fortreytir fyri at vit kunnu standa okkum í kappingini, og fyri at vit kunna liva upp til at verða eitt vælferðarsamfelag. Hetta eru alt tiltøk, sum ikki nýtast at bíða eftir føroyskum rapportum, fyri at verða [...] hava almennu uppgávurnar fyri seg og tær privatu fyri seg. Hetta er galdandi í allar flestu førum. Tað privata gongur á odda í inntjening og skapar framburðin og harðan valuta til samfelagið. Tað er viðurkent [...] viðurkent av teim flestu eftirhondini, at tað privata er munandi betri til hesa stóru uppgávu, og føroyingar standa í bíðirøð, fyri at átaka sær uppgávuna. Skyldan og ábyrgdin hjá tí almenna er ikki minni
Í staðin fyri at nýta sproytu fleiri ferðir um dagin fyri at fáa neyðuga insulinið er spildurnýggj insulinpumpa nú komin til Føroya, og týsmorgunin varð farið undir at royndarkoyra insulinpumpuna við trimum [...] og minnist til krøvini, sigur Jens Andreasen. Engagement Nýggja pumpan kann sambært Jens programmerast á tann hátt, at hon hermir eftir náttúrligu, likamligu insulinframleiðsluni, men fyri at náa optimal [...] ferðir um vikuna, merkir tað ikki, at einki nú er at minnast til, sigur Jens. Pumpan skal nevniliga aktiverast umleið tríggjar ferðir um dagin til stóru máltíðirnar, tá kroppurin skal hava størri mongdir av
Laura Joensen, formaður fyri Leikpall Føroya, beyð vælkomin og segði, at hon hevði vónað at sleppa undan at standa her aftur í ár sum umboð fyri Leikpall Føroya, tí vónir vóru til, at hon hesaferð skuldi [...] og eingin ov lítil fyri Adelborg Linklett. Hon hevur leikt, leikstjórnað og ikki minst staðið fyri tí prakiska. Um tað er at flyta pallmundir, gera reint og ikki minst gera mat til hesi fólkini, so er [...] og fyri Klaksvíkar Sjónleikarfelag. Men hon hevur eisini verið virkin aðrastaðni enn í Klaksvík, tá talan er um bæði sjónleik og film. Hon hevur millum annað fleiri feðrir verið boðsend at koma til Havnar
heilt óvanliga góðar grundgevingar til hjá teimum, sum vilja varðveita hendan óbeinleiðis studningin til fiskivinnuna. Undirritaði mátti við hesum útsagnum leggja rygg til nógvar ákoyringar, eisini frá mínum [...] tingmenn vóru komnir nøkulunda fyri seg eftir óvæntaða slagið frá Annitu, tók onkur orðið og hartaði hana og vísti á, hvussu stóran týdning skattalættin til fiskimenn hevur havt fyri samfelagið. Ein teirra var [...] egna landi. Vit minnast øll hvussu støðan var fyri 10 árum síðani, tá føroyski búskapurin fór fyri bakka. Tá vóru serlig tiltøk sett í verk á fleiri økjum, fyri at minka um ógvusligu avleiðingarnar av kreppuni
fingu valrætt fyri smáum hundrað árum síðani. Bráðfeingis stýrisskipanin frá 9. mei 1940 eins og heimastýrisskipanin fluttu enn meiri av tí valdi, vit høvdu givið kongi í 1662, aftur til okkara, og var [...] fíggjarlógini. Fyri at fáa demokrati í ríki okkara er alneyðugt, at vit fáa eina demokratiska stjórnarskrá eins og hana, danir fingu í 1849. Tí var tað at 3094 borgarar í ríki okkara í 1995 vendu sær til drotning [...] fáa í lag val av umboðum til ein tjóðfund, sum ásetur eina nýggja stjórnarskrá og ger av, hvør okkara altjóðarættarliga støða skal vera. Tíverri sýtti táverandi danska stjórn fyri at ganga hesum ynski okkara
stendur til at bjargast. men neyvan nakrantíð er Hergeir Nielsen komin so jánkasliga frá einum aftursvari, har hann krøkir seg til illgitingar, ósannindir og ósakligar niðurstøður. Hann leggur fyri við, so [...] við uppskotinum til eina eykajáttan til Suðuroyar Sjúkrahús. Fyrst sigur hann, at eg fekk eina áheitan um at standa saman við einum umboði úr hvørjum flokki sum uppskotsstilliar til uppskotið. Eg fekk [...] hann uppmøtingina hjá Javnaðarflokkinum á tingfundinum 22. des. til nakað heilt serligt. Men Javnaðarflokkurin skal ikki standa til svars fyri Hergeiri Nielsen um uppmøtingina, líka so lítið sum tað øvugta
sum hevur havt sæti í býráðnum fyri Ruth Vang, síðani hon tók við sum landsstýrisfólk, er á listanum. Kári Johansen, sum í síðsta mánaði boðaði frá, at hann stillaði upp fyri Framsókn, er nú á Kommunulistanum [...] klokkan 18 skulu listarnir vera inni. Enn kunnu flokkar gera broytingar, og enn ber til at koma við nýggjum listum. Tað ber til at stilla trý fleiri fólk upp, enn tað skulu veljast í býráðið. Bara Javnaðarflokkurin [...] Funningsstovu 59 15. Ólavur Jóannesarson Hansen 60 16. Rannvá Jakobsen Fyri Framsókn (listin ikki klárur enn) 61 1. Súsanna Olsen Fyri Miðflokkin (listin ikki klárur enn) 62 1. Anna Margretha Otthamar, t
tú sjálvboðin gongur til reguligar kanningar, fært tú ikki innbjóðing. - Ivast tú í, nær tú seinast hevur verið til kanning, ber til at ringja á Landssjúkrahúsið og spyrja teg fyri. Tú biðir um patologisku [...] um tær taka av tilboðnum um reguliga kanning fyri kyknubroytingar í lívmóðurhálsinum. Kyknubroytingar kunnu verða forstig til lívmóðurhálskrabba, sum til ber at síggja langt frammanundan, og sum tí kann [...] 5604. Landssjúkrahúsið vísir á, at kvinnur uttan fyri nevnda aldursmark - 25-60 ár - kunnu altíð sjálvar biðja kommunulæknan um at verða kannaðar fyri kyknubroytingar í lívmóðurhálsi.
Bjørn Kalsø at veita stuðul til privatar miðlar, hitt uppskot frá Karsten Hansen um gjald fyri liðugt viðgjørdar sjúklingar. Av teimum 156 málinum, sum hava verið løgd fyri tingið hesa tingsetuna, eru [...] anni í mentamálum, um at veita stuðul til privatar fjølmiðlar. Hetta er mál, sum er fyrireikað í mentamálaráðnum, og sum Bjørn Kalsø helt seg hava undirtøku fyri í samgonguni. Kortini valdi Bjarni Djurholm [...] nevndini, so tingið ikki kundi taka støðu til málið. Hitt málið, sum ikki varð avgreitt, var uppskot frá Karsten Hansen, landsstýrismanni í heilsumálum, »Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um
lán til at byggja íbúðir fyri og hitt uppskoti er frá Tjóðveldi um at geva Bústøðum heimild til at lata serlig lán til bústaðarbygging á bygd, tí at bankarnir eru so trekir at veita lán uttan fyri mið [...] Húsalánsgrunnurin fær ikki meiri pengar at byggja bústaðir fyri og hann sleppur heldur ikki at veita lán til húsabygging á bygd. Tað er greitt, nú Trivnaðarnevndin hjá Løgtinginum hevur viðgjørt tvey uppskot [...] undir við uppskotunum. Trivnaðarnevndin hjá Løgtinginum hevur viðgjørt málið og har vísa umboðini fyri samgonguna, Uni Rasmussen, Rósa Samuelsen, Jóhan Eli Poulsen og Erhard Joensen á, at landsstýrið