Tað er tygum kunnugt, at longu í miðøldini gjørdi ríki okkara kongsfelagsskap við Danmarkar ríki. Seinni varð gjørdur ein ríkjasambandssáttmála millum bæði ríkini. Hesin sáttmáli ásetur, at vit ? hvør í sínum lagi? ráða fyri okkara egnu viðurskiftum og eru javningar í felagsmálum.
Tann 14. august 1662 samtyktu vit eina stjórnarskrá, har vit góvu kongi okkara alt lóggávuvald, alt útinnandi vald og alt dómsvald.
Í 1814 gekk kongur okkara undir ein sáttmála við Svøríki, har hann rindaði land fyri frið og ásetti, at ríki okkara skuldi missa sítt navn. Men framvegis høvdu vit ta somu stjórnarskrá, sum gav kongi okkara alt vald.
Í 1849 fingu íbúgvarnir í Danmarkar ríki eina stjórnarskrá, sum gav teimum frælsi til at stýra sínum egna ríki.
Eina slíka frælsa stýrisskipan hava vit ongantíð fingið. Tað vald, vit góvu kongi okkara í 1662, er í stóran mun framvegis hjá honum.
Tað sigur seg sjálvt, at hetta er ein fullkomuliga avoldað og ódemokratisk skipan at bjóða borgarum at liva undir nú í 2002.
Ávís demokratisk framstig eru hend, og tey fegnast vit um. Tað var framstig, at vit fingu umboðan á ríkisdegnum í 1851, og at løgtingið varð endurreist í 1852. Somuleiðis var tað eitt framstig at øll fingu valrætt fyri smáum hundrað árum síðani.
Bráðfeingis stýrisskipanin frá 9. mei 1940 eins og heimastýrisskipanin fluttu enn meiri av tí valdi, vit høvdu givið kongi í 1662, aftur til okkara, og var talan her um munandi demokratisk framstig.
Men tað er eitt bakkast fyri demokratisku hugsjónina, at tann samtykt, sum varð gjørd av føroyska fólkinum á fólkaatkvøðuni tann 14. september 1946 um, at Føroyar skuldu gerast eitt sjávstøðugt ríki, ikki enn er sett í verk.
Somuleiðis er tað ódemokratiskt og í stríð við tann sáttmála, sum galdandi er millum okkara og Danmarkar ríki, at danskir skattgjaldarar á sínari fíggjarlóg gjalda pengar til ávísar almennar uppgávur í ríki okkara. Hervið leggur annað ríkið seg út í innanhýsis viðurskifti í hinum ríkinum, og tað er í stríð við ta altjóða skyldu, sum Danmark átók sær við at skriva undir sáttmálan við okkum.
Árliga veitingin úr danska ríkiskassanum stríðir ímóti fólkaræðishugsjónini uttan mun til hvussu veruliga roknistykkið sær út: T.e. um vit hava veruliga vinng av hesi flyting ? ella um vinningurin hjá danska ríkinum av at hava ræðið á okkara ríki er størri enn henda útreiðslan á donsku fíggjarlógini.
Fyri at fáa demokrati í ríki okkara er alneyðugt, at vit fáa eina demokratiska stjórnarskrá eins og hana, danir fingu í 1849. Tí var tað at 3094 borgarar í ríki okkara í 1995 vendu sær til drotning okkara við áheitan um at at fáa í lag val av umboðum til ein tjóðfund, sum ásetur eina nýggja stjórnarskrá og ger av, hvør okkara altjóðarættarliga støða skal vera.
Tíverri sýtti táverandi danska stjórn fyri at ganga hesum ynski okkara um demokrati á møti. Síðani kom eitt nýtt landsstýri til í 1998, sum setti sær fyri, at Føroyar skulu gerast eitt sjálvstøðugt ríki. Táverandi danska stjórnin nýtti tíverri ódemokratiskt fíggjarligt trýst ímóti ætlanunum hjá føroyska landsstýrinum.
Spurningurin, um donsku skattgjaldararnir skulu gjalda hesar upphæddir fyri at berjast ímóti demokratinum í ríki okkara, hevur ongantíð verið lagdur fyri donsku veljararnar, men er tikin av donsku stjórnini av sínum eintingum.
Nú er ein nýggjur forsætisráðharri komin til. Hann umboðar sama flokk sum Knud Kristensen, tann forsætisráðharri, sum eftir fólkaatkvøðuna í Føroyum tann 14. september 1946 var fúsur at fylgja fólksins avgerð, men tíverri varð tikin av ræði av ódemokratiskum kreftum í Danmørk.
Vit skulu heita á Føroya Landsstýri og stjórn Danmarkar at nýta henda nýggja møguleika til at bera so í bandi, at viðurskiftini millum Føroya og Danmarkar verða í samsvari við sáttmálan okkara millum, so at hvør partur stýrir sínum egnu viðurskiftum uttan uppílegging frá hinum, og at vit sleppa at seta demokrati á stovn her, uttan at danska stjórnin forðar hesum við fíggjarligum trýsti.
Vegna
Fólkaítakið fyri tjóðfundi
Líggjas í Bø
Maria Jacobsen
Hans Tausen Olsen
Eirikur Ó. Simonsen
Olaf á Stongunum
Zakarias Wang