Edmund Joensen, løgtingsformaður
Øll tjóðin bíðar eftir frágreiðingum ella rapportum
Visjón 2015 hevur, um ikki annað, sett nógv fólk og bólkar at hugsa um framtíðina. Tað átti at verið positivt at fingið nógv gløgg høvd at seta sínar tankar niður á blað um alskyns hugsandi samfelagsviðurskifti. Úrslitini verða sjálvandi embætismannasvar, sum koma at liggja í rapportunum, júst sum arkitekturin, landsstýrið, hevur biðið embætisfólki gera.
Tíðin rennur sum streymur í á
Hvítabók var ætlaða loysnin uppá allar framtíðar trupulleikar hjá loysingarsamgonguni, undan hesari. Seks ár gingu og einki úrslit. Øll minnast vit eisini tað visjónera Caragataálitið.
Verður Visjón 2015 avloysarin hjá Hvítubók, og grundarlagið hjá hesi samgonguni undir at lítið og einki hendir? Trý ár eru farin og sett er á fjórða hjá hesi samgonguni. Valár er, og ikki sæst enn nakað tekin til nakra samlaða politiska ætlan, sum kann føra Føroyar fram á leiðina, og sum kann innheinta nakað av tí afturúrsiglda. Tað tykist sum øll tjóðin bíðar eftir rapportunum frá embætisfólkunum.
Politiskar ætlanir og tiltøk mangla
Eru tað ikki politiskar ætlanir og tiltøk sum tróta? Ætlanir og tiltøk sum áttu at verið klár at sett í verk, og sum eiga at koma nú. Bíðitíðin eftir rapportum má ikki verða brúkt sum skjól fyri at síggja út av onkrum, sum ikki er.
Flestu okkara vita eftir hondini hvussu eitt samfelag eftir besta norðurlanda modelli skal síggja út, og hvørjar høvuðsreglur eiga at galda. Vit kunnu taka nøkur høvuðspunkt, sum øll eru fortreytir fyri at vit kunnu standa okkum í kappingini, og fyri at vit kunna liva upp til at verða eitt vælferðarsamfelag. Hetta eru alt tiltøk, sum ikki nýtast at bíða eftir føroyskum rapportum, fyri at verða sett í verk.
Undirvísing og gransking eru grundarlagið
Undirvísing og gransking er sjálvt fundamentið undir vitanarsamfelagnum. Tosað hevur verið almikið um granskingardepil og annað mangt, men einki hendir. Tað tróta ikki rapportir um skúla, sjúkrahús, alment og privat o.s.fr. Hvørjum bíða vit eftir annað enn politiskum avgerðum?
Tað almenna og tað privata fyritaksemið
Tað ræður um at hava almennu uppgávurnar fyri seg og tær privatu fyri seg. Hetta er galdandi í allar flestu førum. Tað privata gongur á odda í inntjening og skapar framburðin og harðan valuta til samfelagið. Tað er viðurkent av teim flestu eftirhondini, at tað privata er munandi betri til hesa stóru uppgávu, og føroyingar standa í bíðirøð, fyri at átaka sær uppgávuna. Skyldan og ábyrgdin hjá tí almenna er ikki minni av teirri orsøk. Tað almenna eigur alla tíðina uppgávuna at syrgja fyri, at karmarnir hjá privatu vinnuni eisini eru á hædd við tað besta. Her haltar í ólukku mát. Ikki tí, rapportir tróta ikki um hesi viðurskifti.
Hvar blíva privatiseringarnar av?
Ávegis privatiseringar sum Sambandslandsstýrið 1994 – 98 syrgdi fyri við avmonipolisering av Tryggingarsambandinum, Føroya Tele, Atlantsflogi og Føroya Banka eru allar sólskinssøgur, men komu ikki víðari. Her tróta heldur ikki rapportir um hvat gerast skal. Ætlanir eru til, fyri at verða settar í verk. Einki er verri enn álitisbrot, eisini millum tað privata og tað almenna. Hvørjum bíða vit eftir? Ikki rapportum, men politiskum avgerðum.
Leggja Føroyar tætt uppat Evropa
Flestu okkara vita til dømis, at Føroyar eiga at leggja seg tætt uppat Evropa. Her eru vit sum land afturútsigld so tað forslær. Tað finnast uppí skuffur av tilfari (Rapportum) um hesi viðurskifti. Her – og í heila tikið – nýtast ikki fleiri rapportir. Politiska uttanumtosið má halda uppat. Ístaðin eigur at vera farið í holt við at loysa uppgávurnar.
Við vón um at nakað kemur av skafti, fari eg at enda við at ynskja øllum eitt eydnuríkt nýggjár.