Tvey mál vórðu súltað í Løgtinginum

Annar var uppskot hjá Bjørn Kalsø at veita stuðul til privatar miðlar, hitt uppskot frá Karsten Hansen um gjald fyri liðugt viðgjørdar sjúklingar

Annar var uppskot hjá Bjørn Kalsø at veita stuðul til privatar miðlar, hitt uppskot frá Karsten Hansen um gjald fyri liðugt viðgjørdar sjúklingar.

 

Av teimum 156 málinum, sum hava verið løgd fyri tingið hesa tingsetuna, eru tvey mál, sum ikki vórðu avgreidd.

 

Annað málið var uppskotið frá Bjørn Kalsø, landsstýrismanni í mentamálum, um at veita stuðul til privatar fjølmiðlar. Hetta er mál, sum er fyrireikað í mentamálaráðnum, og sum Bjørn Kalsø helt seg hava undirtøku fyri í samgonguni. Kortini valdi Bjarni Djurholm, formaður í mentanarnevndini, at lata málið liggja í nevndini, so tingið ikki kundi taka støðu til málið.

 

Hitt málið, sum ikki varð avgreitt, var uppskot frá Karsten Hansen, landsstýrismanni í heilsumálum, »Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um sjúkrahúsverkið«, sum er uppskot um gjald fyri liðugt viðgjørdar sjúklingar.

 

Hetta uppskotið var til viðgerðar í løgtinginum 12. mars og varð beint í trivnaðarnevndina, har málið steðgaði.