum eini hús at vera í og segði at vit skuldu ikki stúra fyri jólinum, hann var frá tryggingini. Eg merkti ein tílíkan lætta við tankan um at vit ikki skuldu inn á onnur at liggja í øllum hesum hurlivasanum.
Teir dagarnir sum komu eftur hesa náttina vóru ikki stuttligir, vit vóru sera skelkað og fyngu ikki svøvn í nógvar nætur.
Telefonin kimaði alla tíðina, vinir og kenningar ringdu tá tey høvdu frætt um hendingina. Fólk komu á dyr og tað var ikki smávegis hvat vit fingu av gávum, bæði av pengum, mati, heimabakaðum smákøkum, klæðum, leikum og jólapynti. Børnini hava ongantíð fyrr átt so nógvar pakk-ar undir jólatræðnum. Ein kona ringdi og bað meg koma at fáa mær jólaklæðir úr handlinum hjá sær, eg var glað við og fór oman, men tá eg kom inn í handilin var tað so ørkimlandi at vita sær, at eg átti ikki so frætt sum undurklæðir ella sokkar.
Kend sum ókend komu á dyr og eingin orð vóru sum kundu siga frá hvat ein hugsaði. Tað var nóg mikið bara at sýggja eygnabráðini og at fáa eitt klemm. Í fyrstuni var tað sera torført at taka ímóti øllum gávunum og at siga takk, tí tað kendist sum var tað ikki nokk at siga, orð eru so fátøk. Ein ungur maður kom við fullum posum av gávum til tey smáu, hann vildi ikki siga hvørjum tað var frá, eg veit tað ikki enn, men eg fann tá út av, at tann einasti sum var at takka fyri alt hetta var Gud. Tí Gud er kærleikin og hetta var kærleiki vístur av menniskjum móti okkum í okkara svárastu sorg.
Hjartaliga takka vit tykkum øllum fyri tað tit gjørdu fyri okkum hesar dagarnar og í tíðini sum kom. Tað stórsinni sum liggur í føroyinginum skal man leita leingi eftur og ein finnur tað neyvan aðra-staðni.
Onkur helt at vit vóru heppin tí nú fingu vit nýggj hús, men trygvi mær eg vildi heldur haft tey gomlu húsini og verið hesa ræðu-ligu hending fyri uttan. Vit blivu ikki rík av tryggingarpengum ella sovorið, men vit hava fingið eitt deiligt heim bygt uppaftur og vit royna so við og við at fáa okkum teir lutir aftur, sum vit mangla, men jólapyntið kemur ongantíð aftur. Ein kann keypa nógv fyri pengar, men ikki minnir, kærleika og vinir.
Sum Kirkegaard segði: "Fyri at hjálpa einum øðrum persóni, mást tú kunna seta teg inn í støðuna hjá hinum fyri veruliga at skilja hvat hann fer ígjøgnum, annars er talan ikki um hjálp, men harafturímóti um at hevja sjálvan seg".
Ein serlig heilsan til Finnur og Jarnar, sum stutta tíð eftur okkara tilburð skuldu uppliva nakað sum eingin torir at hugsa um og sum samstundis er torført fyri onnur at tora at tosa um. Men sum sagt tað eru ikki orðini sum hava týdning, bert tað at fólk vilja vera um ein tá lívið gerst allar mest torført at liva.
Við hesum vilja vit ynskja tykkum øllum, sum á ein hvønn hátt stóðu okkum nær á jólum í fjør, eini gleðilig jól og eitt eydnuríkt nýggjár.
Kærastu heilsanir frá Sonju, Jónas, Villiam og Maud Wang Hansen, Tlf. 0045 8624 0082.