Kollveltandi tilboð til sukursjúklingar

Ein spildurnýggj insulinpumpa kann nú geva sukursjúklingum eitt fleksiblari, fríari og sunnari lív. - Við tað at nýggja pumpan gevur eitt neyvari og beinraknari blóðsukurtal enn sproyturnar, eru sannlíkindini fyri vandamiklum insulintilburðum minni nú, og hetta er ein kollvelting á økinum, sigur Jens Andreasen, lækni. Hann vónar, at pumpan næstu árini gerst ein standard tænasta í Føroyum

Í staðin fyri at nýta sproytu fleiri ferðir um dagin fyri at fáa neyðuga insulinið er spildurnýggj insulinpumpa nú komin til Føroya, og týsmorgunin varð farið undir at royndarkoyra insulinpumpuna við trimum føroyskum sukursjúklingum (diabetikarum).
Jens Andreasen, lækni, hevur síðani 1997 varað av sukursjúkuøkinum á Landssjúkrahúsinum, og sambært honum er talan um eina kollvelting. Praktisku og fysiologisku fyrimunirnir eru fleiri við nýggju, lítlu pumpuni, sum er á stødd við hálvaaðru svávuldós og kann setast ymsastaðni á kroppin.

Neyvt blóðsukur
Í fyrstu atløgu hevur Jens Andreasen fingið tríggjar pumpur til Føroya at royndarkoyra í nakrar mánaðir, sum hvør kostar 10.000 krónur og er framleidd í Sveits.
- Høvuðsfyrimunurin við hesi pumpuni er, at hon kann programmerast sera neyvt og beinrakið, so vandamiklu insulintilburðirnir gerast færri, sigur Jens Andreasen. Í staðin fyri stórar mongdir av insulinið við sproytu fleiri ferðir um dagin fær kroppurin eina lítla nøgd av insulinið triðja hvønn minutt við nýggju pumpuni, og Jens Andreasen sigur, at reguleringin av blóðsukrinum gerst nú nógv neyvari hjá sukursjúklingum.
- Sostatt verða árinini av sukursjúku munandi meiri avmarkað, og hetta veitir sjúklinginum størri trygd, um hann røkir uppgávu sína og minnist til krøvini, sigur Jens Andreasen.

Engagement
Nýggja pumpan kann sambært Jens programmerast á tann hátt, at hon hermir eftir náttúrligu, likamligu insulinframleiðsluni, men fyri at náa optimal úrslit krevst engagement frá sjúklingunum.
- Hóast sukursjúklingar við nýggju pumpuni bert skulu skifta nál tvær ferðir um vikuna, merkir tað ikki, at einki nú er at minnast til, sigur Jens. Pumpan skal nevniliga aktiverast umleið tríggjar ferðir um dagin til stóru máltíðirnar, tá kroppurin skal hava størri mongdir av insulini.
- Við nýggju pumpuni er sjúklingurin vorðin sín egni maskinmeistari og skal vita, nær hann skal justera pumpuna, sigur Jens Andreasen.

Færri insulintilburðir
Fyri sukursjúklingar er bæði insulinsjokk (ov nógv insulin) og sýrueitran (ov lítið insulin) ein høvuðsvandi, sum allatíðina spøkir, um sjúklingar ikki røkja sína uppgávu. Hetta kann gerast so álvarsamt, at sjúklingar kunnu doyggja av hesum sama, og gjøgnum tíðirnar eru einstøk dømi í Føroyum um deyðsføll, serliga av sýrueitran. Jens Andreasen sigur, at nýggja pumpan minkar um henda vandan.
- Við tað at nýggja pumpan gevur eitt neyvari og beinraknari blóðsukur enn sproyturnar, eru sannlíkindini fyri skaðiligum insulintilburðum minni nú, sigur Jens Andreasen, sum fegnast um framstigið og vónar, at pumpan næstu árini vinnur frama í Føroyum.

Standard tænasta
Talan er í veruleikanum ikki um eina spildurnýggja vøru, tí pumpan hevur eksisterað í eini 15 ár. Tá kostaði hon so nógv, at eingin sjúklingur kundi keypa hana. Fyri fimm árum síðani kostaði hon 35.000 krónur, og í dag kunnu sjúklingar ogna sær hana fyri 10.000 krónur, hóast hon er vorðin betri á allan hátt. Meðan tær tríggjar pumpurnar í Føroyum eru úr Sveits, eru slíkar at fáa í seks øðrum londum í heiminum, m.a. USA og Suðurkorea.
- Danmark hevur higartil havt ein konservativan hugburð til nýggju pumpuna, og tí eru enn bert 150 pumpur niðri, men í Noregi nýta 3000 sukursjúklingar insulinpumpu, og talið er enn hægri í Svøríki, sigur Jens Andreasen, sum vónar, at føroyingar eisini kunnu fáa gleði av kollveltandi pumpuni.
Higartil hava fleiri foreldur spurt seg fyri, og nú verður hon royndarkoyrd við trimum sjúklingum. Enn er ov tíðliga at siga, um hetta í framtíðini verður ein standard tænasta til diabetikarar, men eg vóni, at samfelagið kann bjóða hesa tænastu til teir sjúklingar, sum taka sjúkuna í álvara, endar Jens Andreasen.

Fakta

250 føroyingar hava sukursjúku í bólkinum typa 1. Tað vil siga, at hesi skulu hava sproytu fleiri ferðir um dagin og eru undir eftirliti

2500 føroyingar hava sukursjúku í bólkinum typa 2. Tað vil siga, at hesi ikki hava sproytu fyri neyðini hvønn dag. Bert helvtin av typu 2´arum hava diagnosu og fáa viðgerð, meðan hin helvtin gongur óvitandi um teirra heilsutrupulleika.

Lívið kann økjast við 20 árum, um tú ert sukursjúklingur og fær røttu viðgerðina