Starvsfólk á amerikansku sendistovuni í Keypmannahavn og amerikanska konsulátinum í Nuuk eru biðin um at lata alt tilfar um amerikanska forsetan Donald Trump og ynski hansara um at keypa Grønland.
Boðini koma frá amerikanska uttanríkisráðnum. Hetta skrivar danska blaðið Politiken út frá einum hópi av innanhýsis teldupostum, sum blaðið hevur fingið innlit í.
Amerikanska uttanríkisráðið vísir til tilfarið, sum verður nýtt til at svara áheitan um innlit í skjøl.
Tað er ikki greitt, hvør hevur biðið um skjalainnlit, skrivar Politiken.
Tey umleið 30 starvsfólkini á sendistovuni og konsulatinum skulu lata bæði loyniligt og óloyniligt tilfar. Hetta fevnir um skjøl og skrivligt samskifti um Trump og Grønland.
Tilfar viðvíkjandi vitjanini hjá soninum hjá forsetanum, Donald Trump Jr. í Grønlandi 7. januar 2025, skal eisini latast amerikanska uttanríkisráðnum.
Harumframt skulu starvsfólkini lata eyka upplýsingar frá privatum teldupostum, sms-boðum og uppsløgum á sosialu miðlunum.
Áheitanin fevnir um eitt tíðarskeið uppá tríggjar mánaðir frá 1. oktober 2024 til 7. januar 2025 - sama dag sum Donald Trump Jr. vitjar í Grønlandi.
Starvsfólkini fingu ordran 13. juni og fingu eina viku at handa tilfarið.
Boðini komu frá einum høgt standandi sendistovuleiðara, sum virkaði eftir boðum frá amerikanska uttanríkisráðnum, sum skuldi brúka tilfarið til at svara áheitan um innlit.
Fleiri serfrøðingar, sum Politiken hevur tosað við, eru ørkymlaðir um boðini.
Ein teirra er Niels Bjerre-Poulsen, lektari á Center for Amerikanske Studier á Syddansk Universitet.
Hann undrast millum annað á, hvussu skjótt atgongdin til skjalatilgongdin hevur verið avgreidd.
– Eg havi sjálvur skrivað eina umsókn til amerikanskar myndugleikar um skjalainnlit, sum hevur tikið myndugleikunum yvir átta ár at avgreiða, sigur hann við Politiken.
/Ritzau/











